Vís tíðindi og tiltøk


Sjálvvirkandi bakljós kunnu vera falskur tryggleiki

22-01-2015

Hevur tú nýggjan bil, eigur tú at kanna, hvussu bakljósini virka. Tað kann skapa vandamiklar støður í ferðsluni, um sjálvvirkandi bakljós ikki eru tendrað í skýming, regni og mjørka og aftanfyri koyrandi ikki síggja teg.

Hevur tú nýggjan bil, eigur tú at kanna, hvussu bakljósini virka. Tað kann skapa vandamiklar støður í ferðsluni, um sjálvvirkandi bakljós ikki eru tendrað í skýming, regni og mjørka og aftanfyri koyrandi ikki síggja teg.

Ráðið fyri Ferðslutrygd fingið nógvar áheitanir frá fólki, ið hava ampa av bilum, har lyktirnar ikki lýsa.

Sløktar baklyktir

Bilar við sløktum baklyktum eru eisini lutfalsliga ofta at síggja á føroysku vegunum. Hetta er orsakað av EU-direktivi sum áleggur bilframleðarum í EU at lata koyriljósið tendra samstundis sum bilurin verður tendraður – men kravið er bara til framlyktirnar. Hetta hevur við sær, at baklyktirnar á mongum nýggjum bilum ikki tendra sjálvvirkandi, sum flestøll helst eru von við. Ein av grundgevingunum fyri hesum var, at minkaða nýtslan av billyktum skuldi hava jaligt árin á umhvørvið við minni nýtslu av brennievni og harvið minni CO2-útláti.

Skýming, mjørki, kavarok

Nakrir bilar eru soleiðis innrættaðir, at baklyktirnar tendra sjálvvirkandi, tá tað tørvar. Í øðrum verður bilførarin mintur á at tendra ljósið, til dømis við at tað ikki er ljós í tólborðinum. Trupuleikin við summum av bilunum er, at bakljósini ikki tendra sjálvvirkandi, fyrr enn tað er rættuliga myrkt. Trupulleikin sæst serliga í skýming, toku, kavaroki ella lutvís upplýstum bergholi, við tað at her tenda ljósini ofta ikki. Tað kann vera trupult at minnast til at tendra tær, tá tað fer at skýma ella mjørki kemur.

Tí er umráðandi, at bileigarar kunna seg um, hvussu ljósið virkar. Í summum bilasløgum ber til at innrætta baklyktirnar, so tað altíð er koyriljós aftan, og í øðrum sløgum ber tað ikki til.

Góð ráð

Hevur tú bil, har lyktirnar ikki tendra sjálvvirkandi:

  • Kanna, um til ber at broyta tað, so lyktirnar altíð eru tendraðar, tá tú koyrir
  • Ven teg við altíð at tendra lyktirnar, tá tú startar bilin

Sært tú tin bil uttan ljós:

  • Blunka við langljósi, fyri at minna á bilføraran at tendra


« Aftur