Á prutli

Prutlini eru partur av bleytu ferðsluni. Bleyta ferðslan fevnir um fólk til gongu, á súkklu og á prutli, meðan hørð ferðsla eru bilar, lastbilar o.l. Tey í bleytu ferðsluni eru illa vard og tískil í størri vanda enn tey í hørðu ferðsluni, tí hesi eru m.a. vard av eini kabinu.

Images_RFF_Prutl og motorsúkklur_RFF_knallert_048.jpg

Øll hava skyldu til at vísa atlit fyri hvørjum øðrum í ferðsluni. Men serlig atlit skulu vísast teimum í bleytu ferðsluni, tí tey kunnu lættari fáa álvarsligan skaða.

Vandin fyri at doyggja ella fáa álvarslig mein á prutli er uml. 10 ferðir størri enn at vera til gongu ella á súkklu. Her eru ungir dreingir yvirumboðaðir. Orsakirnar til vanlukkurnar eru ov nógv ferð (tí prutlið er tunað), rúsdrekkakoyring og vantandi hjálmur.

Koyr trygt á prutli

Vit skyna millum tvey sløg av prutli:

Lítið prutl

  • Kann koyra 30 km/t.
  • Aldursmarkið er 15 ár.
  • Tú kanst taka koyrikort til lítið prutl á kvøldskúla. Hetta er skipað í summum kommunum.
  • Hevur tú koyrikort til bil, motorsúkklu ella stórt prutl, geldur koyrikortið eisini fyri lítil prutl.
  • Sum meginregla skalt tú fylgja ferðslureglunum fyri súkklur. Hygg tó altíð væl eftir skeltunum, um prutl t.d. er bannað.

Stórt prutl

  • Kann koyra 45 km/t.
  • Aldursmarkið er 16 ár.
  • Tú kanst koyra stórt prutl, tá tú ert blivin 16 ár og hevur tikið koyrikort til antin stórt prutl, bil ella motorsúkklu. Tú kanst koyra stórt prutl, tá tú ert blivin 16 ár og hevur havt koyrikort til lítið prutl í minsta lagi í eitt ár.
 

Hjálmur og prutl

Tað er lógarfest, at tú skalt brúka góðkendan hjálm, tá tú koyrir prutl. Hjálmurin skal fylgja altjóða ECE-krøvum, og eitt E-frámerki skal vera í hjálminum, sum vísir, at hann er góðkendur.

Images_RFF_Prutl og motorsúkklur_RFF_knallert_238.jpg

Hjálmurin kann vera munurin millum lív og deyða. Hann forðar ikki fyri, at óhappið hendir, men hann kann gerast avgerandi munurin millum ferðsluóhapp og deyðsvanlukku. Ferðin nýtist ikki eingongd at vera nógv, fyri at avleiðingarnar kunnu vera álvarsligar, um tú ikki brúkar hjálm. Krassjar tú við 30 km/t, svarar tað til at detta av 2. hædd.

Hvat er ein góður hjálmur?

Tá tú keypir hjálm, mást tú velja ein, sum situr væl á høvdinum. Tú skalt ikki kunna taka hjálmin av høvdinum við at taka í hjálmin aftan og hála frameftir. Hann skal heldur ikki kunna flyta seg til síðurnar, tá tú heldur høvdið stilt.

Ein hjálmur heldur í eini 2-5 ár. Minst til at høkureim, høkureimsfesti og høkureimslás skulu skiftast javnan.

Onnur trygdarútgerð

Hjálmurin er einasta lógarkravda trygdarútgerðin til prutl, men hvussu so við klæðunum? Tað er gott at verja hendurnar við leðurhandskum, tí tú tekur fyrst fyri tær við hondunum, skuldi tú dottið.

Leður er sterkasta tilfarið til motorsúkkluklæðir, tí tað verjir húðina og kroppin. Vit mæla til at nýta sterk klæðir á prutli eisini. Og hugsa eisini um føturnar, tí tær liggja ofta undir, tá tú dettur, og tí er gott at vera í góðum, sterkum skóm.

 

Ung og prutl

Tá tú ert millum 15 og 24 ár, ert tú í vandamesta tíðarskeiðnum í ferðsluni. Hesin aldursbólkur er yvirumboðaður í ferðsluvanlukkum í Føroyum eins og í flestøllum øðrum londum.

Í tíðarskeiðnum 1970-2006 myndaðu okkurt um 18% av samlaða fólkatalinum í Føroyum, men tey stóðu fyri 40% av deyðsvanlukkunum í ferðsluni.

Hetta kemst serliga av, at nøkur ung í hesum aldrinum:

  • Koyra prutl og seinni bil.

  • Koyra ólógliga, taka váðar og eru gáloysin í ferðsluni.

  • Koyra uttan hjálm.

Prutlið ber meira vanda við sær í ferðsluni enn onnur akfør. Hyggja vit at, hvussu nógvar vanlukkur standast av súkklum, bilum og prutlum í mun til, hvussu nógvar kilometrar tey koyra, so eru flest ferðsluvanlukkur á prutli. Tað er meira enn 10 ferðir so vandamikið at koyra á prutli enn at vera til gongu. Og tað er meira enn 100 ferðir so vandamikið at koyra prutl enn bil.

Ferðsluvanlukkur á prutli

Fyri hvønn kilometur, tú koyrir, er tað umleið 10 ferðir vandamiklari at koyra prutl enn at súkkla.

Vanligastu vanlukkurnar á prutli

Flestallar vanlukkur við ungum á prutli eru stakvanlukkur (har eingin annar er í vanlukkuni enn tann, sum koyrir prutlið). Helvtin av stakvanlukkum henda, tí prutlkoyrarin er ávirkaður av rúsdrekka. Hin helvtin hendir ofta, tí prutlkoyrarin er gáloysin og fer at slingra, ella koyrir alt ov skjótt og ikki megnar at reagera, tá til dømis hol er í vegnum ella einhvør forðing.

Eisini henda nøkur óhapp í vegakrossum, har prutlið veðrur rakt av bili, ið skal snara, umframt óhapp, har prutlkoyrarin brýtur sína víkiskyldu og koyrir út fyri bil.

Ferðin hevur stóra ávirkan á, hvussu stóran skaða tú fært. Tess meiri ferð, tess størri skaðin. Ringastu skaðarnir eru skaðar í høvdið. Brotin armur ella bein kunnu vaksa saman aftur, men ein løstaður heili kann ikki umvælast. Koyr tí altíð í hjálmi – fyri tína skyld.

Eldri prutlkoyrarar eru lutfalsliga ofta í vanlukkum vegna rúsdrekkakoyring.

Rúsdrekka og prutl – ein vánalig samanseting

Ofta verður tosað um rúsdrekkakoyring í sambandi við bilførarar, sum sita við róðrið. Men rúsdrekkakoyring á prutli er tíverri ikki ókent.

Tøl vísa, at í prutlvanlukkum, har onkur fær álvarslig mein ella doyr, hevur prutlkoyrarin verið rúsdrekkaávirkaður í nærum 4. hvørjum føri. Harumframt kanst tú fáa bót og missa rættin at koyra prutl. Hendir hetta fleiri ferðir, missir tú prutlið.

Promillumarkið fyri prutl er tað sama sum fyri bil: 0,2 promilla. Hevur tú drukkið ov nógv til at koyra bil, skalt tú eisini lata prutlið standa.

Bøtur

Tað eru strangar reglur fyri at koyra ólógliga á prutli.

Nakrar reglur eru tær somu fyri stórt og lítið prutl. Tú fært eitt nú bót, um:

  • Tú ikki ert í góðkendum hjálmi.

  • Tú ert ávirkað/ur av rúsdrekka ella ólógligum rúsevni.

  • Fleiri enn ein situr á prutlinum.

  • Prutlið er tunað.

  • Tú ikki hevur ábyrgdartrygging.

Er prutlið tunað?

Politiið hevur eitt sonevnt 'rullufelt', so tey lættliga kunnu máta á staðnum, hvussu skjótt eitt prutl kann koyra. Hava tey ikki rullufeltið við, kunnu tey taka prutlið við sær og kanna tað.

Lítið prutl
Ásannar politiið við eini máting, at prutlið koyrir skjótari enn 30 km/t, er prutlið ólógligt.

Vísir mátingin, at prutlið koyrir skjótari enn ásett niðanfyri, verður bótin tillagað alt eftir, hvussu skjótt prutlið er mátað at koyra. Harumframt kann bæði treytað og treytaleys frádøming av koyrikortinum koma upp á tal.

  • Millum 30 og 39 km/t er bótin 700 kr.
  • Millum 40 og 48 km/t er bótin 1.000 kr.
  • Millum 49 og 60 km/t er bótin 1.500 kr + treytað frádøming av koyrikortinum, um ferðin er omanfyri 50 km/t.
  • Omanfyri 60 km/t er sektin 1.500 kr + treytaleys frádøming av koyrikortinum, um ferðin er omanfyri 70 km/t.

Herumframt verður bót givin fyri at hava framt bygnaðarbroytingar. Hon verður løgd oman á bótina fyri at koyra ov skjótt:

Fyrstu ferð: 1.000 kr.
Aðru ferð: 1.000 kr.
Triðju ferð: 1.500 kr., umframt at hald kann verða lagt á prutlið.

Stórt prutl
Ásannar politiið, at prutlið er ólógligt:

Fyrstu ferð: Bót
Aðru ferð: Bót
Triðju ferð: Treytað frádøming av koyrikorti (øll sløg) + bót + hald verður lagt á prutlið.

Verður prutlið mált á rullufelti til at kunna koyra 64 km/t ella skjótari:

Fyrstu ferð: Bót
Aðru ferð: Bót
Triðju ferð: Verður lagt upp til treytaleysa frádøming av førararættinum + bót.

Kann prutlið koyra 60-63 km/t, fært tú bót umframt klipp í koyrikortið.

Bøtur:

  • Millum 46 og 59 km/t : 700,00 kr.
  • Millum 60 og 72 km/t: 1.500,00 kr. + klipp yvir 60 km/t og treytað frádøming yvir 65 km/t.
  • Millum 73 og 90 km/t : 2.000 kr. + treytaleys frádøming yvir 85 km/t
  • Oman fyri 90 km/t: 2.000 kr. + treytaleys frádøming yvir 85 km/t

Um tú verður tikin í ferðeftirliti

Verður tú tikin fyri at koyra ov skjótt, fært tú bót. Støddin á bótini veldst um ferðina.

Hámarksferðin fyri lítil prutl er 30 km/t, og fyri stór prutl er hon 45 km/t. Koyrir tú 60% ov skjótt, missir tú rættindi at koyra prutl treytað. Vísir tað seg eisini, at prutlið er ólógligt, verða báðar bøturnar lagdar saman (tvs. ferðbótin og bótin fyri ólógligt prutl).

Bøtur

Støddir á bótum, um ferðin er ov høg

Treytað frádøming merkir, at gert tú ikki onnur lógarbrot, skalt tú bara gjalda bótina. Men um tú seinni koyrir skjótari enn tilskilað í talvuni, missir tú eisini rættin at koyra prutl treytaleyst.

Treytaleys frádøming merkir, at koyrir tú skjótari enn 85 km/t, missir tú rættin at koyra prutl treytaleyst.

Hevur tú ikki tikið koyrikort til prutl?

Koyrir tú uttan galdandi koyrikort, verður tað dýrt.

Lítið prutl

Koyrir tú lítið prutl uttan koyrikort:

Fyrstu ferð: kr. 2000

Aðru ferð: kr. 4000

Bótin verður ikki sett niður fyri tey, sum eru undir 18 ár, og ei heldur tey, sum hava serliga lága inntøku.

Stórt prutl

Stórt prutl fylgir somu upphæddum sum onnur motorakfør:

Fyrstu ferð: 5.000 kr.

Aðru ferð: 6.000 kr

Triðju ferð: 7.500 kr

Fjórðu ferð: 10.000 kr

Fimtu ferð: 7 dagar fongsul.

Einki koyrikort uppi á tær?

Hevur tú koyrikort, men ikki uppi á tær, tá tú koyrir, er bótin kr. 700 fyri lítið og stórt prutl.

Nær verður hald lagt á prutlið?

Inndráttur fer fram, tá triðja brotið er gjørt innan 4 ár eftir fyrstu bótavgerðina, og hægst 2 ár eftir ta aðru bótavgerðina. Tað eru dagfestingarnar frá fyrru avgerðunum, sum liggja til grundar. Avgerðardagfestingin er vanliga, tá bótin verður goldin.

Verður tú t.d. tikin 1. januar 2020 og fært sektaruppskot at gjalda, skal upphæddin gjaldast fyri at telja við til næsta brot, sum er skrásett 1. august 2020. Liggur eingin avgerð frá 1. januar 2020 til hann verður tikin aftur 1. august 2020, so verður tað tikið sum eitt brot. Tað skal fyriliggja ein avgerð millum brotini fyri at hava endurvirknað.

Inndráttur verður sum høvuðsregla rættað móti eigara.

Annars eru reglurnar í borgarligu revsilógini um inndrátt galdandi.

Trygging

Lógin krevur, at tú teknar tær ábyrgdartrygging til prutlið. Er prutlið ikki tryggjað, kann tað verða dýrt at vera við í einum ferðsluóhappi. Eisini um óhappið ikki var tín skyld.

Ábyrgdartryggingin fevnir um skaðar á onnur fólk og lutir hjá øðrum. Eisini kanst tú tekna eina skrokktrygging, sum fevnir um skaðar á sjálvt prutlið. Alt eftir hvussu nógv ár tú ert, kunnu tú ella foreldrini tekna eina vanlukkutrygging, sum fevnir um teg, skuldi ein vanlukka hent.

Tað kann blíva rættiliga dýrt, um tú ikki hevur lógarásettu ábyrgdartryggingina, og tú ert við í einum ferðsluóhappi.

Eitt dømi:

Jógvan er 16 ár og koyrir á einum prutli, sum ikki er tryggjað. Ein maður traðkar útfyri, og Jógvan rennir á mannin. Jógvan kundi ikki vart seg fyri, at samanstoyturin hendi, men sambært ferðslulógini hevur hann ábyrgdina av óhappinum og heftir tískil eisini fyri øllum krøvum í sambandi við møguligan persónsskaða. Maðurin fær stóran skaða og liggur sjúkrameldaður í tríggjar mánaðir. Meinstigið hjá honum verður sett at vera 8 %.

Jógvan skal rinda fyri:

  • Mista arbeiðsinntøku í tríggjar mánaðir (tí maðurin ikki er fastløntur)
  • Sviða í tríggjar mánaðir
  • Mistan arbeiðsførleika
  • Meinendurgjald
  • Útreiðslur til uppvenjing

Upphæddin kann tá liggja oman fyri hálva millión. Ikki smávegis skuld hjá einum 16 ára gomlum dreingi.

Gev gætur!

Koyrir tú púra ábyrgdar- og fyrilitarleyst, kann vera, at ábyrgdartryggingin ikki tekur við, um tú ert við í einum ferðsluóhappi.

Foreldur at ungum á prutli

Visti tú, at prutlið er vandamiklasta akfarið?

Tað er meira enn 10 ferðir so vandamikið at koyra prutl enn at vera til gongu ella at súkkla. Og tað er meira enn 100 ferðir vandamiklari at koyra prutl enn at koyra bil. (Keldur: Sikker Trafik og Trygg Trafikk)

Hóast aldursmarkið er 16 ár, sæst á hagtølunum, at nógv ungfólk, sum eru væl yngri, eisini verða løstað í ferðsluvanlukkum á prutli.

Hvat kunnu foreldrini gera?

Barnið lurtar eftir tær, og í hesum føri er leikluturin sum foreldur umráðandi. Gerið greiðar avtalur og tosið um, hvat er loyvt, og hvat ikki verður góðtikið.

Tey ungu hava brúk fyri greiðum leiðreglum og at fáa at vita, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Vís áhuga, tá tey greiða frá sínum ynski um at koyra prutl, og set tú orð á tínar stúranir. Ofta tora ungfólk ikki at siga frá yvir av vinfólki, og tí kann vera lættari hjá teimum at brúka strong foreldur sum umbering, heldur enn at vísa á egin mørk.

Hygg at filmi um at vera foreldur at ungum í ferðsluni.

Gerið avtalur saman

Ger greiðar avtalur við barnið, so eingin ivi er um, hvussu tað skal bera seg at í ymsum støðum. Tað kann eitt nú vera avtalur um altíð at brúka hjálm og ikki at koyra undir ávirkan. Avtalið eisini, hvørjar avleiðingarnar verða, um avtalurnar verða brotnar. Minn barnið á avtalurnar við jøvnum millumbilum, so tær ikki verða gloymdar.

Tryggja tær, at bæði tú og barnið kenna og virða reglurnar, sum eru galdandi fyri prutl.

Er prutlið lógligt?

Heilt nógv ungfólk tuna prutlini, so tey kunnu koyra skjótari, enn loyvt er. Tað er bæði vandamikið og ólógligt at tuna prutl. Ivast tú, um títt barn koyrir á einum tunaðum prutli, kanst tú kanna tað við at hyggja at hesum:

Útstoyt í bjørtum litum

Er útstoytið blátt, grønt ella reytt, er tað heilt vist tunað. Flestu útstoyt eru svørt ella silvurlitt.

Luftfiltur í bjørtum litum

Lóglig luftfiltur eru sum oftast ikki litføgur. Hava luftfiltrini á prutlinum bjartan lit, er prutlið kanska ólógligt.

Kanna motorin

Vilt tú kanna, um prutlið koyrir ov skjótt, kanst tú seta prutlið á standaran, tendra motorin og spita upp. Eitt lógligt prutl ljóðar eitt sindur overvað, meðan eitt ólógligt ljóðar ógvusligt og ilskt.

Gev gætur!

Tryggingin tekur ikki við, um eitt tunað prutl er í ferðsluóhappi.