LÝSA TÍNAR LYKTIR?

09-10-2015

Ferðslutrygd fær afturvendandi áheitanir frá fólki, sum hava ampa av, at tey møta bilum við lyktum sum ikki eru í tryggum standi.

Hetta er í fyrra lagi baklyktirnar, sum eru sløktar og í øðrum lagi framlyktir sum ikki lýsa báðar. Í fyrra lagi minna vit føroyingar á at tryggja, at lyktirnar eru í tryggum standi. Í øðrum lagi minna vit bilførarar við bilum, sum ikki sjálvvirkandi tendra bæði aftan og framman, á at tendra lyktirnar, hvørja ferði bilurin verður tendraður. Tað kann vera trupult at minnast til at tendra tær, tá tað fer at skýma ella mjørki ella regn kemur. 


« Aftur