Fótbóltsleikarar í trygdarbeltum

30-08-2015

Frá 30. august og nakrar vikur fram fara nøkur lið at leika í troyggjum við trygdarbeltum. Talan er um HB, AB, FC Suðuroy, ÍF og KÍ 1. deild kvinnur. Endamálið er at varpa ljós á týdningin av trygdarbeltum undir heitinum, ‘Ferðsla er ikki eitt spæl – nýt altíð trygdarbelti’.

Frá í dag og nakrar vikur fram fara fótbóltsleikarar í fýra liðum í Effodeildini og eitt kvinnulið í 1. deild at leika í troyggjum við trydarbelti á. Talan er um HB, AB, FC Suðuroy, ÍF og  KÍ 1. deild kvinnur. Endamálið er at varpa ljós á týdningin av trygdarbeltum undir heitinum, ‘Ferðsla er ikki eitt spæl – nýt altíð trygdarbelti’.

Mong brúka trygdarbelti, men …

Tá tað gongur galið bilvanlukku, ert tú í ørmunum á trygdarbeltinum. Hetta hava flestallir føroyingar ásannað. Tí brúkar stórur partur av okkum trygdarbelti. Tann lítli parturin, sum framvegis koyrir uttan trygdarbelti, er týðiliga yvirumboðaður í deyðsvanlukkum.

Gallupkanning frá apríl í ár vísir, at 96 % av føroyingum siga seg altíð brúka trygdarbelti, tá tey eru bilførarar ella sita frammanfyri. Sita fólk á baksetri, siga 85 % seg altíð brúka trygdarbelti. Er talan um busskoyring eru bert tilsamans 49 %, sum siga seg altíð brúka trygdarbelti, um tað er tøkt í bussinum. Millum ung 15-24 ár eru einans 27 %, sum siga seg brúka trygdarbelti í bussi, sum er harmiligt, tá væntast kann, at serliga ung koyra í bussi.

Samstarv millum FSF, Tryggingarfelagið Føroyar og Ferðslutrygd

Hetta átakið er samstarv millum Tryggingarfelagið Føroyar, Fótbóltssamband Føroya og Ráðið fyri Ferðslutrygd. Fótbóltssamband Føroya fegnast um samstarvið. Virgar Hvidbro, aðalskrivari: “FSF ynskir at seta trygdina í hásæti bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Ungdómurin er uttan iva mest útsetti bólkurin í ferðsluni, og hann náa vit í fótbóltinum. Vónandi fer hetta átak at forða, at fólk verða illa løstað ella missa lívið í ferðsluni.”

”Okkara endamál er at skapa tryggleika, og tí gleðast vit um hetta breiða samstarvið millum hesar tríggjar ymisku partarnar. Eitt gott samstarv, ið kemur øllum føroyska samfelagnum til gagns,” sigur Regin Hammer, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum.

Hetta er annað árið við hesum átaki. Í fjør vóru tað fýra onnur lið, ið leikaðu í trygdarbeltum. Í sambandi við átakið hevur Ráðið vitjað liðini og greitt frá um týdningin av trygdarbelti fyri trygdina í ferðsluni. Trygdarbelti kann lættliga vera munurin millum lív og deyða.

Eisini fingu leikararnir høvi at royna simulatorin, Hvølvus, har teir kendu máttin hjá trygdarbeltinum í akfari ið bóltar runt. Samstundis lærdu teir at sleppa rætt úr bilinum, tá hann støðgar á takinum.

Umframt at átakið er sjónligt á føroysku fótbóltsvøllunum, verður tað sjónligt í sosialum miðlum komandi vikurnar. 


« Aftur