Útgerð á súkkluni

Kannar tú súkkluna við jøvnum millumbilum? Súkklur skulu verða útgjørdar, bæði so tær er lógligar, men eisini so tú ella barnið kunnu súkkla trygt.

Tjekklisti

  • Lyktir: Baklyktin skal lýsa reytt. Framlyktin skal lýsa bjart hvítt ella bláligt. Baklykt og framlykt kunnu blinka, men tær skulu síggjast úr 300 metra fjarstøðu umframt frá síðuni.

  • Pedal-endurskin: Endurskin skulu vera á pedalunum, bæði aftan og framman.

  • Endurskin aftan og framman: Eitt reytt endurskin skal vera aftan á súkkluni. Framman skal endurskinið vera hvítt.

  • Endurskin á hjólunum: Gult endurskin skal vera á snælduni á báðum hjólum. Tú kanst í staðin hava hvíta endurskinsstrípu á dekkunum ella á felgunum.

  • Ringiklokka: Ringiklokka skal vera á róðrinum, og hon skal ringja hart.

  • Lás: Súkklan skal hava góðkent lás.

  • Bremsur: Bremsur eiga at vera á báðum hjólum. Antin tvær hondbremsur ella ein hondbremsa og ein fótbremsa.

  • Súkkluhjálmur: Mælt verður til altíð at brúka hjálm.

Viðlíkahald

Riggar súkklan enn, sum hon skal, tá tú tekur hana fram eftir veturin?

  • Vaska súkkluna: Vaska hana, smyr ketuna og lat olju á gir og bremsur.

  • Kanna bremsurnar: Er mynstrið á bremsukubbunum slitið, eiga teir at verða skiftir út.

  • Dekk: Eru rivur á dekkunum? Slitin dekk, har mynstrið næstan er vekk, skulu skiftast út.

Viðføri

Hevur tú viðførið við tær á súkkluni, eigur tað í mesta lagi at vera tríggjar metrar langt og/ella ein metur breitt.

  • Súkkla ikki við lutum, sum forða tær at geva tekin og stýra trygt.

  • Hong ikki viðføri á róðrið. Viðførið kann koma inn í hjólið og ávirka trygdina. Brúka heldur kurv ella súkklutasku.

  • Skilagott er at seta eina frakkaverju á bakhjólið á súkkluni, so klæðir og viðføri ikki koma inn í hjólið.