ÓÐIN FEKK ÓGVUSLIGAN SKAÐA, HÓAST HANN VAR Í HJÁLMI

03-06-2016

Frásøgn hjá mammu Óðin, Sjannu Hentze. Óðin var í hjálmi, tá hann 25 august 2010 fleyg inn í ein vegg, tí ketan á súkkluni knappliga reyk av, tá hann súkklaði oman eina brekku.

Hóast hann á myndunum, sær út sum hann ikki var í súkkluhjálmi, so var hann - Gud havi lov - í súkkluhjálmi!

Við fullari ferð oman eftir brekkuni í Skørugøtu, leyp ketan bráddliga av, og einki var at gera. Hann brast inn í ein vegg. Fitti nábúgvin hjá okkum ringdi til mín og segði, at hon helt, at Óðin hevði brotið armin, og at maður hennara koyrdi hann á skaðastovuna. 

Tveir langar tímar á skaðastovuni og í rønkuni við einum dreingi, smurdum í blóði um andlitið, niður eftir hálsinum og víðari niður á troyggjuna, eru tveir tímar, sum eingin mamma ella pápi ynskir sær. 
Hol tvørtur gjøgnum høkuna, so tennirnar sóust í gjøgnum, har blóð fýsti ígjøgnum hvørja ferð, hann andaði inn ímillum skríggini og grátin. Armurin var brotnaður av harða smeitinum í betongveggin og vørrin, eygnaholan og pannan var skræðnað av jarnpettum, ið stungu úr vegginum á garasjuni sum stóð í gerð. 

Læknin segði "fylg við um hann er, sum hann plagar at vera, ella um nakað broytist og er, sum tú ikki heldur eigur at vera. Og ansa eftir at hann ikki sovnar ordiliga í nátt". 

Sum kvøldið leið, gjørdist høvdið á honum størri og størri, og í mínum heimi var einki, sum tað átti at vera. Eg ringdi minst fimm ferðir á skaðastovuna tað kvøldið og náttina, bara at tryggja mær at onkur var har, sum kundi siga mær, hvat eg skuldi gera. Eg sat sum ein ravnur uppiyvir honum alla náttina, og vakti hann hvønn tíma, bara so hann hugdi upp á meg og lat eg hann so sova víðari, til næsti tímin var farin. Óðin var sera ússaligur næstu 4-5 dagarnar, men hevði ikki heilasjálvta, og fann spakuliga smílið aftur aftan á nakrar dagar. 

Vit vóru heima í eina viku, og Óðin sjálvur var heima í næstan tríggjar vikur. Hann hevði afturvendandi høvupínu í eitt ár, men tað hvarv tíbetur. Tað tók honum næstan eitt ár at fara á eina súkklu aftur, men hann fór so, og hevur ongan skaða fingið aftur síðani ... tíbetur.

Hóast Óðin var í hjálmi, hevði andlitið tikið sera hart í, men høvdið fekk ongan skaða, tí hjálmurin kom so mikið langt fram um nøsina, at hann tók tann harðasta stoytin, og tað hevur alt at siga!

Ímyndið tykkum støðuna, um hann ikki hevði verið í hjálminum. 
Eg havi mangan hugsað, um skaðan høvdið hevði kunna fingið, um hjálmurin ikki var á høvdinum hendan dagin.

So BØRN, BRÚKI HJÁLMIN, LÍKA MIKIÐ HVUSSU KLIKKAÐ TIT HALDA TAÐ SÍGGJA ÚT!


« Aftur