Ferðsludagar í Perluni

01-04-2016

Síðan 1998 hevur Ráðið fyri Ferðslutryd skipað fyri ferðsludøgum fyri framhaldsnæmingum. Fyrstu árini fyri landsins 9. floks og síðani fyri 8. floksnæmingum.

Eisini vitjar Ferðslutrygd Teknisku skúlarnar við ferðsludøgum. Ferðsludagarnir verða stuðlaðir av Trygd og Tryggingarfelagnum Føroyum. 

Á degnum verða næmingarnir kunnaðir á ymsan hátt um trygga atferð í ferðsluni:

  1. Við faktuellum upplýsingum
  2. Persónligum samskifti, har næmingarnir verða tiknir uppí
  3. Frásøgn hjá avvarðandi, sum hevur mist í ferðsluni

 

Endamálið við Ferðsludøgunum er:

• At tey ungu skilja avleiðingarnar og váða

• At tey taka ábyrgd og duga at siga frá

• At tey verða eggjað til at taka trygga val í ferðsluni

•At tey grunda um ferðslu

 

Innihald í Ferðsludegi

Næmingarnir møta um morgunin og eru ein heilan dag í Perluni.

Í fyrsta partinum eru trý, sum greiða frá tryggari atferð í ferðsluni: fyrst ein koyrilærari, síðani eitt løgreglufólk og at enda ein frá sjúkraflutningstænastuni. Tey leggja dent á teir fýra størstu vandarnar, sum oftast ganga aftur í álvarsligum ferðsluvanlukkum, tað eru:

  • Ov nógv ferð
  • Rúsdrekkakoyring
  • Vantandi nýtsla av trygdarbelti og hjálmi
  • Gáloysni – herundir nýtsla av fartelefonum í ferðsluni

Aftan á matarsteðgin kemur Hjálmar Dam, sum er sjónleikari, og samskiftir við næmingarnar, har hann møtir teim ungu í eygnahædd. Hann tekur eisini tey ungu uppí og fær tey at taka støðu til ymsar tvístøður, sum tey allarflestu ungu fyrr ella seinni koma í. Tey ungu samrøða eisini sínamillum. Tey ungu sleppa sjálvi at gera niðurstøðurnar - tí tá er tað teirra veruleiki.

At enda kemur ein persónlig frásøgn frá veruleikanum. Tað er oftast ein mamma, sum hevur mist ein son, ella ein systur, sum hevur mist beiggjar. Endamálið er at ávirka tey ungu kensluliga.

Eftirmetingarnar frá bæði næmingunum og lærarum vóru serstakliga góðar. Umframt at næmingarnir eftirmeta ferðsludagin, verða teir spurdir um hugburð og royndir í ferðsluni. Her var greitt, at nógv er at arbeiða víðari við.


« Aftur