Ferðsluvenjingar til gongu

Tá barnið skal læra at ferðast sjálvt í ferðsluni, eru serliga tvey øki, dentur eigur at vera lagdur á. Annað er upplæring og venjing, sum kunnu ávirka bráðræsna lyndið hjá barninum. Hitt er at økja kunnleikan um ferðslu, soleiðis at barnið fær eina betri fatan av tí, sum hendir og kann henda.

 

Sjálvstamarhald

Sjálvstamarhald er tongt at búningarstignum hjá barninum, men kann verða ávirkað við upplæring og venjingum. Tað hjálpir væl at tosa við barnið um avleiðingarnar av ávísum atburði. Hvat hendir í ferðsluni, hvat kann henda og hvat kunnu vit gera fyri at sleppa undan at verða yvirkoyrd?

 

Eisini er týdningarmikið, at barnið fær grundleggjandi royndir, soleiðis at tað megnar motoriskar avbjóðingar so sum at kunna bráðsteðga. Tí eru spøl og venjingar, sum bøta um reaktiónssnarleika, javnvág og samskipan av rørslum týðandi partur av vanlukkufyribyrging í ferðsluni.

 

Ferðsla í barnahædd

Børn duga ikki at hugsa og bera seg at sum vaksin í ferðsluni. Teimum vantar royndir, tey eru lítil, og teirra menningarstig ger, at tey hava fleiri avbjóðingar í ferðsluni enn vaksin. Ferðslan sær eisini øðrvísi út í barnahædd. Fyri at læra barnið at bera seg at í ferðsluni, mugu vit síggja umhvørvið við eygunum á barninum.

 

Góðir vanar

Børn hava lætt við at taka ímóti reglum, meðan tey enn eru smá. Tey kenna seg trygg, tá tey vita, hvussu tey skulu bera seg at. Tí er lætt at byrja góðar ferðsluvanar, meðan børnini enn eru smá og løtt at ávirka.

 

Ferðsluvenjingar

Niðanfyri eru uppskot til ferðsluvenjingar, sum tú kanst gera saman við barninum.