Heilt appilsinfríur

- ársins kokkteylur uttan alkohol 2019

GUTTI WINTHER hevur ment ein spildurnýggjan kokkteyl við smakkinum av føroyskum sumri. Og tað besta er, at nú kanst tú smakka tær á – og framvegis koyra bil!

 

Uppskrift til 4 gløs

Hetta skalt tú brúka:

  • 3 dl rabarbusaft*

  • 2,5 dl ingifersodavatn

  • 1 stjørnuanis

  • Hvannsukur**

  • Ísterningar

Soleiðis gert tú:

Fyll 4 coupé-gløs við ísterningum. Koyr síðan ísterningar, rabarbusaft og stjørnuanis í eitt blandiílat. Hvussu æt sangleikurin, sum Rútmiska kórið í Hoydølum skipaði fyri í 1997? SKEYK! Koyr ísterningar úr køldu gløsunum. Dyppa glasrondina í vatn og síðani í sukrið. Aha – akkurát! Har fórt tú frá heimabartendara til mixolog. Nú skeinkir tú rabarbusaft í og fyllir við ingifersodavatn. Frískt og freistandi. Ger so væl – ein heilt appilsinfríur.


* ÓMAKALEYS RABARBUSAFT

175 g reyðar, smáttskornar rabarbur
50 g rørsukur
2,5 dl vatn
1 stjørnuanis

Kóka upp. Skrúva niður. Lat smákóka í 15 min. Síla frá og goym kalt. Ómakaleyst!


** FORKUNNUGT HVANNSUKUR

1 dl rørsukur
1 stelk av hvonn við bløðum

Skálda hvonnina í 15 sekund og legg hana so í ísakalt vatn. Turka og blenda hana við sukrinum. Set ovnin á 50 stig at seinturka hvannsukrið í 4 tímar, til tað er stadnað. Klumpast tað, mjølvar tú tað sundur í blendaranum aftaná. Forkunnugt!


Forrige
Forrige

Sýrutripp