Eg koyri teg, tú koyrir meg

Ráðið fyri Ferðslutrygd skipaði herfyri, saman við Betri Trygging og Trygd, fyri hugskotskapping um, hvussu vit steðga rúskoyring millum ung.

Vinnari gjørdist 22 ára gamla Brynhild Nolsøe í Lágabø úr Vági. Brynhild kennir sjálv til avbjóðingarnar av at vera partur av náttarlívinum í aðrari bygd, enn teirri tú býrt í. Tí bygdi hennara hugskot á egnar royndir.

Í vinarbólkinum hjá Brynhild hava tey gjørt eina avtalu, ið byggir á tankan: ”Eg koyri teg, tú koyrir meg.” Hetta merkir, at tey skiftast um at koyra:

- Avtalan er tann, at um eitt vinfólk er farið í býin, og eg liggi heima, so ringja tey til mín, og eg fari upp at koyra tey. Um eg eri farin í býin og okkurt vinfólk liggur heima, so koma tey eisini upp at koyra meg, og tað er líkamikið um tað er morgun, dagur ella nátt, greiðir Brynhild frá í lýsingarfilminum, ið er komin burtur úr hugskotinum hjá Brynhild.

- Vit upplivdu, at tað var afturvendandi at tey ungu, ið sendu hugskot inn, vístu á, at avgerðin at koyra rúsaður ikki bygdi á manglandi vitan, men heldur á manglandi amboð at sleppa undan rúskoyring, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Dómsnevndin var samd um, at tað besta amboðið, ið varð skotið upp, var vinfólkaavtalan hjá Brynhild “Eg koyri teg, tú koyrir meg.”, tí vann hon kappingina,

Annað pláss í kappingini fekk Bára Ellefsen av Signabø, meðan Fía Jacobsen úr Havn fekk triðja pláss. 

Eftir at vinnarin var funnin, hevur Brynhild arbeitt saman við eini lýsingarstovu við at menna hugskotið til eina lidna lýsing. Í lýsingini síggja vit Brynhid og hennara vinfólk í býnum og á veg til hús. Í samráð við Brynhild er lýsingin blivin jalig og uppbyggjandi, heldur enn fordømandi og neilig.  

Hugburðurin til rúskoyring er broyttur munandi seinastu nógvu árini, og heili 98% av føroyingum siga at rúskoyring verður ikki góðtikin. Men kortini verða bilførarar javnan tiknir við promillu í blóðinum. Og rúskoyring er orsøk til fjórðu hvørja deyðsvanlukku í ferðsluni. Hetta siga tøl úr norðurlondum. Tí er tað eisini í 2020 týdningarmikið at tosa um at steðga rúskoyring!

 

Viðkomandi tíðindaskriv: Hugskotskapping um at steðga rúskoyring

Forrige
Forrige

Koyr. Bara. Alt annað er býtt.

Næste
Næste

Lýsa perurnar?