Tað nýtist ikki at kosta meiri enn 500 kr. fyri koyrikort til lítið prutl

02-06-2017

Tá farið varð undir tilgongdina at loyva 15 ára gomlum at taka koyrikort til lítið prutl (30 km/t), hevur tað alla tíðina ligið í kortunum, at ein frálæra varð knýtt at ætlanini. Í Ráðnum fyri Ferðlsutrygd hevur tað alstóran týdning, at tey ungu fáa ein góða og trygga undirvísing, har ástøðilig og verklig undirvísing er eitt krav.

Fyri at gera tað einfalt og ikki ov dýrt at ogna sær eitt koyrikort til lítið prutl, lá tað í kortunum, at skipa hesa undirvísing í fólkaskúlanum ella undir kommunalu kvøldskúlaskipanini, tá slík undirvísing áður er roynd við góðum úrsliti.

Í Ferðslutrygd meta vit tað týdningarmikið, at tey ungu fáa hesa undirvísing og ikki mugu setast aftur av teirri orsøk, at frálæran og koyrikortið verður ov kostnaðarmikið.

Sjálvt um felagið hjá kommununum ikki vildi viðmæla hesi ætlan, so er tað tó framvegis møguleiki fyri, at tær kommunur, sum ynskja tað, kunnu skipa fyri frálæru í ferðslureglum og koyrivenjing við lítlum prutli vísandi til § 46 c, stk. 2 í kunngerð nr. 60 frá 16. mai 2017 um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru.

Treytin fyri hesum er, at prutlfrálæran í kommunalu skipanini verður fyriskipað av lærarum, sum hava neyðugar fakligar og námsfrøðiligar førleikar, og sum lúka treytirnar í løgtingslóg um frítíðarundirvísing. Prutlfrálæran verður løgd til rættis við í minsta lagi 27 skúlatímum, har hvør tími í minsta lagi varir 45 minuttir. Frálæran skal fevna um í minsta lagi 15 skúlatímar í ástøði og fatan av vandaviðurskiftum og í minsta lagi 12 skúlatímar í verkligari koyrifrálæru. Øll frálæran skal spjaðast yvir í minsta lagi 10 dagar.

Vanliga liggur prísurin fyri eitt kvøldskúlaskeið í kommunalu skipanini á umleið 300-400 kr, alt eftir hvørja kommunu talan er um. Um koyrikortið framvegis fæst fyri 150 kr., so liggur prísurin um góðar 500 kr. umframt gjald fyri fyrstuhjálparskeiðið, sum nú eisini er kravt fyri tey, sum taka koyrikort fyrstu ferð.

Okkum vitandi eru tað kommunur, sum hava víst áhuga fyri at skipa fyri undirvísing av hesum slag, so  tey 15 ára gomlu kunnu taka koyrikort til lítið prutl. Í § 46 d er ásett, at prutlfrálæran fyrst kann byrja, tá næmingurin hevur fylt 14 ár og 6 mánaðir.


« Aftur