"Mann kann ikki skjóta og koyra bil í senn!"

24-10-2013

Seinasti filmurin í stuttfilmarøðini, Ránið, er nú í umfari. Hesaferð er evnið gáloysni í ferðsluni. Gáloysni er orsøkin til 3. hvørja ferðsluvanlukku. Við nýggja filminum vil Ráðið í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar hava ungfólk at geva sær far um at taka koyriuppgávuna í álvara. Tað gera vit ikki, um vit sms’a, eta, tosa í fartelefon … ella skjóta samstundis sum vit koyra bil.

Seinasti filmurin í stuttfilmarøðini, Ránið, er nú í umfari. Hesaferð er evnið gáloysni í ferðsluni. Gáloysni er orsøkin til 3. hvørja ferðsluvanlukku. Við nýggja filminum vil Ráðið í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar hava ungfólk at geva sær far um at taka koyriuppgávuna í álvara. Tað gera vit ikki, um vit sms’a, eta, tosa í fartelefon … ella skjóta samstundis sum vit koyra bil.

At ræna er eitt, men …

Eisini hesaferð flýggja teir fýra ránsmenninir í gekkaskortum undan løgregluni eftir eitt rán. Og aftur hesaferð oyðileggur bilførarin, ’Egern’, alt. Tá ránsmenninir flýggja í bili, skjóta teir. Eisini bilførarin vil upp í part og skjóta, meðan hann koyrir, og hetta er hinum ovboðið: ”Tá tú koyrir bil, koyrir tú bil. Tú kanst ikki skjóta, meðan tú koyrir bil!” deila hinir hann. Teir fýra eru samdir um at ræna, men at seta lívið í váða í ferðsluni, fer út um mørkini hjá trimum teirra. Sum vinfólk hava vit skyldu at leggja útí, um vit síggja onnur bera seg skeivt at. Tað gera hesir eisini – tó nakað harðrendari enn vanligt er.

Filmurin er bersøgin og ber ikki brá av moraliserandi fremstafingri - í staðin tosar filmurin sítt egna mál, ið ungdómurin skilur. Og endin er rættiliga harðmøraður. Trýst her at síggja filmin.

Gáloysni kostar lív 

Greitt er at gáloysni í ferðsluni er ein munandi orsøk til ferðsluvanlukkur. Kanningar vísa, at 30% av øllum ferðsluvanlukkum hava gáloysni sum avgerandi orsøk. Flestalt virksemi inni í bilinum, ið hevur við sær gáloysni, er virksemi, ið tú kundi sloppið tær undan. Her verður hugsað um til dømis nýtslu av fartelefon, GPS-útgerð, at eta/drekka, at roykja og at leita eftir mistum lutum. Koyrir tú 80 km/t og hyggur eftir telefonini í bert 4 sekund, merkir hetta at tú koyrir 89 metrar í blindum.

Ung um gáloysni

Sum fyrireiking til átøkini skipaðu Ráðið fyri Ferðslutrygd og Tryggingarfelagið Føroyar fyri trimum fokusbólkum fyri ung kring landið, har tey umrøddu sín hugburð til ferðslu. Ein av niðurstøðunum var, at tey ungu hildu seg oftast kunna koyra bil samstundis sum tey tosa í telefon, eta, drekka, roykja, tosa við síðumannin ella skifta tónleik. Tó hildu tey tað elvdi til mest gáloysni í ferðsluni, um ein skrivar sms ella speglar sær, meðan ein koyrir.

Filmar vístir 20.000 ferðir

Hinir báðir filmarnir eru væl móttiknir. Tann fyrsti, ’Ránið – the rodent’ er vístur fleiri enn 14.000 ferðir, tann næsti, ’Ránið – the click’ er vístur 6.400 ferðir. Átakið er á facebook og filmarnir liggja á youtube.com, eins og teir síðani fyrsta filmin i juli hava verið vístir í Havnar Bio.

Meðan átakið hjá Ráðnum og Tryggingarfelagnum Føroyar er, ger løgreglan kanningar av nýtsluni av handhildnum fartelefonum í ferðsluni. Bótin fyri at brúka handhildna fartelefon, meðan tú koyrir bil, er kr. 500. Ráðið metir, at hendan bót átti at verið hækkað.


« Aftur