Á prutli

Á prutli ert tú partur av bleytu ferðsluni. Bleyt ferðsla er fólk til gongu, á súkklu og á prutli, meðan hørð ferðsla er bilar, lastbilar o.l. Bleyt ferðsla eru ferðandi, sum eru illa vard og tískil í størri vanda í ferðsluni enn hørð ferðsla, har tann ferðandi m.a. er vard/ur av eini kabinu.

Í ferðsluni hava øll skyldu til at vísa atlit hvør fyri øðrum, men serlig atlit skulu vísast bleytu ferðsluni, sum er í størri vanda fyri at fáa álvarsligan skaða.

Vandin fyri at doyggja ella fáa álvarsligt mein á prutli er sambært norðurlendskum hagtølum uml. 10 ferðir størri enn at vera til gongu ella á súkklu. Ungir dreingir eru yvirumboðaðir í hagtølunum um ferðsluvanlukkur á prutli. Orsakirnar til vanlukkurnar eru ofta ov nógv ferð (tí prutlið er tunað), rúsdrekkakoyring og vantandi hjálmur.

 

Koyr trygt á prutli

Her kanst tú lesa um munin millum lítið og stórt prutl og hvørji koyrikort eru kravd. Eisini fært tú svar, hvat hendir, um tú koyrir ólógliga á prutli.

Vit skyna millum tvey sløg av prutlum:

 

Lítið prutl

  • Kann koyra 30 km/t
  • Aldursmarkið er 15 ár
  • Tú kanst taka koyrikort til lítið prutl á kvøldskúla, tá tú ert yngri enn 18 ár. Hetta er tó enn bert skipað í nøkrum kommunum.
  • Hevur tú koyrikort til bil, motorsúkklu ella stórt prutl, er koyrikortið eisini galdandi fyri lítið prutl.
  • Sum meginregla skalt tú fylgja ferðslureglunum fyri súkklur. Tó er altíð neyðugt at hyggja væl eftir skelting, um prutl t.d. er bannað. 

Reglur fyri lítið prutl

 

Stórt prutl

  • Kann koyra 45 km/t
  • Aldursmarkið er 16 ár
  • Tú kanst koyra stórt prutl, tá tú ert fylt/ur 16 ár og hevur tikið koyrikort til antin stórt prutl, ella hevur tikið koyrikort til  bil ella motorsúkklu

 – Reglur fyri stórt prutl