Gáloysni

Gáloysni í ferðsluni er ein støða, har tú ikki gáar um koyringina, tí eyguni ella tankarnir eru onkra aðrastaðni.

Summi halda, at tað er tað, sum fyriferst uttan fyri bilin, tekur okkara uppmerksemi. Men veruleikin er tann, at 70% av keldunum til gáloysni eru at finna inni í bilinum. Til dømis at hyggja í fartelefonina, innstilla útvarpið, fáast við GPS-útgerð, eta og drekka og roykja ella at leita eftir mistum lutum.

Sløg av gáloysni

Tað eru fýra sløg av gáloysni:

Visuelt gáloysni (Eyguni): Tá tú hyggur burtur frá ferðsluni.

Kognitivt gáloysni (Høvdið): Tá tankarnir eru aðra staðni enn í ferðsluni.

Motoriskt gáloysni (Hendurnar): Tá tú sleppur róðrinum við aðrari ella báðum hondum.

Auditivt gáloysni (Oyruni): Tá tú lurtar eftir øðrum enn ferðsluni.


Tey fýra sløgini av gáloysni standa ikki altíð einsamøll og koma fyri í ymiskum samansetinum, alt eftir hvat fer fram. Tað vandamesta er at hyggja vekk, tí tá varnast tú ikki, um nakað hendir. Men onnur sløg av gáloysni eru eisini vandamikil, tí tað niðursetur reaktiónstíðina. Tess fleiri sansir, tú brúkar upp á annað enn at koyra bil, tess vandamiklari er støðan. Tekur tú til dømis telefonina upp fyri at lesa eitt sms, verða tríggir sansir brúktir:

• Eyguni eru ikki á vegnum.

• Hendurnar eru ikki á róðrinum.

• Tankarnir eru aðrastaðni.

Avleiðingar

Tá tú fæst við ymiskt, sum ikki hevur við koyringina at gera, kann tað hava við sær, at:

• Tú dugir verri at tulka ferðsluna.

• Reaktiónstíðin gerst longri.

• Steðgilongdin gerst longri.

• Tú gevur tær minni far um skelti, vegaavmerkingar og onnur í ferðsluni.

• Tú gáar minni um síðuspegl og bakspegl.

• Tínar róðurrørslur gerast óstorstligar.

• Tú kanst missa tamarhaldið á bilinum og í ringasta føri koyra útav ella í mótkoyrandi farbreyt.

Góð ráð

Áðrenn koyritúrurin byrjar

Fyrireika teg, so har er einki, sum órógvar:

• Stilla útvarpið ella tendra fløguna.

• Ber so í bandi, at børnini eru sissað og ikki keða seg.

• Set telefonina ljóðleysa, um hon órógvar teg.

• Stilla GPS’aran.

Meðan tú koyrir

Tað kann altíð koma fyri, at okkurt órógvar. Handfar hetta róliga:

• Ikki róta eftir lutum, sum tú missir – parkera bilin ella finn teir, tá tú ert komin fram.

• Um børnini órógva, so parkera bilin og sissa tey, áðrenn tú koyrir víðari.

• Ert tú ferðafólk: Hjálp bilføraranum at koyra í frið.

• Mótmæl, um bilførarin lesur ella skrivar sms ellar tosar í handhildna telefon.

Fartelefonir

Tað er freistandi at hava fartelefonina tendraða, meðan tú koyrir. Men telefonin kann órógva. Brúka hana við varsemi:

• Brúka ongantíð handhildna telefon, meðan tú koyrir.

• Parkera bilin, um tú mást taka telefonina.

• Skriva og les ikki sms o.a., meðan tú koyrir.

• Ger telefonina ljóðleysa, um tú ikki kanst lata vera at taka hana, meðan tú koyrir.

Ferðslulógin um gáloysni

Í ferðslulógini eru ikki nakrar ítøkiligar reglur fyri gáloysni eins og við til dømis ov høgari ferð, rúsdrekkakoyring og trygdarbelti. Tó stendur:

Um nýtslu av handhildnari fartelefon:

§ 16b. Førari av akfari má ikki, meðan hann koyrir, brúka handhildna fartelefon.

Um ferðslu yvirhøvur

§ 23. Vegfarandi skulu hava fyrilit og vera ansin, so ikki øðrum gerst vandi, skaði ella ónáðir, og so ferðslan verður ikki tarnað ella órógvað meiri enn neyðugt er. Fyrilit skal eisini havast yvirfyri teim, sum búgva ella eru stødd við veg.

Um onnur brot

§ 59a Rætturin til at koyra tey í §59 nevndu akfør skal harumturat frádømast førara av slíkum akfari, um so er, at

1) hann við stórum fyrilitaloysi fyri ferðslutrygdini hevur volt fólki ella luti skaða ella elvt til vanda fyri tí,

Bót fyri nýtslu av handhildnari fartelefon

Bótin fyri at nýta handhildna fartelefon, meðan koyrt verður, er 1000 krónur.

Spurt og svarað:

Hví er tað so farligt at tosa í fartelefon, meðan man koyrir bil?

Tá tú tosar í telefon, mást tú býta uppmerksemið millum at bilkoyringina og samrøðuna. Tí fært tú ikki hugsavnað teg líka nógv um at koyra, meðan tú tosar í fartelefon.

Er tað vandamikið hjá bilførara at tosa við ferðafólk í bilinum?

Tað kann tað vera. Tað veldst um, hvørt samrøðan er einføld, og í hvønn mun bilførarin má hugsavna seg um samrøðuna.

Er nakar vandi við at brúka handfría telefon?

Handfrí útgerð ger tað lættari at tosa leingi í telefon. Í so máta kann tað vera ein falskur tryggleiki, eftirsum bilførarin kann halda, at tað er trygt. Harumframt er onkur handfrí útgerð soleiðis háttað, at knøttarnir eru longur frá tær, og tað soleiðis gerst truplari at síggja teir. Tá gerst torførari at raka rættan knøtt, sum aftur hevur við sær, at tú í longri tíð hyggur burtur frá ferðsluni.

Er einki gott við fartelefonum í ferðsluni?

Sjálvandi eru fyrimunir við at hava fartelefonina við, tá tú koyrir bil. Hon kann hjálpa tær at samskipa tíni ørindi, so túrarnir gerast færri og styttri. Eisini kann hon hjálpa upp á strongd, tí tú kanst boða frá, um tú kemur ov seint. Tað er eisini skjótt at boða frá eini vanlukku. Brúka tó altíð fartelefonina við varsemi. Tað besta er at parkera bilin, meðan tú tosar í fartelefon.

Gáloysni í tølum

- Gáloysni er orsøk í umleið 30% av øllum ferðsluvanlukkum.

- Mett verður, at vit í miðal eru gáloysin í 30% av koyritíðini.

- 70% av tí, sum órógvar okkum, hendir inni í bilinum.

- Koyrir tú 80 km/t og hyggur at telefonini í 4 sekund, hevur tú koyrt 89 metrar í blindum.

- Koyrir tú 50 km/t og hyggur at telefonini í 4 sekund, hevur tú koyrt 56 metrar í blindum.

Kelda: DTU Transport: Distraktion i forbindelse med bilkørsel, 2010

Føroyingar um gáloysni (Gallupkanningar frá 2017)

  • 24% siga seg javnan tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil.

  • 11% siga seg javnan skriva ella lesa sms, meðan tey koyra bil.

  • Tað er lítil og eingin munur á, hvussu nógvar kvinnur og hvussu nógvir menn brúka handhildna fartelefon í bili.

  • 21% siga seg seinastu 12 mánaðirnar hava verið um at sovna aftan fyri róðrið.

  • 85% halda, at gáloysni hevur sera stóran ella stóran týdning fyri talið á álvarsligum ferðsluvanlukkum.

Vinnubilar og handhildin fartelefon

  • 55% av føroyingum siga seg síggja bilførarar í vinnubilum (alment ella privat) tosa í handhildna fartelefon antin dagliga, fleiri ferðir um vikuna ella 1 ferð um vikuna.

 
møði.png

Møði í ferðsluni

Tað er sera vandamikið at koyra bil, tá møðin nívur. Møði er orsøk til ferðsluvanlukkur á hvørjum ári, men ilt er at siga neyvt, hvussu nógvar. Í Svøríki er møði ein táttur í umleið 4. hvørjari deyðsvanlukku.

Hvat sigur lógin?

Tað er bannað at koyra bil, um tú ert so lúgvað/ur, at tú ikki kanst koyra trygt. Hetta er eisini galdandi, um tú til dømis ert sjúk/ur, overvað/ur, ovvakin ella ávirkað/ur av heilivági. Hetta sambært § 15, stk. 2 í ferðslulógini. Brot á hesa áseting verður revsað sambæriligt við rúsdrekkakoyring.

Álvarsligar vanlukkur

Vanlukkur, har tú ert ov lin/ur, eru ofta sera álvarsligar, tí tú koyrir við óstýrandi ferð, eftir at tú hevur latið eyguni aftur.

Fá tær ein blund

Møði kann koma sníkjandi, meðan tú koyrir. Tí mást tú taka tekin um møði í álvara. Parkera bilin og fá tær ein blund á 15-30 minuttir, áðrenn tú koyrir víðari. Tað er tað einasta, sum hjálpir.

Nær er vandin størstur?

Tekin um møði:

  • Tú geispar.

  • Eygnalokini kennast tung.

  • Tú minnist ikki seinastu minuttirnar og hevur ‘hol’ í minninum.

  • Tú hevur ilt við at lesa skelti og avmerkingar.

Vandin fyri vanlukkum við møði er størst:

  • Tá tú hevur sovið minni enn 6 tímar.

  • Tá tú hevur verið vakin í meira enn 16 tímar.

  • Millum klokkan 3 og 5 um morgunin, tí kroppurin ‘heldur’, at tað er nátt.

  • Á einstáttaðum vegastrekkjum.

  • Um tú hevur náttararbeiði.

  • Tá tú koyrir í nógvar tímar út í eitt uttan steðg. Eftir 8 tímar er váðin fyri vanlukku tvífaldaður.

  • Um tú hevur drukkið rúsdrekka.

  • Um tú líður av svøvnórógvandi sjúkum so sum svøvnkøvu (søvnapnø), snorkan ella svøvnloysi.

  • Um tú hevur tikið heilivág, sum er vandamikil í ferðsluni so sum nerva- ella soviheilivág.

    Kelda: Sikker Trafik

Fyribyrging

Tað besta er at leggja koyringina til rættis, so tú sleppur undan at koyra, tá tú hevur hug at sova. Tú fyribyrgir vandamiklum støðum við at hava sovið út, áðrenn túrurin byrjar, hava steðgir og at lata vera at koyra seint um náttina ella øgiliga tíðliga um morgunin.

Men kemur møðin, meðan tú situr við róðrið, mást tú ikki lata sum einki, og halda, at møðin fer av sær sjálvari. Tað kann gerast vanlukkuligt, tí tú veitst ikki, nær tú blundar, og tú kanst hava verið gáloysin leingi, áðrenn tú blundar. Tað hjálpir ikki at skrúva upp fyri tónleiki, lata upp vindeyguni ella at syngja. Tað einasta sum veruliga hjálpir móti møði er ein stuttur blundur á 15-30 minuttir.

Steðga á í goðari tíð, áðrenn vandi er fyri, at tú sovnar.

Eisini eru vegatøkniligar og teknologiskar loysnir, sum kunnu vera við til at fyribyrgja vanlukkum, sum henda, orsakað av møði:

  • Rumlifoyrur í vegjaðaranum og millum farbreytirnar, sum er bæði bíligur og effektivur máti at sleppa undan hesum slagi av vanlukkum.

  • Ávaringarskipanir í bilum, sum kunnu boða tær frá, um tú gerst lin/ur, meðan tú koyrir. Tað kann til dømis vera varnari, sum skrásetur broytingar í ’blunkirefleksinum’ hjá tær, ella sum mátar broytingar í frástøðuni til vegjaðaran.

  • Uttanlands eru summastaðni autoverjur millum farbreytirnar, sum eisini forða fyri vanlukkum, sum standast av møði.