
Rúsevni og heilivágur
Rúsevni og summi sløg av heilivági ávirka førleikarnar at koyra bil og økja harvið um vandan fyri ferðsluvanlukkum.
Stimulerandi evni sum amfetamin og ecstasy gera, at tú gerst meira virkin og vágin, har tú t.d. tekur kjansir og metir skeivt. Sløvandi evni sum t.d. hash og heroin minka um uppmerksemið og reaktiónsevnini. Tað sama við sterkum nerva- og svøvnheilivági og morfin. Og tekur tú ymisk sløg av rúsevnum samstundis, ella blandar tú rúsevni ella heilivág við rúsdrekka, økist vandin fyri ferðsluvanlukkum enn meira.
Hvat um onkur ætlar at koyra undir ávirkan av rúsevnum?
Tosa tey frá at koyra.
Læn teimum pengar til taxa.
Melda tey til løgregluna, um tey kortini koyra. Tú kanst vera ónavngivin.
Far ongantíð við í bilin, um tey eru ávirkað.
Rúsevni ávirka ferðslutrygdina
Vandin fyri at gerast partur av ferðsluvanlukku veksur munandi, um tú hevur tikið rúsevni. Tað er ymiskt, hvussu rúsevnini ávirka likamið. Summi rúsevni gera okkum sløv, meðan onnur gera, at vit halda, at alt ber til.
Evni, ið ávirka tilvitskuna, kunnu býtast í stimbrandi (stimulerandi) evni, doyvandi (sløvandi) evni umframt rúsevni, ið gera, at vit síggja fyri okkum.
Stimbrandi evni
Doyvandi evni
Evni, ið geva hvørvisjónir
Reglur fyri rúsevni í ferðsluni
Tað er ikki loyvt at hava dusandi (euforiserandi) evni í blóðinum, sum merkir, at tú ikki kanst koyra bil, um blóðið hjá tær inniheldur rúsevni, sum eru flokkað sum vandamikil fyri ferðslutrygdina.
Hámark
Hvussu leingi kann hassj verða ávíst í blóðinum?
Heilivágur
Kanning
Løgreglan kann kanna, um tú hevur nýtt rúsevni annaðhvørt við at kanna eyguni ella við at taka eina roynd av spýtti.
Roynd av eygnarørslum
Roynd av spýtti ella sveitta
Revsing fyri rúsevniskoyring
Revsingin er tengd at, hvussu ofta tú hevur gjørt misbrotið.
1. ferð verður koyrikortið tikið treytaleyst í 6 mánaðar, umframt at bót verður givin áljóðandi hálva nettománaðarløn.
2. ferð er treytaleysa frádømingin 1 ár og bótin er 1 nettománaðarløn.
3. ferð verður koyrikortið tikið treytaleyst í 3 ár og tú fært 10 dagar treytaða fongsulsrevsing.
Keldur: løgreglan í Føroyum
Heilivágur og ferðsla
Tekur tú heilivág, ið er merktur við reyðum ávaringartríkanti, kann tað vera bæði vandamikið og ólógligt at koyra bil.
+ Hvat kanst/eigur tú at gera?
+ Heilivágur, sum er vandamikil í ferðsluni
+ Heilivágur, merktur við reyðum ávaringartríkanti
+ Heilivágur uttan reyðan ávaringartríkant, sum kortini kann vera vandamikil í ferðsluni
Reglur fyri heilivág í ferðsluni
Sterkur, pínudoyvandi heilivágur og benzodiazepinir
Tekur tú sterkan, pínudoyvandi heilivág ella nerva- ella svøvnheilivág (benzodiazepinir), er vandin 2-3 ferðir so stórur fyri, at tú ert fyri ferðsluóhappi. Ert tú í viðgerð við slíkum heilivági, samsvarar tað við eina promillu millum 0,6 og 1,2.
Nógvar avmarkingar eru viðvíkjandi koyring, um tú fært sterkan pínudoyvandi heilivág ella benzodiazepinir. Fylg ávísingunum frá læknanum.
Annar heilivágur
Tekur tú annan heilivág, sum kann vera vandamikil í ferðsluni, og tú tekur heilivágin sambært leiðbeining frá lækna, kanst tú gott koyra bil. Treytin er sjálvsagt, at tú fært koyrt á tryggan hátt. Ávirkar heilivágurin koyriførleikarnar, letur tú bilin standa.
Ivast tú, so spyr læknan ella á apotekinum.
At koyra trygt
Ert tú so troytt/ur, sjúk/ur ella ávirkað/ur, at tað ávirkar koyringina, eigur tú ikki at koyra bil. Hetta er eisini galdandi, hóast tú tekur heilivág sambært resept.
Hevur løgreglan illgruna um, at tú ikki koyrir ordiligt, kanst tú verða kannað/ur hjá lækna. Niðurstøðan hjá læknanum kann vera, at tú:
ikki ert ávirkað/ur
ert ávirkað/ur í lítlan mun
ert ávirkað/ur í miðal mun
ert ávirkað/ur í stóran mun
ert rúsað/ur
Les um møði í ferðsluni.