Ráðið fyri ferðslutrygd
Ráðið fyri ferðslutrygd er landsfevnandi ráð, sum virkar fyri betri ferðslutrygd. Aðalmálið er null-hugsjónin: “Ongin skal doyggja ella fáa álvarslig mein í føroyska vegakervinum.”
Menniskjuligir feilir liggja aftan fyri næstan allar deyðsvanlukkur á vegunum. Okkara endamál er tí at betra ferðsluvanar við upplýsing og fjølbroyttum fyritaksemi. Vit fremja átøk og gera kunnandi tilfar um ferðslutrygd, og vit geva sakliga kunning um øll tey viðurskifti, sum eru til ampa fyri ferðslutrygdina. Vit fylgja neyvt við hagtølum og eru hoyringarpartur í sambandi við lógarbroytingar, sum viðvíkja ferðslutrygd. Gjøgnum okkara viðtøkur hava vit ábyrgd fyri undirvísingartilfari og at stuðla ferðsluundirvísingini.
Støðið verður tikið í Nullhugsjónini og Ferðslutrygdarætlanini.
Bygnaður
Ráðið fyri ferðslutrygd er ráð undir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum. Vit hava hesar føstu limir: Akstovan, Kommunufelagið, Føroya Koyrilærarafelag, Føroya Landfúta, Føroya Læknafelag, Føroya Lærarafelag, Kvinnufelagssamskipan Føroya, Landsverk, Kringvarp Føroya, Trygd, Betri Trygging, avvarðandi aðalráð fyri undirvísingarmál og samferðslumál.
Umframt nevndu limir kunnu eisini kommunur, aðrir almennir stovnar og áhugafeløg (ikki vinnurekandi), sum vilja vera við í ferðslutrygdararbeiðinum, gerast limir. Eisini einstaklingar, vinnurekandi feløg og fyritøkur, sum vilja vera við í ferðslutrygdararbeiðinum, kunnu verða limir. Hesir limir verða nevndir ”Ferðslutrygdarvinir”.
Stjórn og starvsnevnd
Stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd er Lovisa Petersen Glerfoss. Stjórin tekur sær av dagliga virksemi ráðsins.
Ráðið fyri ferðslutrygd hevur starvsnevnd, sum hittist hvønn mánað, tó ikki í juli og august. Í nevndini sita: Jónhild Rasmussen (Betri trygging), nevndarforkvinna, Vivian Johansen (Trygd), Marjun Jógvansdóttir (Tórshavnar kommuna), Karl Leonsson (Føroya Politi)og Dan Sofus Hofgaard (Landsverk). Varalimir eru: Bergur Samuelsen (Føroya Lærarafelag) og Dánjal Samuelsen (Strandfaraskip landsins).
Ráðsfundur
Ráðsfundurin er hægsti myndugleiki – uttan í teimum førum, tá ið landsstýrismansins góðkenning er kravd. Til ráðsfundin sendir hvør limur eitt umboð, sum hevur heimild at taka støðu vegna limin.
Viðtøkur
Í viðtøkum okkara er ásett tilverugrundarlag, virksemi og annað, sum vit virka eftir.
Sí viðtøkur okkara.
Fígging
Virksemi okkara verður fíggjað av landskassastuðli, limagjaldi frá kommunum og øðrum limum umframt av samstarvsfeløgum okkara.
Stuðlar
Vit samstarva við nakrar fyritøkur í sambandi við átøk. Fastir stuðlar eru Betri Trygging og Trygd.
Hvør stuðlar hvørjum?
- Ferðsludagar fyri 8. flokkar
- verða stuðlaðir av Trygd og Betri Trygging.
- Súkkluhjálmar til landsins 1. flokkar
- verða stuðlaðir av Betri Trygging og Trygd.
- Endurskinsvestar til landsins 1. flokkar og barnagarðar
- verða stuðlaðir av Betri Trygging.
- Undirvísingartilfar til fólkaskúlan
- verður stuðlað av Betri Trygging. Harumframt samstarv við Guðrun og Guðrun um serstakar endurskinsvestar.
- Árlig átøk
- Betri Trygging og Trygd stuðla harumframt árlig átøk hvør í sínum lagi.