Tann dagin eg hevði skund

28-10-2015

Hetta er seinni filmurin í átakinum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Ferðslutrygd, har vit minna  á hámarksferðina. Hesaferð venda vit okkum til bilførarar 25 ár og eldri. Vit vita, at ov nógv ferð er tann orsøkin, sum oftast gongur aftur í ferðsluvanlukkum, har onkur doyr ella fær álvarsligan skaða.

Filmur í sjónvarpi og í sosialum miðlum

Í átakinum síggja vit mann, sum hevur fingið varandi mein. Honum tørvar hjálp til mangt í gerandisdegnum. Eisini misti hann tað besta, hann átti, í ferðsluvanlukkuni. Filmurin fer ógvuliga tætt upp á mannin; helst tættari enn vit eru von við. Fyri at tryggja, at hann er álítandi og ikki fer um mark, hevur framleiðarin ráðført seg við fólk, sum hava fingið varandi mein í ferðsluvanlukku. Sí filmin her

Filmurin, sum er ætlaður fólki yvir 25 ár, er at síggja í sjónvarpinum hjá KVF og á internetinum.

Bert 15 % av føroyingum 25-49 ár siga seg vanliga halda hámarksferðina

Gallupkanning frá apríl í ár, vísir, at stórur partur av føroyingum fara lætt um hámarksferðina. Longu tá koyrt verður 10 km/t skjótari enn hámarksferðina, økist vandin at doyggja í samanstoyti munandi.

Tí er tað ein stórur bati at seta ferðina eitt sindur niður

Fleiri, sum eru fyri álvarsligum ferðsluvanlukkum, eru sjálv uttan skuld í hendingini. Tú kanst vera á skeivum staði skeivu tíðina. Men hetta er ikki galdandi fyri fjøldina. Menniskansligir feilir liggja aftanfyri næstan allar vanlukkur á vegunum, vísa útlendskar kanningar. Hámarksferðin er sett, fyri at ferðandi skulu hava eitt trygdarskotbrá, um tað gongur galið. Koyrir tú ov skjótt, tekur tú bæði av tínum trygdarskotbráði og tí hjá øðrum. Vilt tú gera títt til at gera ferðsluna tryggari, skalt tú halda hámarksferðina. Fyri flestøll okkara merkir tað bert at seta ferðina eitt lítið sindur niður. Gera øll tað, ger tað stóran mun:

  • Halt hámarksferðina í góðum líkindum
  • Set ferðina hóskandi niður, tá líkindini eru ivasom
  • Hav atlit fyri øðrum í ferðsluni
  • Legg uppí, um tú ert ferðafólk, har koyrt verður ov skjótt.

Filmurin kann síggjast her.

Les meiri um Gallupkanningina og ferð sum vandamál í ferðsluni.

Løgreglan ger ferðkanningar, meðan átakið er.


« Aftur