Ljós og lyktir
Hvørjar reglur eru galdandi fyri lyktirnar á bilinum? Hvussu rigga tær ymsu lyktirnar, nær skulu tær lýsa, og hvussu gert tú? Her fært tú innlit í, hvat ger hvat.
Kanna lyktirnar
Summar lyktir verða sjáldan brúktar. Kanska ivast tú í, hvat tey ymisku teknini merkja? Hvussu virka tokulyktirnar til dømis? Hvar tendrar og sløkkir tú tær? Og er tað vist, at ongar perur eru brostnar?
Brúka 5 minuttir at fáa skil á hesum, meðan bilurin er parkeraður. Best er at gera hetta í myrkri.
Parkera framman fyri einum vindeyga, so tú sært lyktirnar speglast í rútinum. Tendra og sløkk ymsu lyktirnar og blinkjósini. So sært tú, nær tær tendra og sløkna, og hvussu tað sær út. Vend bilinum og endurtak royndina við lyktunum aftan.
So veist tú, hvussu allar lyktir virka, meðan tú koyrir.
Um tú fert at leita eftir røttu knøttunum, meðan tú koyrir í ferðsluni, kann tað verða vandamikið, og tú kanst gerast gáloysin.
Hava vit eina avbjóðing við sløktum baklyktum?
Í 2011 varð ein regla sett í gildi fyri ES, at koyriljós skulu vera framman á øllum nýggjum bilum. Eisini um dagin. Men fyri at spara orku, var hetta kravið ikki galdandi fyri baklyktir.
Hetta hevur ført við sær eina serliga avbjóðing.
Vit hava gjøgnum fleiri ár vant okkum við, at bæði forlyktir og baklyktir tendra, tá vit starta bilin. Men soleiðis er ikki longur við nógvum nýggjum bilum, nú bara koyriljósini framman lýsa, tá bilurin verður startaður. Nógv gloyma tí at tendra baklyktirnar, tá tað fer at skýma, ella sýnið versnar. Tað kann føra við sær vandamiklar støður, tí tað er ringt at síggja bilar, sum eingi ljós hava aftan.
Hevur tú keypt tær nýggjan bil, mást tú seta teg væl inní, hvussu lyktirnar virka. Á summum bilum tendra lyktirnar aftan automatiskt, tá tað fer at skýma, ella tað verður ringt sýni. Aðrir bilar siga tær frá, t.d. við at enki ljós er í instrumentbrettinum. Summir bilar kunnu umprogrammerast soleiðis, at baklyktirnar tendra, tá tú tendrar bilin. Spyr á bilverkstaðnum, um tað ber til í tínum bili.
Hvussu við mjørka?
Set ferðina niður, tá tað er mjørki ella ringt veður. Gott er at koyra so spakuliga, at tú nært at bremsa, um bilurin frammanfyri setur ferðina niður, ella ein bíðirøð verður.
Kanna veðrið og koyr heimanífrá í góðari tíð.
Kanna lyktirnar, áðrenn tú fert heimanífrá.
Um baklyktirnar ikki tendra automatiskt saman við forlyktunum: Fá bilverkstaðið at stilla lyktirnar, so tær altíð tendra, ella fá tær til vana at tendra bakljósini, hvørja ferð tú startar bilin.
Nýt bara tokulyktirnar, tá tað er mjørki ella regnar illa. Sløkk tær, tá mjørkin lættir, ella tað slítur í.
Hav bilrútarnar reinar – innan og uttan.
Soleiðis virka tokulyktirnar framman
- Tá tað er ljóst og gott sýni, kunnu tokulyktirnar framman brúkast, men IKKI saman við nærljósunum/koyriljósinum.
- Tokulyktirnar framman eru antin undir ella saman við framlyktunum.
- Tokulyktir lýsa niður "undir" mjørkan, bæði frameftir og til síðuna. So sæst betur, hvat er fyri framman, tí droparnir í mjørkanum ikki reflekterast aftur í eyguni í ljósinum frá forlyktunum.
- Í mjørkanum kunnu tokulyktirnar brúkast einsamallar ella saman við nærljósunum. Er mjørkin serliga tjúkkur, er tað ein fyrimunur at sløkkja nærljósini. Royn teg fram og vita, hvat gevur best útsýni í støðuni.
Soleiðis virka tokulyktirnar aftan
- Bilurin kann hava eina ella tvær tokulyktir aftan.
- Hesar hava sterkt reytt ljós, so at bilar, sum koma aftanífrá, síggja teg í góðari tíð, hóast mjørkan.
- Tær kunnu blinda og órógva. Sløkk tær, tá mjørkin lættir, ella tað ikki er neyðugt at ávara bilar aftanfyri. T.d. um bilarnir koyra við stuttari frástøðu og hava sett ferðina niður.
Um bíðirøð er á vegnum
Ein bíðirøð, sum knappliga uppstendur á landsvegnum, kann verða vandamikil. Tí er gott at ávara bilførarar aftan fyri teg.
- Tendra ávaringarljósið og trýst á bremsuna
- Hav eyguni við, um bilførarin aftan fyri teg hevur varnast bilrøðina. Bremsar hann ikki, mást tú víkja út á vegøkslina.
- Halt frástøðu til bilin frammanfyri, tá tú bremsar. So nært tú at flyta teg, um onkur kemur aftanífrá, sum ikki nær at bremsa.
Ofta spurdir spurningar
Hví koyra summi við sløktum baklyktum?
Á nýggjum bilum eru tað ofta bara koyriljósini framman, sum tendra, tá bilurin verður startaður. Baklyktirnar tendra ikki automatiskt, tí tað ikki er krav, at tær skulu vera tendraðar um dagin. Tí skulu tær ofta tendrast manuelt, tá tað verður myrkt ella ringt sýni. Aðrir bilar hava sensorar, sum sjálvir skifta til nærljós, tá tað verður myrkt, og baklyktirnar tendra samstundis. Tað er skjótt at gloyma at tendra nærljósini – og harvið baklyktirnar – tá tað verður myrkt. Tí sær man onkuntíð bilar við sløktum baklyktum, tá tær áttu verið tendraðar.
Hvussu veit eg við vissu, at baklyktirnar lýsa?
Vilt tú tryggja tær, at baklyktirnar lýsa, skalt tú tendra nærljósini. Tá tendra baklyktirnar og nummarplátuljósini aftan eisini.
Á flestu bilum kanst tú lata bilin standa í hesi støðu. Tí tá tú sløkkir bilin, sløkna ljósini samstundis, og tá nýtist tær ikki at minnast til at tendra ljósini hvørja ferð.
Hvussu geri eg, so at lyktirnar altíð tendra, tá eg starti bilin?
Um tú hevur ein bil, har baklyktirnar ikki tendra automatiskt, kanst tú spyrja á bilverkstaðnum, um tað ber til at umkota bilin, so baklyktirnar altíð lýsa, tá tú startar bilin. Hetta letur seg gera á flestum – tó ikki øllum – bilum. Um koyriljósini framman (vanliga tvær LED-ljósrípur) tendra saman við baklyktunum, tá bilurin verður startaður, skalt tú framhaldandi minnast til at tendra nærljósini, tá tað myrknar, og sýnið versnar.
Hvussu geri eg bilføraran frammanfyri varugan við, at hann koyrir við sløktum baklyktum?
Tú kanst blinka eina ella tvær ferðir við langljósunum. Tað er altíð loyvt at blunka við langljósunum, um tað er fyri at fyribyrgja vanda.
Hví ikki umprogrammera allar bilar, so baklyktirnar tendra, tá bilurin verður startaður?
- Tí at bakljós eru ikki lógarkravd, tá tað er ljóst.
- Tað er ikki møguligt afturvirkandi at krevja góðkendar bilar broyttar.
- Tað letur seg tekniskt ikki gera at umprogrammera í øllum bilum.
Hvussu virkar auto-funkan?
Nógvir bilar hava eina autofunku. Tá tú setur knappin á ‘Auto’, tendrar ein følari nærljósini framman og baklyktirnar, tá tað verður myrkt, ella sýnið versnar. Lyktirnar sløkna, tá motorurin verður sløktur.
Tað merkir, at tú kanst koyra við ’Auto’ alla tíðina.
Men hav í huga, at Auto-funkan ikki altíð varnast, um sýnið versnar. Til dømis í sirmi ella mjørka. Tú leggur kanska merki til tað, tí ljós er ikki í instrumentbrettinum. Tá skalt tú manuelt tendra nærljósini.
Hvørjar lyktir lýsa, um knappurin stendur á '0'?
Tá knøtturin er settur á ’0’, er tað í nýggjum bilum bara koyriljósini framman, sum tendra. Tað vil siga, at baklyktirnar eru sløktar.
Tað merkir, at bilførarar aftan fyri teg hava ilt við at síggja teg, um tað er myrkt ella ringt sýni.
GG! Í eldri bilum uttan automatiskar ljósfunkur kann ’0’ merkja, at allar lyktirnar eru sløktar.
Hvat eru koyriljós?
Flestu nýggir bilar hava í dag serlig LED-koyriljós framman. Tað eru vanliga tvær LED-ljósrípur, sum sita við síðuna av ella undir nærljósunum.
Koyriljósini eru sniðgivin, so tey gera bilin sjónligan fyri øðrum bilførarum í dagsljósi, men lýsa ikki vegin upp framman fyri bilinum. Tí eru hesi ikki egna at brúka í myrkri. Í myrkri skalt tú tendra nærljósini ella fjarljósini, tá fjarljósini ikki eru til ampa fyri aðrar bilførarar.
Hvat eru nærljós?
Nærljósini hjálpa tær at síggja vegin framman fyri bilinum. Nærljósini skulu upplýsa vegin minst 30 metrar framman fyri bilinum.
Nærljósini kunnu brúkast alt døgnið.
Tá nærljósini eru tendrað, lýsa baklyktirnar altíð.
Hvat eru støðuljós?
Tá støðuljósini lýsa, lýsa bara tær smáu støðulyktirnar framman, sum tendra saman við baklyktunum.
Støðuljósini kunnu ikki nýtast, meðan tú koyrir. Tey kunnu bara nýtast, tá bilurin stendur stillur – t.d. í víkiplássi á smølum vegi ella tunli.