Hugskotskapping um at steðga rúskoyring

Øll vita tað er vandamikið. Men kortini gera nøkur tað. Koyra rúskoyring.

Hvat gera tey ungu fyri at forða sínum vinum í at koyra rúskoyring? Tað vil Ráðið Fyri Ferðslutrygd fegið hoyra nærri um.

Tí skipar Ráðið Fyri Ferðslutrygd saman við Betri Trygging og Trygd fyri hugskotskapping, har ung kunnu koma við teirra hugskotum um, hvussu vit steðga rúskoyring.

rff_rus_rff_cover.png

Virðislønir verða latnar, og høvuðsvinningurin er 20.000 kr., onnur virðisløn er 10.000 kr. og triðja virðisløn er 5.000 kr.

Tað er týdningarmikið at undirstrika, at hugskotskappingin er fyri øll ung undir 24 ár. Ikki bert teir næmingar, ið fáast við miðlar og samskifti, tí boðskapurin kann miðlast á nógvar ymiskar mátar, bert hugflogið setur markið.

Tit avgera hvønn miðil ella tilfar, tit vilja brúka, og hvussu tit ætla at fáa boðskapin fram.

Treytirnar eru, at uppskotið ella tað, ið tit gera, kann brúkast í einum átaki, og at tit hava gjørt tykkum tankar um, hvussu tykkara uppskot ella tilfar rakar júst málbólkin, ið tit eru partur av.

Uppskotini skulu sendast til: rff@rff.fo í seinasta lagi 31. oktober 2020. Vinnararnir sleppa saman við eini lýsingastovu at menna hugskotið til eitt átak, ið kann verða lýst í miðlunum.

Ráðið Fyri Ferðslutrygd tryggjar sær rættin at brúka innkomin uppskot í sínum kunningartilfari.

Forrige
Forrige

Í 2020 doyði ongin í ferðsluni í Føroyum

Næste
Næste

Endurskinsvestar til yngstu skúlanæmingarnar