
Lýsa perurnar?
Sløktar baklyktir, brostnar perur og skeivt stillaðar billyktir. Hetta er veruliga nakað, sum kann ørkymla í ferðsluni og hava við sær vandamiklar støður.
Brúka 5 minuttir uppá at kenna tínar lyktir.
Øll skulu vera íbundin
Soleiðis tryggjar tú at børnini eru íbundin rætt og trygt
Pinkubørn
0-13 kg (uml. 0-1 ár)
Bakvendur pinkustólur er tryggasta loysnin. Við bakvendum pinkustóli minkar vandin munandi fyri skaða á háls og nakka á barninum, um bilurin er fyri frontalum samanstoyti.
Les um hvussu tú tryggjar at barn títt situr trygt í bilinum.
Børn (0-4 ár)
9-18 kg (uml. 9 mðr. - 4 ár)
Tá ið barnið er vorðið ov stórt til pinkustólin, skal tað brúka barnastól. Barnastólar eru at fáa framvendir og bakvendir.
Les um hvussu tú festir bilstólin rætt og um stólurin skal vera fram- ella bakvendur.
Størri børn (úr 4 árum)
15-36 kg (úr uml. 4 árum)
Í 3-4 ára aldri eru børn flest vaksin úr barnastólinum, og tá er tíð at skifta til bilpútu við stólabaki.