Øksl, mjadnar, stramma væl

05-11-2014

Soleiðis verður sungið í nýggjum átaki hjá Trygd og Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum er at hoyra í útvarpsrásum komandi tvær vikurnar. Norðurlendskar kanningar vísa, at millum 1/3 og helvtin av børnum í bili ikki sita rætt íbundin. Antin tí bilstólurin ella bilpútan ikki eru sett rætt í, ella tí foreldur ikki eru nóg hyggin at binda barnið rætt í. Kanningarnar vísa eisini, at vanligastu feilirnir eru, at trygdarbeltið liggur skeivt, tað vil siga undir armin, afturum bak ella á yvirarminum - ella at trygdarbeltið situr leyst.

Soleiðis verður sungið í nýggjum átaki hjá Trygd og Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum er at hoyra í útvarpsrásum komandi tvær vikurnar.

Norðurlendskar kanningar vísa, at millum 1/3 og helvtin av børnum í bili ikki sita rætt íbundin. Antin tí bilstólurin ella bilpútan ikki eru sett rætt í, ella tí foreldur ikki eru nóg hyggin at binda barnið rætt í. Kanningarnar vísa eisini, at vanligastu feilirnir eru, at trygdarbeltið liggur skeivt, tað vil siga undir armin, afturum bak ella á yvirarminum - ella at trygdarbeltið situr leyst. Harumframt at barnið situr í trygdarbelti men uttan bilpútu.

Vit vilja tað besta – men fáa klipp

Gallupkanning, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd lat gera í august 2014, vísir, at 74 % av føroyingum av og á koyra við børnum undir 15 ár í bilinum. Av hesum siga 94 % seg tryggja sær, at børnini sita rætt íbundin í góðkendari trygdarútgerð. Men vit vita frá kanningum hjá løgregluni, at klipp regluliga verða givin fyri, at børn ikki sita rætt íbundin í góðkendari trygdarútgerð. Seinastu 5 árini hava millum 50 og 134 klipp verið givin árliga fyri at hava børn undir 15 ár í bilinum, sum ikki eru rætt íbundin ella hava sitið leys.

Løtt ráð

Tað er tíbetur rættiliga lætt at binda børnini rætt í. Trygd og Ferðslutrygd vilja við átakinum geva foreldrum trý góð ráð:

1. Trygdarbeltið skal liggja um mjadnarnar og skal strammast væl. Er beltið leyst, kann tað leggja seg um búkin, og tað er vandamikið í samanstoyti. Tá er stórur vandi fyri skaða á gøgn.

2. Trygdarbeltið skal liggja um økslina, og ikki aftur um bak ella undir armin. Liggur beltið ikki um økslina, verður kroppurin tveittur frameftir, um bilurin rennir á. Tá er stórur vandi fyri skaða á høvd og nakka.

3. Stramma beltið væl, tó sjálvsagt ikki so fast, at barnið fær ilt.

At minnast hesi ráð kann verða munurin millum lív og deyða.

Endamálið við átakinum er at minna vaksin á at binda børnini rætt í trygdarbeltið í bilinum. Tá børn eru umleið 4 ár fara tey úr barnastólinum og á bilpútu við stólabaki, sum skal brúkast, til tey eru í minsta lagi 135 cm sambært ferðslulógini. Tá eru mong umleið 10 ára gomul.

Plakatir við góðum ráðum

Sangurin, ‘Øksl, mjadnar, stramma væl, stramma væl’, verður at hoyra á útvarpsrásum, eins og lýsingar verða á portalum og í bløðunum. Harumframt verða plakatir við ráðunum latnar barnagørðum og frítíðarskúlum. “Endamálið er at børn skulu sita trygg í bili. Tí vilja vit minna foreldur á nøkur einføld ráð, sum eru løtt at fylgja. Børn sita jú á bilpútu við stólabaki heilt frá umleið 4 til 10 ára aldur, so tað er umráðan at tey bera seg rætt at,” greiðir Brynhild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd frá.

Løgreglueftirlit samstundis

Samstundis sum átakið hjá Trygd og Ráðnum fyri Ferðslutrygd er sjónligt í miðlum, ger løgreglan kanningar av børnum í bili.


« Aftur