Barnagarðar og ferðsla

Tá børn á stovni ella í dagrøkt skulu flytast í bilum, galda somu reglur, sum tá ið koyrt verður í privatbili. Summir stovnar hava kortini onga útgerð, og ein møguleiki er tí, at foreldrini sjálvi fáa útgerð til vega.

Børn í bussi

Bussar, sum eru skrásettir síðani 1999, skulu hava trygdarbelti á øllum setrum, býarbussar tó undantiknir. Meginreglan er, at eru trygdarbelti í bussinum, skulu tey brúkast. Tá stovnurin skal túr við bussi, skulu børn úr trimum árum vera íbundin, um trygdarbelti eru í bussinum. Vit mæla til, at stovnar og skúlar einans brúka bussar við vanligum trípunktsbelti.

Børnini eru tryggast, um tey sita íbundin aldurssvarandi trygdarútgerð. At kalla eingin trygdarútgerð til børn er góðkend til mjadnabelti, og tí er umráðandi at kanna frammanundan, at bussurin hevur trípunktsbelti. Ansa eftir, at børnini ikki smoyggja skákbeltið undir armin ella aftur um bak, tí tað kann vera lívshættisligt í samanstoyti.

Koyring í hýruvogni

Nýtir stovnurin ella dagrøktin hýruvogn, kann avtala gerast við eitt hýruvognsfelag um at hava tøkar barnastólar og bilpútur. Annars kunnu børnini hava sína egnu útgerð.

 

Er góðkend útgerð tøk til børn undir 3 ár, skal hon nýtast. Børn eldri enn 3 ár skulu verða spent føst við vanliga trygdarbeltinum á baksetrinum ella við serútgerð. Í hýruvogni, eins og í øðrum bilum, má bara ein persónur sita á hvørjum setri. Tá tú bíleggur hýruvogn, kanst tú spyrja, um tey hava barnaútgerð til túrin.

Ferðslupolitikkur

Ferðslutrygd í og kring stovnin snýr seg um ymisk viðurskifti so sum leiðreglur á túri við børnunum, ferðsluvenjingar við børnunum og ferðsluna kring stovnin yvirhøvur.

Tá tit orða ein ferðslupolitikk, fáa tit yvirlit yvir ymsu viðurskiftini. Ferðslupolitikkurin lýsir hugsanir, virði og amboð hjá tykkum í sambandi við ferðslu. Hetta er ein virkin og skipað ætlan fyri atburð hjá børnum, foreldrum og starvsfólki í og kring stovnin.

 

Tykkara ferðslupolitikkur

Hvussu sær út í økinum kring stovnin? Er nógv ferðsla um morgunin? Hvussu er at parkera? Hvussu skipa tit fyri tryggum gongutúrum? Hava tit greiðar ásetingar um at koyra í bili og bussi við børnunum?

Tað er ikki neyðugt at taka øll evni upp í senn, men tað er gott at hugsa breitt frá byrjan. Ferðslupolitikkurin kann vera eitt størri ella minni skjal, ella bara 10 leiðreglur, sum tit fylgja.

Fýra øki í ferðslupolitikki

Vit skjóta upp, at tit leggja dent á hesi fýra økini:

1. Ávegis

Hesin parturin snýr seg um, hvussu børn og foreldur koma til og frá stovninum, um parkering og onnur viðurskifti í økinum kring stovnin. Her verður eisini ásettar leiðreglur fyri túrar.

2. Spøl og undirvísing

Børn hava brúk fyri venjing fyri at klára seg í ferðsluni, og umráðandi er, at tey duga mest grundleggjandi ferðslureglurnar. Ferðslupolitikkurin kann áseta, hvussu tit gera venjingar við børnunum, og hvussu tit arbeiða við ferðslu eitt nú í skúlabólki.

3. Fyrimyndir

Vaksin eru fyrimyndir hjá børnum. Ferðslupolitikkurin kann hava nakrar leiðreglur fyri ta góðu fyrimyndina – bæði fyri foreldur og starvsfólk. Eisini kunnu tit hava ásetingar um at taka evnið ferðsla upp á foreldrafundi.

4. Samstarv

Vit kunnu hjálpa tykkum at leggja lag á at orða ein ferðslupolitikk. Harumframt eru kommuna og løgregla eisini til taks at spyrja um ivamál um tekniskar ábøtur kring stovnin.

Hvør tekur fyrsta stigið?

Tað kann vera leiðslan á stovninum, sum tekur stig til at arbeiða við einum ferðslupolitikki, men tað er eisini einn uppløgd uppgáva hjá foreldraráðnum at fara undir arbeiðið.

Íblástur til ferðslupolitikk

Niðanfyri kanst tú fáa íblástur til fýra viðkomandi øki í sambandi við orðing av ferðslupolitikki.

Ávegis

  • Hava tit leiðreglur fyri túrar?
  • Nýta børnini endurskinsvest?
  • Seta tit krav um súkkluhjálm, tá súkklað verður á stovninum?
  • Venja tit, áðrenn tit fara gongutúr?
  • Eru ásetingar um trygdarbelti, tá tit ferðast í bili ella bussi?
  • Krevjast tekniskar ábøtur í økinum kring stovnin, t.d. í mun til parkering og skelting?
  • Hvussu koma børn og foreldur til og frá stovninum?

Spæl og venjing

  • Venja tit ferðslureglur, áðrenn tit fara gongutúr?
  • Hava tit virksemi um ferðslu í gerandisdegnum ella á evnisdegi? Tað kann t.d. vera súkkluvenjing, sangir um ferðslu, at tekna støður í ferðsluni, skeltaveiða osfr.
  • Tosa tit við børnini um ferðslu?
  • Hevur nakað starvsfólk ábyrgd av virksemi hesum viðvíkjandi?

Fyrimyndir

  • Duga starvsfólkini grundleggjandi ferðslureglur, og verða tær fylgdar?
  • Taka tit ferðslu upp á foreldrafundi?
  • Kunna tit foreldur um ferðslu við uppsløgum ella brøvum?
  • Skipa tit fyri átøkum, sum eru ætlað foreldrum, um t.d. endurskin, súkkluhjálm og trygdarbelti?
  • Brúka starvsfólk og foreldur hjálm, endurskin og trygdarbelti?

Samstarv

  • Eggja tit foreldrum til at venja við børnunum í ferðsluni?
  • Samskifta tit við kommununa um tekniskar vegaloysnir og skelting?
  • Samskifta tit við løgregluna um at ”undirvísa” børnunum í ferðslu? Í Havn, Klaksvík og Runavík verða børnini boðin til 1-1-2-dag í staðin.
  • Tit kundu vitjað ein súkkluhandil ella fingið onkran serkønan á vitjan, sum kundi greitt børnunum frá, hvat skal vera á eini súkklu.

Førleikar hjá barninum

Førleikarnir hjá einum barni í ferðsluni eru tongdir at bæði aldri og evnum hjá tí einstaka barninum. Tú sum foreldur mást meta um, hvat júst títt barn megnar – bæði í mun til tær ferðsluvenjingar, tit hava gjørt saman, og í mun til ferðsluna har tit búgva.

Minst til, at tað krevur nógvar endurtøkur og venjingar, áðrenn barnið minnist, hvussu tað skal bera seg at í ferðsluni. Niðanfyri standandi aldursásetingar skulu tí skiljast sum leiðbeinandi.

3-4 ára gamalt

Barnið kann læra einfaldar reglur um at vera til gongu, men tað verður lættliga órógvað og er bráðlynt, um okkurt fangar uppmerksemið. Leið barnið og lat tað ganga innast á gongubreytini, t.v.s. longst burturi frá ferðsluni.

4-5 ára gamalt

Byrjið at venja á súkklu, har eingin ferðsla er. Enn er ov tíðliga at lata barnið vera einsamalt í ferðsluni – bæði til gongu og á súkklu. Barnið dugir enn ikki at meta um eina vandastøðu.

5-7 ára gamalt

Barnið megnar at savna seg um ferðsluna stutta tíð í senn. Barnið kann ganga sjálvt, har lítil ferðsla er. Flestu børn duga at meta um ein týðiligan vanda, og summi duga at fara tvørtur um ein veg, har sýnið er gott. Torført er tó framvegis at hava yvirlit við ein krossveg. Tá barnið dugir at brúka bremsuna og at súkkla uttan at vingla, kann tað súkkla á vegi við lítlari ferðslu, um tað hevur roynt at súkklað saman við vaksnum. Tó sjálvandi bert um foreldur meta barnið vera nóg búgvið til tað.

6-7 ára gamalt

Barnið kann ganga einsamalt í skúla á tryggari skúlaleið. Børn skulu sambært lóg vera 6 ára gomul fyri at súkkla einsamøll í ferðsluni. Barnið hevur tó framvegis ilt við at meta um frástøðu og ferð, so barnið eigur at fylgjast við einum vaksnum, um tað súkklar í skúla.

8-10 ára gamalt

Um 9 ára aldur dugir barnið at bráðsteðga, um tað gerst neyðugt, eitt nú tá barnið skal tvørtur um ein veg. Flestu børn duga nú at meta um ferðsluna og kunnu sostatt ganga sjálv í skúla. Barnið kann koyra í bussi, um leiðin er lutfalsliga einføld. Er skúlaleiðin vælkend og trygg og uttan harða ferðslu, kann barnið súkkla sjálvt í skúla, um tað hevur vant at súkkla í umhvørvinum saman við vaksnum.

10-12 ára gamalt

Sjón og hoyrn eru týdningarmikil í ferðsluni fyri at kunna síggja og hoyra hvaðan ljóðini koma og fyri at meta um t.d. ferð og frástøðu. Barnið er ikki ment at fullnýta sjón og hoyrn fyrr enn um 10 ára aldur. Flestu børn megna eina meira krevjandi skúlaleið á súkklu ella í bussi – eisini at skifta buss. Hetta er tó treytað av venjing saman við vaksnum í ferðsluni og valdast sjálvsagt um ferðsluna.

12 ár

Eitt barn, sum hevur royndir og hevur gjørt venjingar, megnar nú at hava yvirlit í ferðsluni at kalla á hædd við vaksin. Barnið er nú búgvið at ferðast sjálvt í ferðsluni. Tó valdast tað sjálvandi ferðsluna. Summastaðni er ikki ráðiligt at súkkla, hvørki hjá børnum ella vaksnum. Hevur barnið ongar royndir, skal venjing til, eins og hjá yngri børnum.

Keldur: Sikker Trafik og Trygg Trafikk

Ferðslufatan barnsins

Børn eru bráðlynt. Tey kunnu gloyma, at tey eru ávegis tvørtur um vegin, um tey varnast okkurt spennandi. Tankar hjá børnum undir skúlaaldur eru ítøkiligir og bundnir at tí, sum hendir her og nú. Børnini hava ilt við at ímynda sær eina støðu, sum tey sjálv ikki eru partur av. Tí megna tey illa at spáa um hendingar ella læra av royndum hjá øðrum.

Barnið upplivir sjálvsøkið

Sjónarringurin hjá barninum er smalri enn hjá vaksnum. Samstundis sær barnið heimin við sær sjálvum í miðdeplinum. Sær barnið ein bil, heldur tað, at bilførarin eisini sær seg.

Barnið hugsar ítøkiliga

Barnið dugir ikki at umseta úrtøkiliga vitan til gerðir. Eisini hevur tað ilt við at brúka royndir frá eini støðu í eini aðrari støðu. Barnið dugir illa at spáa um eina møguliga vandastøðu. Tí er ikki nóg mikið at lesa bøkur um ferðslu ella at greiða frá, hvussu barnið skal bera seg at. Barnið má gera sær egnar royndir í ferðsluni – at byrja við saman við vaksnum.

Barnið brúkar langa tíð

Støddin á barninum ger, at tað ikki hevur eins gott yvirlit og vaksin. Vantandi royndir eru orsøk til, at barnið ikki megnar at greina eina torgreidda støðu. Barnið klárar ikki hava atlit til fleiri ferðandi samstundis. Ofta brúkar barnið langa tíð at taka eina avgerð. Nógvar endurtøkur skulu til, áðrenn barnið hevur neyðugu royndirnar, sum gevur yvirlit í ferðsluni. Tí er neyðugt at venja somu støður aftur og aftur.

Barnið dugir ikki at meta um ferð og frástøðu

Barnið hevur ilt við at meta, hvussu langt burtur bilar eru, og hvussu skjótt teir koyra. Ofta heldur barnið, at bilurin er longri vekk, enn hann er.

Barnið er bráðlynt

Torført er hjá barninum at halda uppmerkseminum – serliga í ferðsluni, har nógv hendir samstundis. Barnið gloymir ferðsluna, um okkurt fangar uppmerksemið. Ferðsluvenjing skal tí fara fram í smáum bitum. Tey vaksnu eiga at hjálpa barninum við at skyna á ymsu viðurskiftunum í ferðsluni og vísa á, hvørjum tað skal ansa eftir.

Barnið ger tað sama sum tey vaksnu

Tíverri eru nógv vaksin vánaligar fyrimyndir í ferðsluni. Barnið hermir eftir teimum vaksnu, tí tað er partur av at vaksa upp. Tí er umráðandi at gáa um, hvørjar vanar tú leggur í barnið við tínum atburði. Minst tí til at nýta hjálm og far tvørtur um vegin, har gongubreyt er.

Barnið misskilir málið

Børn kunnu misskilja orð sum ’ferðsluljós’, ’gongubreyt’ og ’gonguteigur’. Sig heldur ítøkiliga, hvat barnið skal gera. Sig t.d. heldur ”Hygg, um nakar bilur kemur” enn ”Hygg rundan um teg”.

Ferðsluvenjing

Børn skulu læra at bera seg rætt at í ferðsluni. Tí eiga tey skjótast til ber at sleppa við út í ferðsluna. Verða børnini altíð koyrd í bili, kenna tey ikki vandarnar í ferðsluni. Bert venjing kann geva teimum neyðugu førleikarnar.

Foreldur eiga fremsta leiklutin

Foreldur hava ábyrgd av, at børnini gerast trygg í ferðsluni m.a. við at gera ferðsluvenjingar saman við teimum. Barnagarðurin kann stuðla undir við eisini at venja ferðsluatburð saman við børnunum.

Ferðsluvenjingar í barnagarðinum

Her eru uppskot til hvussu tit kunnu viðgera ferðslu í spæli og við øðrum virksemi í barnagarðinum. Tit kunnu t.d. arbeiða við eini ferðsluverkætlan, har tit gera venjingarnar.

Túr við Alva og Riu

Saman við elstu børnunum ber til at fara ein túr á talgildum palli. Hava tit teldu og uppvørpu, kunnu tit fara gongutúr her. Saman við børnunum, Alva og Riu, kunnu tit viðgera, hvussu tit bera tykkum rætt at í krossvegi, tvørtur um veg og mangt annað. Tilfarið er til 6-7 ára gomul børn. Vegleiðing fylgir við tilfarinum.

Meldurmynd

Gerið eina meldurmynd av einum ferðsluumhvørvi. Fáið ymisk akfør við, fólk til gongu og ymsar støður í ferðsluni. Tosið saman aftaná um alt tað, sum tit hava fingið við á myndina. Leggið dent á at brúka ferðsluorð og hugtøk.

Tit velja sjálv, um tað skal vera ein tekning, málningur ella eitt samklipp (kollaga), har tit klippa myndir úr tíðindabløðum, vikubløðum o.ø. Tit kunnu heingja samklippið/tekningina upp í barnagarðinum. Tað kann geva foreldrunum íblástur til at tosa við børnini um t.d. at ganga á gongubreytini. Til ber eisini at taka niður fýra tekningar av meldri í einum býi, sum tit seta saman til eina stóra mynd. Tak myndirnar niður her.

Teljið í ferðsluni

Nógv er at telja í ferðsluni. T.d.:

Hjól, ljós, vindeygu, róður og spegl á einum bili. Skelti í økinum kring dagstovnin. Fólk til gongu, súkklur, lastbilar og bilar, sum fara framvið dagstovninum. Tal á gonguteigum á túrinum. Tal á reyðum bilum á túrinum.

Tit kunnu seta teljingarnar upp við kubbum ella eini einfaldari stabbamynd.

Ferðslulutir og ferðsluorð

Koyrið ymsar ferðslulutir í ein posa, t.d. spælibilar, onnur leiku, endurskin, súkklupumpu, lummalykt o.a.

Lat fyrsta barnið taka ein lut úr posanum. Lat barnið lýsa lutin og tosið saman um hann. Lat síðan børnini eftir tørni taka ein lut úr posanum.

Við at erta undir forvitnið hjá børnunum, vekir tað áhuga og væntanir hjá børnunum, og tað verður stuttligt at læra nýggj orð og hugtøk.

Hvat er ferðsla?

Latið børnini tosa frítt um spurningin ”Hvat er ferðsla?” Skriva niður tað, sum børnini siga. Bólka svarini í t.d. hesar bólkar: Akfør, menniskju í ferðsluni, ferðsluumhvørvi, ljóð, førleikar, kenslur, trygdarútgerð og skelti. Gerið eina tekning ella samklipp (kollagu) um tað, tit hava umrøtt. Tosið um, hvat ferðsla hevur at týða fyri okkum. Tosið m.a. um fyrimunir og vansar við at koyra bil. Hvussu vilja vit, at ferðslan skal vera? Hjálp børnunum at vera ítøkilig og brúkið dømi úr nærumhvørvinum.

Pikk við steðgilinju

Sig børnunum, at tit fara at spæla eitt spæl, har tit venja tykkum at steðga við kantsteinin. Tekna eina striku á spæliplássinum og brúkið hana til steðgilinju – sum súmbol um kantstein. Øll skulu steðga á, t.v.s. standa púra still, áðrenn tey halda fram at renna. Gloyma børnini at steðga, verða tey ”yvirkoyrd” og mugu burtur úr spælinum.

Steðgidansur

Teknið ella klippið ein grønan og ein reyðan ring at brúka til ferðsluljós. Tit kunnu møguliga laminera ørkini.

Tendrið góðan dansitónleik, t.d. onkran ferðslusang, um tit hava ein. Bið børnini dansa til tónleikin. Ein vaksin ella eitt barn vísir grøna ferðsluljósið (arkið), so øll síggja tað. Grøna ljósið merkir, at børnini kunnu dansa. Tá reyða ljósið verður hildið upp, skulu børnini standa still, til grøna ljósið aftur lýsir.

Tosið við børnini um, hví tey skulu steðga, tá ljósið lýsir reytt, og hvat tey skulu gera, tá ljósið verður grønt. Minnið børnini á, at hóast ljósið er grønt, skulu tey minnast til at hyggja væl fyri sær til báðar síður.

Súkkluvenjing

Foreldrini hava fremstu ábyrgd av at venja børnini at súkkla. Tað skal fara fram í ferðsluni, og ein vaksin skal altíð vera saman við barninum. Barnagarðurin kann hjálpa foreldrunum við venjingini. Gerið eitt venjingarøki, har tit t.d. kunnu venja, hvussu børnini stýra súkkluni. Venjið:

  • Grundleggjandi reglur
  • At súkkla beint uttan at skinkla t.d. millum tvær strikur við uml. 25 cm fjarstøðu.
  • At bremsa júst á einum ávísum staði uttan at koppa, t.d. við eina striku, sum er teknað við kriti.
  • At venda á súkkluni og stýra rundan um t.d. keylur.
  • At hyggja aftur um seg, meðan mann koyrir.
  • At súkkla við eini hond á súkklurórinum.
  • At venda og koyra í ringi.
  • At koyra slalom.

At duga at stýra súkkluni er ein grundleggjandi førleiki, sum børnini mugu duga, áðrenn tey fara út í ferðsluna at venja.

Fyrireiking til súkkluvenjing

Boða foreldrunum frá, at tit hava súkkluvenjing í barnagarðinum, so børnini hava súkklur og súkkluhjálmar við í barnagarð.

Børnini skulu bara brúka hjálmin, tá tey súkkla. Eru tey í hjálmi, tá tey spæla, er vandi fyri at reimarnar kunnu verða fastar í greinum o.ø.

Brúkið eitt stongt øki til venjingarnar.

Venjingar í ferðsluni

Niðanfyri eru nøkur uppskot um, hvussu tit kunnu gera ferðsluvenjingar úti í ferðsluni. Tit kunnu taka einstakar venjingar av og á, men skilagott er at arbeiða við evninum í eitt tíðarskeið, har tit royna fleiri av venjingunum.

Tosið um ferðslu

Tosa við børnini, tá tit eru í ferðsluni:

  • Hvat merkir tað, at okkurt er trygt, og okkurt vandamikið?
  • Hvat er ein regla, og hví hava vit reglur?
  • Hvørjar reglur galda í barnagarðinum, og hvørjar reglur galda í ferðsluni?
  • Hvør ger av, hvørjar reglur eru galdandi?
  • Hvat hendir, tá reglur verða brotnar?
  • Hvat síggja og hoyra vit í ferðsluni?
  • Hava bilførarar loyvi at koyra so skjótt, teir vilja?
  • Hví kann vera vandamikið at koyra skjótt?
  • Hvat er eitt óhapp?
  • Hvussu kunnu vit forða fyri, at eitt óhapp hendir?

Lurtispæl

Far til ein veg við hampuliga nógvari ferðslu saman við børnunum. Finn eitt stað, sum tit kunnu standa í tryggari frástøðu frá ferðsluni. Bið børnini hála húgvuna niður um eyguni og bið tey lurta eftir ljóðunum. Skift millum at lurta, gita og hála húgvuna upp fyri at síggja, um børnini gittu rætt.

Bið børnini lurta eftir ymsum ferðsluljóðum. Børnini kunnu eisini gita, um akfarið, tey hoyra, flytir seg frá ella ímóti teimum. Hoyrist munur á, um ein bilur koyrir skjótt ella seint? Hoyrist tað, um ein bilur steðgar, ella um hann økir ferðina? Hvussu ljóðar, tá ein bilur bremsar? Hvat merkir tað, tá ein bilur floytar?

Vandamiklar støður

Nógvar vandamiklar støður eru í ferðsluni. Bæði í krossvegum og á støðum við ringum sýni. Lær børnini, hvussu tey sleppa undan vandamiklum støðunum.

Vandamikið í krossvegi

Vel ein krossveg, tað kann eisini vera ein T-krossvegur, við avmarkaðari ferðslu. Tit skulu hava yvirlit í allar fýra ættir. Ven við fáum børnum í senn og verið í minsta lagi tvey vaksin.

Greið børnunum frá, at tey skulu hyggja fyri sær í allar fýra ættir.

  • Vís teimum hvønn veg, tey skulu hyggja
  • Vís teimum, hvaðani bilar, sum sneiða, kunnu koma
  • Greið frá, hvussu ymsu akførini koyra í krossvegnum
  • Lat børnini fáa tíð til at kunna seg um støðurnar
  • Lær børnini, at tey ikki mugu fara tvørtur um, fyrr enn eingin bilur er

Tá børnini hava roynt at hyggja fyri sær í ymsu ættirnar, kunnu tit royna at fara tvørtur um vegin saman. Haldið fram allan vegin runt í vegkrossinum, ein veg í senn, til tit eru aftur har, tit byrjaðu. Hvørja ferð tit skulu tvørtur um, mást tú greiða børnunum frá:

  • Hvønn veg tey skulu hyggja
  • Hvaðani akfør kunnu koma

Støð við ringum sýni

Nógva staðni er torført at síggja, um nakar kemur koyrandi. Orsøkirnar kunnu vera ymiskar:

  • Vegbugar
  • Trø og annar vøkstur
  • Gøtuhorn
  • Parkeraðir bilar
  • Vegarbeiði
  • Bingjur o.s.fr.

Lær børnini, at tey skulu finna støð, har sýnið er gott. Tá børnini ikki síggja bilarnar, síggja bilførararnir heldur ikki børnini. Fyri at læra børnini at skilja millum hvar er gott og hvar ikki er gott at fara tvørturum, mást tú lata børnini síggja, hvat ringt sýni er. Tá tit fara túr, kunnu tit eitt nú steðga nøkur støð, har sýnið er ringt. Bið børnini meta, um staðið er gott at fara tvørturum.

Millum parkeraðar bilar

Viðhvørt noyðast tit tvørtur um vegin. Tí skulu børnini læra, hvussu tey bera seg at. Finn et stað við parkeraðum bilum og lítlari ferðslu. Lat børnini standa við kantsteinin. Vís teimum, at tey ikki hava yvirlit yvir ferðsluna har, tey standa. Vís børnunum, hvussu tey sleppa tvørtur um vegin:

  • Steðga við kantsteinin
  • Gakk varliga fram til uttara kantin á bilinum
  • Toygg teg varliga fram
  • Hygg fleiri ferðir til báðar síður
  • Gakk tvørtur um, um eingin kemur koyrandi móti tykkum

Gakk tvørtur um vegin við tveimum børnum í senn, og greið teimum samstundis frá, hvussu tey skulu bera seg at.

Gonguteigur

Børnini skulu læra, at tey skulu brúka gonguteig, um ein slíkur er nærhendis.

Vís børninum ferðsluskeltið, sum ímyndar gonguteig.

  • Greið børnunum frá, at skeltið vísir bilunum, at fólk til gongu skulu tvørtur um vegin
  • Greið frá, at bilførarar kanska ikki altíð geva sær far um fólk, ið ganga tvørtur um við síðuna av gonguteiginum, og at børnini tí altíð skulu brúka gonguteigin

Venjið á einum gonguteigi

Áðrenn tit ganga tvørtur um gonguteigin, skulu børnini hava lært, hvussu tey eiga at bera seg at. Tá tit venja, skulu tit ansa eftir, at

  • Børnini skulu vera á gonguteiginum allan vegin tvørturum
  • Børnini skulu steðga á oynni mitt á vegnum, um ein slík er, og hyggja fyri sær

Góðar reglur

Niðanfyri eru nakrar einfaldar reglur, sum tit kunnu læra børnini. Far ein túr við einum lítlum bólki, so tit kunnu venja í ferðsluni.

Gakk innast á gongubreytini

Byrja við at vísa børnunum, hvar á gongubreytini tey skulu ganga. Tey skulu ganga innast á gongubreytini við einum vaksnum millum seg og ferðsluna. Á henda hátt er lættari at halda børnunum burtur frá vandastøðum.

Vís børnunum, at bilar, súkklur og prutl ofta koyra tætt við gongubreytina.

Steðga við kantsteinin og við innkoyringar

Steðga altíð á við kantsteinar og vegjaðarar, áðrenn tit fara tvørturum. Steðga eisini á við inn- og útkoyringar, eisini hóast tit vita, at eingin kemur.

Gakk bara í ferðsluni saman við vaksnum

Børnini mugu ongantíð vera einsamøll í ferðsluni.

Spæl ikki í ferðsluni

Sig ofta við børnini, at tey mugu ikki spæla í ferðsluni.

Tosið um ferðslu

Hygg at øðrum fólki til gongu í ferðsluni. Steðga tey við kantsteinin?

At fara yvørturum vegin

Børnini skulu læra at steðga við kantsteinin. Tey skulu hyggja væl fyri sær til báðar síður. Um eingin kemur, kunnu tey fara tvørturum.

Tit eiga at vera í minsta lagi tvey vaksin til seks børn. Finn ein veg við lítlari ferðslu. Sig børnunum, at tit hava valt staðið, tí ferðslan er lítil og tit síggja til báðar síður.

Sig børnunum, hvat tey skulu gera, tá tey fara tvørtur um ein veg:

  • Steðga við kantsteinin
  • Hygg til báðar síður fleiri ferðir
  • Bíða til eingi akfør koma móti tær
  • Gakk beint tvørtur um vegin við góðari ferð, tó uttan at renna

Tá tit hava greitt frá, hvussu børnini skulu bera seg at, kunnu tit royna við einum barni í senn, so tit kunnu vera vís í, at øll hava skilt, hvussu tey eiga at bera seg at. Lat barnið meta, um tað er trygt at fara tvørtur um vegin. Er tað trygt, ganga tit tvørtur um saman.

Ferðsluljós

Børnini skulu læra, hvat ferðsluljósið merkir. Greið frá, at:

  • Grønur maður merkir ’gakk’. Reyður maður merkir ’steðga’
  • Vís børnunum, hvussu ljósteknini hjá fólki til gongu síggja út
  • Tú skalt hyggja eftir bilum, sum koyra beint, og bilum, sum sneiða, áðrenn tú stígur út á gonguteigin
  • Skiftir ljósið til reytt, áðrenn tú ert komin tvørturum, skalt tú halda fram
  • Tú skalt vera á sjálvum gonguteiginum, til tú ert komin tvørtum um vegin.

Tvørtur um veg við ferðsluljósi

  • Steðga við kantsteinin
  • Tá ljósið er grønt, hyggur tú, um nakar bilur ella onnur akfør koma
  • Kemur eingin bilur ella onnur akfør, kanst tú fara tvørturum
  • Skiftir ljósið til reytt, meðan tú ert ávegis tvørturum, skalt tú halda kvikliga fram

Eygleiðið ferðsluna

Farið til eitt stað við ferðsluljósum eina løtu á degnum, tá lítil ferðsla er. Áðrenn tit fara tvørtur um vegin, skulu tit eygleiða ferðsluna eina løtu saman við børnunum. Spyr t.d.:

  • Kann eitt fólk til gongu fara tvørtur um nú?
  • Hvørjum skal hyggjast at?
  • Hvaðani koma sneiðandi bilar?

Venjið ferðsluatburð

Tá børnini duga reglurnar, kunnu tit royna at ganga tvørtur um saman nakrar ferðir. Tá tit hava roynt nakrar ferðir, kunnu tit lata børnini meta um, nær klárt er at fara tvørturum. Meta tey rætt, fara tit tvørtur um saman. Um tey ikki duga tað, greiða tit frá, hví tað ikki er klárt at fara tvørtur um nú.

Skúlavegurin

Foreldrini skulu venja skúlaleiðina við sínum barni í góðari tíð undan skúlabyrjan. Tað kann tó vera gott, um tit í barnagarðinum stuðla undir við eisini at venja saman við børnunum.

Børnini skulu læra:

  • Hvussu tey skulu ferðast til skúlan
  • Hvussu tey skulu bera seg at í óvæntaðum støðum, sum kunnu koma fyri, tá tey eru ávegis
  • At biðja um hjálp frá vaksnum, um tey ivast í, hvat tey skulu gera

Tá tit vita, hvørji børn skulu í skúla eftir summarfrítíðina, kunnu tit byrja fyrireika venjingarnar.

  • Spyrjið foreldrini, hvønn skúla børnini skulu í, og hvussu børnini væntandi fara at koma í og úr skúla
  • Fáið hendur á einum korti av tykkara øki
  • Gev børnunum eitt kort við heim. Bið foreldrini um at tekna leiðina, barnið skal ganga ella koyra í skúla. Kortið skal latast barnagarðinum.

Tit kunnu gera eitt stórt kort, sum vísir barnagarðin, skúlarnar, so nógvar av bústøðunum hjá børnunum, sum til ber. Kortið kunnu tit heingja upp í barnagarðinum fyri at fáa yvirlit yvir skúlaleiðina. Tá foreldrini lata inn kortini hjá børnunum, kunnu tit tekna tær inn á stóra kortið. Soleiðis fáa tit yvirlit og kunnu leggja venjingarleiðirnar til rættis.

Venjing

Tá tit venja skúlaleiðina, er skilagott at fara avstað við einum hóskandi bólki í senn. Hóast fleiri børn skulu sama veg, eiga tit at savna tykkum um eitt barn í senn, bæði orsakað av uppmerkseminum fyri einstaka barninum, og fyri at gera einstaka barnið tilvitað um sína ábyrgd fyri skúlaleiðini.

Lat hetta sama barnið ganga fremst og lat barnið taka støðu til so nógvar ferðsluspurningar, sum til ber. Tað kann t.d. vera at velja gongubreyt, hvar farast skal tvørturum, nær tit kunnu ganga o.s.fr.

Tosa við barnið og hini børnini um:

  • At fara tvørtur um vegin
  • Trupulleikar, sum kunnu vísa seg, og hvussu teir kunnu loysast
  • At fara tvørtur um millum parkeraðar bilar

Ver serliga varug/ur við støð, har torført er at hava yvirlit. Greið børnunum frá, hvørjum tey skulu ansa serliga væl eftir:

  • Síðuvegir
  • Vegbugar
  • Ferðslu aftanífrá
  • Sneiðandi ferðsla
  • Súkklur og prutl
  • Busssteðgistøð

Tá tit eru afturkomin, eiga tit at siga foreldrunum frá, hvussu tað gekk. Tit kunnu greiða foreldrunum frá støðum, har teirra barn hevði tað trupult, ella har møguligir trupulleikar kunnu vísa seg.

Takið myndir

Tit kunnu taka myndir, tá tit venja í ferðsluni. Myndirnar eru góðar at lýsa evnið, ferðsla, við. Børnini halda eisini, at tað er stuttligt, tá tey sjálv eru á myndunum.

Um tit ætla at taka evnið upp á foreldrafundi, riggar altíð væl at vísa foreldrunum myndir og filmsupptøkur.

Tummilsreglur til børn

Tummilsreglurnar kunnu vera útgangsstøði fyri eini samrøðu um ferðslu.

Brúka eyguni!

Hygg altíð væl fyri tær, tá tú ert í ferðsluni.

Brúka oyruni!

Tú sært ikki altíð bilarnar, sum koma. Lurta fyri at vita, um ein bilur, sum tú ikki sært, kemur aftan fyri eini hús, hinumegin svingið ella niðri í brekkuni.

Steðga!

Steðga altíð á, áðrenn tú fert tvørtur um ein veg. Hygg í báðar ættir, lurta og kanna, um klárt er at fara tvørturum. 

Brúka endurskinsvest!

Endurskinsvesturin ger, at tú sæst væl í dagslýsi, og endurskinið lýsir í myrkri, tá ein bilur kemur. Tú ert tryggari, um tú sæst í ferðsluni.