Skúlar og ferðsla
Tá barnið fer í skúla, byrjar ein nýggjur kapittul. Við økta frælsinum fylgja eisini nýggjar avbjóðingar. Børn eru ymisk, men børn flest eru bráðlynt og smá á vøkstri. Tí mugu foreldur og skúli saman skipa fyri, at barnið lærir rættan atburð í ferðsluni.
Ferðslupolitikkur
Foreldur eiga at læra barnið, hvussu tað ferðast trygt í ferðsluni. Skúlin hevur tó eisini ein avgerandi leiklut í hesum, og ferðsla er kravt undirvísingarevni sambært fólkaskúlalógini.
Vit mæla øllum skúlum til at hava ein ferðslupolitikk, har ásett er, hvussu skúlin m.a. undirvísir í ferðslulæru, hvussu foreldur, næmingar og lærarar eiga at ferðast kring skúlan umframt leiðreglur fyri ferðsluatburð, t.d. tá flokkar fara túrar.
Um skúlin longu hevur ein ferðslupolitikk, er hann kanska tøkur á heimasíðu skúlans. Hevur skúlin ongan ferðslupolitikk, kanst tú skjóta upp, at skúlin fer undir at arbeiða við einum ferðslupolitikki.
Íblástur til ferðslupolitikk
Niðanfyri er íblástur til fýra viðkomandi øki at arbeiða við í sambandi við orðing av ferðslupolitikki.
+ Ávegis
Ferðslupolitikkurin kann hava leiðreglur um, hvussu lærarar, næmingar og foreldur ferðast í ferðsluni kring skúlan.
Um morgunin er ofta ruðuleiki í ferðsluni kring skúlan, og tá kann vera torført hjá barninum at fáa yvirlit yvir støðuna. Skúlin kann hava ásetingar um, hvussu ferðslan skal avgreiðast, so foreldrini vita, hvar tey skulu seta børnini av.
Ávegis snýr seg um skúlaleiðina, súkkling, súkkluhjálm, koyring, trygdarbelti og um at fara túrar við flokkinum.
+ Dømi
- Hevur skúlin leiðreglur fyri túrar?
- Brúka yngstu børnini endurskinsvest?
- Seta tit krav um súkkluhjálm, tá súkklað verður á skúlanum?
- Eru ásetingar um trygdarbelti, tá tit ferðast í bili ella bussi?
- Krevjast tekniskar ábøtur í mun til eitt nú parkering og skelting?
- Hvussu koma børn og foreldur til og úr skúlanum?
+ Undirvísing
Skúlin kann áseta, hvussu ferðsluundirvísing skal skipast á ymsu floksstigunum, hvat tilfar skal verða brúkt, og hvør er ábyrgdarpersónur.
Á flestu skúlum læra næmingarnir um ferðslu í innskúlingini, men lítið verður gjørt við evnið í eldru flokkunum. Hetta er ikki gott, tí tá eru næmingarnir í einum aldri, har tey skulu læra sosialu reglurnar: so sum at siga frá, um vinfólkini annaðhvørt ætla at koyra heim á einum tunaðum prutli, koyra ávirkað av rúsdrekka ella ikki sita íbundin. Tá ið tey eru 14-15 ára gomul, standa tey á gáttini til 10 tey vandamestu árini í ferðsluni.
+ Fyrimyndir
Tey vaksnu eru fyrimyndirnar hjá børnum og ungum. Børn gera, sum vit gera – ikki sum vit siga. Ferðslupolitikkurin kann hava nøkur orð um ta góðu fyrimyndina - ætlað bæði lærarum og foreldrum. Tað kann snúgva seg um at brúka trygdarbelti, súkkluhjálm og endurskin, men eisini atburður í ferðsluni í gerandisdegnum ávirkar børnini. Tit kunnu áseta, at evnið ferðsla skal takast upp á foreldrafundum við jøvnum millumbilum, og at lærarar eggja foreldrum at gera venjingar við yngstu børnunum í ferðsluni.
Duga lærararnir grundleggjandi ferðslureglurnar, og verða tær fylgdar?
+ Samstarv
Ferðslupolitikkurin kann vera við til at skipa samstarvið um trygga ferðslu. Samstarv er ein fortreyt fyri at seta í verk ein ferðslupolitikk, og hetta er gott at minnast, tá farið verður undir at orða ferðslupolitikkin hjá skúlanum: kommuna, løgregla, frítíðarskúli, foreldraráð og Ráðið fyri Ferðslutrygd. Samstarvið kann eitt nú snúgva seg um tekniskar vegaloysnir og skelting, um undirvísing, um atburð kring skúlan osfr.
Skúlaverkætlanir
Skalt tú arbeiða við evninum ferðsla í sambandi við eina skúlaverkætlan, ert tú vælkomin at skriva til okkara á rff@rff.fo ella ringja á 22 00 64. Vit svara fegin spurningum og bjóða tær inn á gólvið at gera samrøðu við okkum, um tú ynskir tað. Best er, um tú ert fyrireikað/ur áðrenn samrøðuna.
Hvat leggur verkætlanin dent á? Er tað eitt ávíst øki innan ferðslu sum t.d. prutl, rúsdrekkakoyring, ferð, undirvísingartilfar ella møguliga eitt meira yvirskipað evni so sum ung og ferðsla? Fyrireika spurningarnar frammanundan, so tú fært tey svarini, tú hevur brúk fyri.
Tú kanst eisini fáa íblástur og fyrireika verkætlanina við at hyggja at undirvísingartilfarinum, sum vit hava framleitt til øll floksstig í fólkaskúlanum. Tilfarið finnur tú her.
Vit hava hagtøl, sum snúgva seg um deyðstøl í føroysku ferðsluni – eisini í mun til hini Norðurlondini. Eisini hava vit hagtøl um hugburð hjá føroyingum til eitt nú ferð, gáloysni og rúsdrekkakoyring. Tey finnur tú her.