Verndareinglar vísa veg

26-11-2015

Hetta til jóla ber til at lána einglaveingir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Tað kann vera, tá jólatrø í bygd og bý verða tendrað og til onnur tiltøk. Veingirnir verða bornir av fólki, sum virka sum verndareinglar, ið býta út ókeypis endurskin. Tey sum skipa fyri, fáa sjálv fólk at ganga við veingjunum og býta út endurskin.

”Ferðslutrygd hevur fingið nógvar áheitanir frá bilførarum, sum halda seg síggja mong fólk til gongu sum eru torfør at síggja, tí tey bera ikki endurskin. Vit eru sannførd um, at tey flestu fegin vilja brúka endurskin, men at fólk ofta gloyma tað. Tí vilja vit við einglunum minna fólk á endurskin,” sigur Brynhild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Endurskin síggjast 140 metur burturfrá

Ofta halda fólk, at síggja tey bilin, sær bilførarin tey. Men hetta er ikki rætt. Í myrkri er nærum ógjørligt hjá bilførarum at síggja fólk til gongu uttan endurskin. Uttan endurskin eru fólk nústani sjónlig, tá bilurin er 25-30 metur burturfrá, meðan tey við endurskini eru sjónlig 140 metur burturfrá, og hetta er tá bilurin brúkar nærljós. Koyrir bilurin 50 km/t, hevur bilførarin 10 sekund at taka hædd fyri fólki í endurskini, meðan hann hevur 2 sekund, um fólk ikki eru í endurskini – og tað kann vera munurin millum lív og deyða. Norsk kanning vísir, at tú minkar vandan fyri at verða árend/ur í myrkri við 85%, um tú brúkar endurskin.

Bílegg frá RFF

Fyriskiparar, ið vilja lána veingir og fáa endurskin at býta út, kunnu venda sær til Ráðið fyri Ferðslutrygd á rff@rff.fo ella á telefon 220064. Í Suðuroy er tað deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, ið umsitur veingir og endurskin. Suðuroyingar kunnu skriva til tvoroyri@trygging.fo ella ringja telefon 345667. Fyriskiparar hava sjálvir ábyrgd av at heinta veingir, taskur og endurskin og at bera aftur. Endurskinini eru frá Tryggingarfelagnum Føroyar.


« Aftur