Espressoskeyk
- ársins kokkteylur uttan alkohol 2021
GUTTI WINTHER hevur ment ein spildurnýggjan kokkteyl sum heldur tær væl koyrandi summarnæturnar. Og tað besta er, at nú kanst tú smakka tær á – og framvegis koyra bil!
Hetta skalt tú brúka:
1 partur av espresso
3 partar av góðari kakaomjólk
1 partur av søtari, kondenseraðari mjólk*
1 dism av kaneli
Ísterningar
Soleiðis gert tú:
Fyll fyrst martinigløs við ísterningum fyri at køla gløsini. Lat tey standa eina løtu.
Fyll ein skeykara við øllum, koyr ís í og skeyka, til tað er ísakalt.
Tøm ísterningarnar úr køldu martinigløsunum.
Síðani sílar tú drykkin í gløsini. Tú kanst at enda stroya eitt dism av kaneli oman yvir kokkteylin.
Vælgagnist!
* Søt, kondenserað mjólk, ella Sweetended Condensed Milk, fæst í blikki í flestu stóru matvøruhandlunum. Men tú kanst eisini ómakaleyst gera tína egnu.
Soleiðis gert tú: Til 3 dl av kondenseraðari mjólk tørvar tær ½ litur av bóndamjólk og 200 gramm av rørsukri. Koyr mjólkina og sukrið í eina grýtu og rør saman. Fá blandingina í kók við nógvum hita, meðan tú rørir. Skrúva hitan eitt sindur niður, og lat tað kóka, til umleið helvtin er eftir. Hetta tekur umleið ½ tíma. Rør av og á. Mjólkin skiftir lit og fær hvítt skúm á yvirflatanum. Skúmið tekur tú av so hvørt við einari súpiskeið.
Goym kondenseraðu mjólkina í einum glasi við loki. Hon heldur sær í køliskápinum í eina viku. Kondenseraða mjólkin gerst tjúkkri, tá hon kølnar.