Børn til gongu

Frísk luft og rørsla eru góð fyri okkum, og tí er gott at børn eru til gongu viðhvørt heldur enn altíð at verða koyrd í bili. Børn hava tó serligar avbjóðingar: Tey eru smá á vøkstri og hava tí avmarkað sýni og síggjast heldur ikki so væl. Tey hava fáar royndir, eru bráðlynt, og hetta lyndið ger, at vit mugu ansa serliga væl eftir teimum.

Børn hava eitt nú ilt við at halda uppmerkseminum – serliga í ferðsluni, har nógv hendir samstundis. Tey gloyma seg lættliga burtur, um tey varnast eitthvørt spennandi. Børn uppliva heimin her og nú og við sær sjálvum í miðdeplinum, og hava tí ilt við at skilja eina støðu úr øðrum sjónarhorni enn sínum egna. Tað kann hava við sær vandastøður í ferðsluni.

Børn duga illa at spáa um eina møguliga vandastøðu. Tí er ikki nokk at siga barninum, hvussu tað eigur at bera seg at í ferðsluni. Barnið má eisini gera sær egnar royndir.

Foreldrini eiga evstu ábyrgd av, at børnini eru trygg í ferðsluni. Tí eiga foreldur ella onnur vaksin at venja atburð í ferðsluni saman við børnunum. Her eru nøkur uppskot til venjingar, sum tú kanst gera saman við børnunum.

Ferðsluvenjingar
til gongu

Tá barnið skal læra at ferðast sjálvt í ferðsluni, eru serliga tvey øki, sum tú eigur at leggja dent á. Annað er upplæring og venjing, sum kunnu ávirka bráðræsna lyndið hjá barninum. Hitt er at økja kunnleikan um ferðslu, soleiðis at barnið fær eina betri fatan av tí, sum hendir og kann henda.

Sjálvstamarhald

Sjálvstamarhald er tengt at búningarstignum hjá barninum, men kann verða ávirkað við upplæring og venjingum. Tað hjálpir væl at tosa við barnið um avleiðingarnar av ávísum atburði. Hvat hendir í ferðsluni, hvat kann henda, og hvat kunnu vit gera fyri at sleppa undan at verða yvirkoyrd?

Eisini er týdningarmikið, at barnið fær grundleggjandi royndir, soleiðis at tað megnar motoriskar avbjóðingar so sum at kunna bráðsteðga. Tí eru spøl og venjingar, sum bøta um reaktiónssnarleika, javnvág og samskipan av rørslum týðandi partur av vanlukkufyribyrging í ferðsluni.

Ferðsla í barnahædd

Børn duga ikki at hugsa og bera seg at sum vaksin í ferðsluni. Tey hava ikki royndirnar, tey eru lítil, og teirra menningarstig ger, at tey hava fleiri avbjóðingar í ferðsluni enn vaksin. Ferðslan sær eisini øðrvísi út í barnahædd. Fyri at læra barnið at bera seg at í ferðsluni, mugu vit síggja umhvørvið við eygunum á barninum.

Góðir vanar

Børn hava lætt við at taka ímóti reglum, meðan tey enn eru smá. Tey kenna seg trygg, tá tey vita, hvussu tey skulu bera seg at. Tí er lætt at byrja góðar ferðsluvanar, meðan børnini enn eru smá og løtt at ávirka.

Ferðsluvenjingar

Niðanfyri eru uppskot til ferðsluvenjingar, sum tú kanst gera saman við barninum.

Ferðsluvenjingar til gongu

Eygleið ferðsluna

Tað er neyðugt, at børnini duga at hyggja fyri sær, áðrenn tey fara yvir um vegin. Vel eitt øki við rímiliga nógvari ferðslu og við bilum, ið snara um hornið. Finn eitt stað, har tit hava gott yvirlit yvir økið. Set teg niður at húka og tosa við barnið um tað, sum tit síggja í ferðsluni. Kanska eru bæði bilar, súkklur og fólk til gongu.

Greið frá, at tit skulu eygleiða ferðsluna og royna at rokna út, hvat onnur í ferðsluni fara at gera. Barnið skal læra at síggja, nær bilarnir fara beint fram, og nær teir snara. Tí skal barnið kenna týdningin av billjósum, bakkiljósum, bilfloytu osfr.

Áðrenn børn duga at hyggja fyri sær í ferðsluni, mugu tey vita, hvørjum tey skulu hyggja at. Børn skulu tí læra at síggja nógvu umstøðurnar í ferðsluni. Børn hava torført við at greina millum ymsu ljóðini í ferðsluni og at fáa yvirlit yvir støðuna. Tí brúka børn langa tíð til at meta um.

Ferðsluvenjingar til gongu

Steðga við kantsteinin

Børn skulu læra, at tey altíð skulu ganga longst møguligt frá bilunum á vegnum. Tey skulu vita, hvat ein kantsteinur er, og hvat hann merkir.

Far ein gongutúr við barninum, og lat barnið ganga innast. Greið barninum frá, at tað altíð eigur at ganga longst til ber frá vegnum og harvið bilunum, tvs. heilt inni við garðin ella húsini. Sig tí eisini, at tað eigur at halda í hondini á foreldrunum fyri at vera tryggari.

 

Steðgið við kantsteinin

Venjingin at læra barnið at steðga við kantsteinin kann býtast í fleiri stig.
Byrjið við at ganga hond í hond á gongubreytini – barnið innast og tú uttast. Tá tit koma fram at einum kantsteini, fert tú niður at húka og vísir barninum, hvat ein kantsteinur er. Greið frá, at ein kantsteinur merkir, at tit skulu steðga, tí tit eru komin til ein veg, har bilar koyra. Haldið leiðina fram og steðgið, hvørja ferð tit koma til ein kantstein.

Kanna, um barnið minnist at steðga við kantsteinin

Næstu ferð tit eru úti til gongu og nærkast einum kantsteini, letur tú barnið ganga eitt petti framman fyri teg. Halt eyga við, um barnið minnist at steðga. Um barnið gloymir tað, skalt tú steðga barninum og greiða frá, hvat tit hava gloymt. Vel eitt stað við avmarkaðari ferðslu og ansa eftir, at eingin bilur kemur.

Ferðsluvenjingar til gongu

Hvar er trygt at fara yvir um vegin?

Umframt at læra, hvussu tey fara tvørtur um vegin, skulu børn eisini læra, hvar tryggast er at fara tvørturum.

Greið barninum frá, at best er at fara tvørtur um vegin á einum staði, har sýnið er gott báðar vegir. Greið frá, hvat eyðkennir tey góðu støðini og tey vánaligu støðini.

Vís barninum, hvat tit skulu gera, tá tit fara tvørtur um vegin á einum staði við parkeraðum bilum. Tá ræður um at fara heilt fram til kantin á bilunum, so lættari er at síggja í báðar ættir, áðrenn tit fara tvørturum. Bilførararnir í koyrandi bilunum á vegnum síggja tykkum eisini betur, um tit fara fram millum parkeraðu bilarnar. Lær barnið at fáa eygnasamband við bilførarar.

Ferðsluvenjingar til gongu

Far tvørtur um vegin

Ein fortreyt fyri at fara tvørtur um ein veg er, at barnið dugir at meta um, nær støðan er trygg.

Saman við barninum

Vel ein minni veg við avmarkaðari ferðslu. Tað er í lagi, um nakrir fáir bilar eru, men tað skal vera lætt at fara tvørturum. Gakk aftan fyri barnið, soleiðis at tú kanst koma uppí, um okkurt skuldi verið.

Tá tit koma til kantsteinin, skalt tú halda eyga við, um barnið steðgar og hyggur fyri sær. Spyr síðani barnið, um klárt er at fara tvørturum. Lær barnið at royna at fáa eygnasamband við bilføraran, sum steðgar, at lova tí yvirum. Minst til, at tað er barnið, sum skal læra at meta um støðuna, men tað er tú, sum ræður.

Barnið einsamalt

Finn ein lítlan, hóskandi veg, har lætt er at fáa yvirlit og bert lítil ferðsla. Greið frá, at tit skulu læra at fara tvørtur um ein veg við bilum, og hvussu henda venjingin fer fram.

Statt soleiðis, at tú hevur yvirlit yvir støðuni og samstundis møguleika at steðga barninum, skuldi tað verið neyðugt. Greið barninum frá, at tað eigur at hyggja til báðar síður og bara fara tvørturum, um eingin ferðsla er. Avtala við barnið, at tað skal bíða eftir tær hinumegin vegin.

Endurtakið venjingina á ymsum støðum.

Ferðsluvenjingar til gongu

Gakk beint tvørtur um vegin

Her er eitt stuttligt spæl, sum lærir barnið, at beina leiðin er stytsta leiðin. Børn skulu læra, at tey altíð eiga at ganga beint tvørturum.

  • Tekna tveir ringar við kriti á vegin á einum tryggum staði. Fjarstøðan millum ringarnar skal vera 4-5 metrar.

  • Statt í øðrum ringinum og gakk í beinari linju yvir í hin ringin, meðan tú telur tíni fet.

  • Gakk sama túr í sikksakk og tel aftur fetini.

Hvør leið kravdi flest fet? Tosið um, at beina leiðin er stytsta leiðin. Endurtak royndina við at lata barnið ganga millum ringarnar, meðan tit saman telja fetini.

Til gongu við krossveg

Um tit javnan ganga í einum krossvegi, er týdningarmikið at venja at hyggja í allar ættir.

Við ein krossveg er ikki nóg mikið at hyggja til báðar síður – høgru og vinstru. Her mugu tit eisini hyggja frameftir og aftureftir fyri at kanna, um ein bilur ella annað akfar snarar um hornið.

Best er at venja við ein lítlan krossveg, har tit fáa betri yvirlit, og tú kanst peika í allar tær ættir, sum barnið skal geva sær far um.

Ferðsluvenjingar til gongu

Reyður maður – grønur maður

Reytt merkir steðga, grønt merkir gakk, tá tú hevur hugt fyri tær eina ferð eyka.

  • Tekna nakrar ringar við reyðum og grønum kriti á vegin á einum tryggum staði.

  • Bið barnið ganga runt á ringunum og steðga, hvørja ferð tað traðkar á ein reyðan ring og rópa “reyður maður – steðga”.

Flestu 3 ára gomul duga errin at greiða frá, at reyður maður merkir steðga, og grønur maður merkir gakk. Hetta er tó ikki heilt rætt. Grønur maður merkir: “Hygg fyri tær, um bilar ella onnur eru á vegnum, áðrenn tú fert tvørturum”.

Børn hava tørv á góðari tíð til at læra at kunna seg um eina støðu og at tryggja sær, at allir bilar eru steðgaðir

Ferðsluvenjingar til gongu

Reytt, gult, grønt, steðga

Hetta spælið er ein góð venjing til fleiri børn samstundis. Tess fleiri børn, tess betri.

  • Tekna við kriti tvær langar linjur á vegin. Fjarstøðan millum linjurnar skal vera um 10 metrar. Til ber eisini at brúka ein ella tveir húsaveggir.

  • Stilla teg aftan fyri aðra linjuna og lat børnini standa lið um lið aftan fyri hina linjuna.

  • Vend tær burtur frá børnunum og bið tey renna ella ganga fram móti ”tíni” linju, samstundis sum tú rópar: ”Reytt ljós – steðga”. Tá tú sigur ”steðga”, vendir tú tær skjótt móti børnunum. Børnini skulu tá standa heilt still. Um tey framvegis eru í rørslu, skulu tey aftur til byrjanarlinjuna og byrja av nýggjum.

  • Tað barnið, sum kemur fyrst, hevur vunnið spælið.

Flestu børn eru fyri óhappi í ferðsluni orsakað av, at tey eru stýrd av bráðlyndi, tí tey síggja okkurt spennandi og renna út á vegin uttan at hyggja fyri sær. Steðgivenjingin er tískil ein týdningarmikil ferðsluvenjing.

Minst til eisini at tosa um, hvar tit eiga at steðga. Tú skalt altíð steðga, tá tú kemur til ein kantstein. Skógvarnir skulu verða inni á gongubreytini. Er eingin gongubreyt, eigur tú at steðga har, sum vegurin byrjar.

Tummilsreglur

Tummilsreglurnar kunnu vera útgangsstøði fyri eini samrøðu um ferðslu.

Brúka eyguni!

Hygg altíð væl fyri tær, tá tú ert í ferðsluni.

Brúka oyruni!

Tú sært ikki altíð bilarnar, sum koma. Lurta fyri at vita, um ein bilur, sum tú ikki sært, kemur aftan fyri eini hús, hinumegin svingið ella niðri í brekkuni.

Steðga!

Steðga altíð á, áðrenn tú fert tvørtur um ein veg. Hygg í báðar ættir, lurta og kanna, um klárt er at fara tvørturum.

Brúka endurskinsvest!

Endurskinsvesturin ger, at tú sæst væl í dagslýsi, og endurskinið lýsir í myrkri, tá ein bilur kemur. Tú ert tryggari, um tú sæst í ferðsluni.

Ferðsla og skúlabyrjan

Tað er stórur dagur, tá ið barnið fer í skúla. Nýggjur heimur letur seg upp, og avbjóðingarnar verða fleiri. Ein avbjóðingin er skúlaleiðin. Skal barnið koyrast í skúla, skal tað ganga ella fara við bussi? Óansæð, so hevur tað stóran týdning, at barnið longu á ungum árum lærir at bera seg at í ferðsluni á skilagóðan hátt og kennir seg trygt á veg í skúla og til húsar aftur.

Hvat dugir barnið?

Ymiskt er, hvussu børn um 6-7 ára aldur klára seg í ferðsluni. Tað veldst um, hvussu búgvin tey eru, og hvussu nógv tey vita um ferðslu. Tó eru fleiri felagsnevnarar:

  • Tey duga illa at meta fjarstøðu og ferð
  • Tey síggja støður frá sínum sjónarhorni og duga illa at síggja støður úr fleiri sjónarhornum
  • Tey hava ilt við at meta um tað, ið fer at henda, og síggja eina vandastøðu, ið kann taka seg upp
  • Tey síggja smálutir, men fata ikki altíð heildina
  • Tey gera ofta skjótt av og gloyma at hyggja rundan um seg
  • Tey vænta, at vaksin altíð halda ferðslureglurnar

Sostatt hava tey brúk fyri hjálp og venjing, so tey kunnu fara í skúla trygg og sjálvbjargin.

Tummilsregla: Børn megna nústani at ganga einsamøll í ferðsluni um 8-10 ára aldur alt eftir nærumhvørvi, og hvussu búgvin tey eru.

Undirvísingartilfar til fólkaskúlan

Á sumri 2014 varð nýtt undirvísingartilfar í ferðslulæru lagt fram. Hetta er tøkt á undirvísingarportalinum hjá Námi: www.snar.fo/ferdsla. Talan er um talgilt tilfar til øll floksstig.

Undirvísingartilfarið er úrslit av eini verkætlan hjá okkum í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar. Talan er um nýframleitt, føroyskt tilfar umframt týtt og tillagað tilfar frá danska Sikker Trafik og í ávísan mun norska Trygg Trafikk.

Ferðsla er kravt undirvísingarevni í føroyska fólkaskúlanum.

Verkætlanir í framhaldsdeilini

Skalt tú arbeiða við evninum ferðsla í sambandi við eina verkætlan í skúlanum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á rff@rff.fo ella á tel. 22 00 64. Vit svara fegin spurningum og bjóða tær inn á gólvið at gera samrøðu við okkum, um tú ynskir tað. Best er, um tú fyrireikar teg til samrøðuna.

Ger tær greitt, hvat tú vilt leggja dent á. Er tað eitt ávíst øki innan ferðslu sum t.d. prutl, rúsdrekkakoyring, ferð, undirvísingartilfar ella møguliga eitt meira yvirskipað evni so sum 'ung og ferðsla'? Fyrireika spurningarnar frammanundan, so tú fært tey svarini, tú hevur tørv á.

Tú kanst fyrireika teg og fáa íblástur við at hyggja at undirvísingartilfarinum, sum vit hava framleitt til øll floksstig í fólkaskúlanum. Talan er um talgilt tilfar, sum tú finnur her.

Vit hava hagtøl, sum snúgva seg um deyðstøl í føroysku ferðsluni – eisini í mun til hini Norðurlondini. Eisini hava vit hagtøl um hugburð hjá føroyingum til eitt nú ferð, gáloysni og rúsdrekkakoyring. Hagtølini finnur tú her.

Á veg í skúla

Best er at lata børnini ganga í skúla. Frísk luft og rørsla gera, at tey eru væl fyri at fara undir skúladagin. Ferðslan verður ikki so nógv í nánd av skúlanum, og tí verður trygdin av sær sjálvari betri, um børnini ganga heldur enn at verða koyrd í skúla.

Vel eina leið, sum er trygg hjá barninum. Tann trygga leiðin er ikki altíð tann stytsta leiðin, men tann leiðin, har barnið so sjáldan, sum til ber, skulu fara tvørtur um veg. Ven skúlaleiðina saman við barninum, longu áðrenn skúlin byrjar, og fylg barninum í skúla ta fyrstu tíðina.

Vís barninum á ferðsluvandarnar á leiðini og lær barnið at hyggja fram fyri seg og lurta eftir ferðsluni Lær barnið at fara tvørtur um veg, har tað er trygt at fara yvirum og at hyggja til báðar síður Lær barnið at brúka gongubreyt og gonguteig og hyggja væl fyri sær Lær barnið at ganga vinstrumegin, um eingin gongubreyt er

Sýni

Børn eru smá á vøkstri og hava tí avmarkað sýni og síggjast heldur ikki so væl. Far niður at húka og eygleið ferðsluna í barnahædd, tá ið tú venur saman við barninum.

Lær barnið at vera serliga ansið, um tað noyðist at fara út á vegin ímillum parkeraðar bilar ella aðrastaðni, har tað ikki sæst væl. Brúka altíð endurskin og/ella endurskinsvest, tá ið myrkt er á morgni og seinnapartin. Vaska endurskinini javnan og blaka slitin endurskin burtur. Eftir tveimum árum eru endurskin slitin og virka tí verri.

Tilmæli

Gev barninum fáar og einfaldar ferðslureglur at halda seg til.

Við bussi í skúla

Um barnið tekur bussin í skúla, so vel tryggastu leiðina til og frá steðgiplássinum. Far heimanífrá í góðari tíð, so ikki er neyðugt at renna til bussin. Ven alla skúlaleiðina saman við barninum – fleiri ferðir.

  • Lær barnið at sita niðri og at vera íbundið, tá ið er í bussinum.

  • Vís barninum, hvussu tað skal standa við steðgiplássið, so bussførarin sær tað.

  • Lær barnið at fara í og úr bussinum.

  • Lær barnið, at tað ikki má fara tvørtur um vegin, fyrr enn bussurin er farin, og sýnið er gott aftur.

Allir bussar hjá Bygdaleiðum hava trygdarbelti.

Lógarkrav

Tað er lógarkrav at sita íbundin í bussi, sum hevur trygdarbelti – býarbussar undantiknir.