Endurskin

Endurskin eru týdningarmikil í myrkri. Tey gera fólk til gongu sjónlig og fyribyrgja sostatt ferðsluóhappum. Serliga umráðandi er at nýta endurskin um veturin, tá myrkt er stóran part av samdøgrinum.

 
endurskin_4.jpg

Brúkar tú endurskin í myrkri, minkar vandin fyri at fáa skaða til gongu í ferðsluni við uml. 85 %, sambært norska Transportøkonomisk Institutt (TØI).

Hygg at filmi, sum vísir mun á degi og nátt:

FILMUR frá undirvísingartilfari

Soleiðis virka endurskin

Eitt endurskin er gjørt úr smáum glaslinsum ella smáum mikroprismum. Hesar geva afturskinið av ljósi í endurskininum. Tá ið ljós frá lyktunum á einum bili raka endurskinið, kasta tær ljós aftur sama veg, haðani ljósið kom.

Á fakmáli verður afturskin nevnt retrorefleksjón, sum merkir, at ljósstrálan verður kastað aftur í somu ætt.

Endurskin kann bjarga lívi

Brúkar tú endurskin, sæst tú úr 140 metra fjarstøðu, um bilurin brúkar nærljós. Brúkar tú ikki endurskin, sæst tú nústani, tá bilurin er 25-30 metrar burturfrá. Roknað um til tíð, hevur bilførarin ávikavist 10 sekund og 2 sekund at umráða seg í, alt eftir um tú brúkar endurskin ella ikki. Endurskin eru ein bílig lívstrygging.

Gøtuljós geva falska tryggleikakenslu, og mong halda, at tað er óneyðugt at brúka endurskin, har gøtuljós eru. Soleiðis er ikki. Flestu ferðsluóhapp við fólki til gongu henda í bygdum øki. Hóast tú sært bilin, er ikki víst, at bilførarin sær teg. Nýt tí altíð endurskin, tá tú ert til gongu í myrkri.

 

Góðkenning

Mælt verður til einans at nýta endurskin við evropeisku góðkenningini EN 13356, ella EN 17353, so tú lýkur treytina um, at endurskinið skal síggjast úr 140 metra fjarstøðu.

Endurskinsvestar skulu verða merktir við góðkenningini EN 471, EN 20471, EN 1150, ella EN 17353.

Er nógv prent á endurskininum, er afturskinið avmarkað. Minst 15 cm2 av skyggjandi tilfarinum á einum endurskini skulu vera uttan prent, skal endurskinið lúka lógarfestu treytirnar.

Viðlíkahald

Vaska endurskinini av og á. Virknaðurin hjá endurskinum viknar sum frálíður, og endurskin eiga at verða skift út, tá tey eru uml. tvey ár.

Hvar skulu endurskin festast?

Endurskinini skulu festast lágt, so billyktirnar raka á tey. Tey eiga at vera sjónlig úr øllum síðum. Skilagott er eisini at festa tey, so tey flyta seg. Ansa eftir, at taskur, turriklæði o.a. ikki kemur fyri endurskinini. Tað er eitt gott hugskot at seta endurskin á taskur, barnavognar og á hundin.

Leys endurskin

Leyst endurskin skal hanga í einum bandi, so tað sveiggjar aftur og fram, tá tú gongur ella rennur. Best er at hava eitt endurskin á hvørjari síðu.

Endurskin á beinunum

Endurskin rundan um beinini eru góð, tí tey síggjast væl úr øllum ættum. Set tey beint undir knøini ella longri niðri. Til ber at nýta endurskin at festa/smoyggja um beinini ella at seyma endurskinsbond á buksurnar.

Klisturmerki

Klisturmerki við endurskinum kunnu setast á klæði, tasku, skógvar ella líknandi. Minst til endurskin bæði aftan og framman.

Endurskinsvestar

Í endurskinsvesti sæst tú væl, tá vesturin er í sterkum litum og hevur breið endurskin allan vegin runt. Børn eru í lyktahædd, og tí síggjast tey væl, um tey eru í endurskinsvesti. Eisini hjá vaksnum eru endurskinsvestar hentir, tá tú ert til gongu, á súkklu ella á rennitúrinum.

Vit mæla til

  • Endurskin eiga at vera í knæhædd, so ljósið frá billyktunum rakar í mestan mun.

  • Endurskin, sum flyta seg, síggjast best.

  • Brúkar tú tvey endurskin, sæst tú úr báðum síðum, tá tú fert tvørtur um vegin.

  • Skøvur minka um afturskinið, so skift gomul endurskin út.

  • Ein endurskinsvestur, sum verður nógv brúktur og vaskaður ofta, eigur at verða skiftur út árliga, tí evnini at kasta ljósið aftur farast.

  • Brúka bara endurskin við evropeiska góðkenningini EN 13356.