Ársfundur í Løkshøll
Tann 5 apríl varð ársfundurin hjá RFF hildin í Løkshøll. Hesaferð høvdu stjórin og starvsnevndin gjørt av at seta sjóneykuna á hugburð og atburð í føroysku ferðsluni. Luttøkan var sum altíð góð og tað er at frøast um, at áhugi er fyri virkseminum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, byrjaði dagin og ikki heilt óvæntað legði hann dent á aktuella broytingaruppskotið til ferðslulógina, sum millum annað leggur upp til hægri bót og klipp í koyrikortið fyri at brúka handhildnað teleútgerð í bilinum. Harumframt víðkan av kravi um RF-skeið til eisini at umfata rúsevniskoyring, tá koyrikort skal endurvinnast eftir rúskoyring og forboð fyri el-rennihjólum.
Jónhild Rasmussen, forkvinna og Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri, løgdu fram ársfrágreiðing fyri 2023. Ongin læt lív í ferðsluni í 2023 og tað er triðja árið í nýggjari tíð - 2018 og 2020 vóru eisini ‘0-ár’. Sera lágu tølini seinnu árini hava við sær, at vit í meðal, tey seinastu 5 árini, hava frægastu tølini í norðurlondum. Men av tí at okkara tøl eru smá, eru tey eisini viðbrekin og einhvør álvarslig vanlukka kann tí hava stóra ávirkan á tølini. Talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða sær tó ikki eins gott út og her er framvegis nógv at arbeiða við. Vit vænta at millum annað at ferðslulógarbroytingin viðv. fartelefon fer at hava jaliga ávirkan, umframt at skaðanevndin, sum fer at granska álvarsligar ferðsluvanlukkur, eisini fer at geva ítøkiligar niðurstøður um hvussu vit kunnu fyribyrgja enn fleiri ferðsluvanlukkum.
Heri Joensen Lóður, legði fram úrslit frá hugburðskanning, sum teir hava gjørt fyri RFF. Hetta er fjórðu ferð, at Lóður ger umfatandi kanning fyri okkum um alt frá ferð, gáloysni, rúskoyring og trydarbelti. Hesaferð spurdu vit eisini um Ferðsludagar, sum er ferðsluundirvísing fyri landsins 8. flokkum, sum vit hava havt í samfull 27 ár.
Onkur úrslit koma ikki óvart á. Millum annað, at fólk í Føroyum sum heild koyra ov skjótt - serliga uttanbíggja. Her eru tað serliga yngru mannligu bilførararnir, sum koyra í skjótara lagi. Og eisini tey í Eysturoynni hava lyndi til at koyra heldur skjótari enn í øðrum støðum av landinum. Møguliga er her ein samanhangur millum hvussu nógv fólk koyra, tí í hesum økinum pendla fólk meiri enn aðrastaðni.
Men tess skjótari tú vanliga koyrir, tess størri eru sannlíkindi fyri, at tú hevur verið partur av einum ferðsluóhappi.
Tíverri letur eisini til, at fleiri og fleiri meta at tað sum heild verður góðtikið at koyra ov skjótt. Hesi tølini eru tíverri í spakuligum vøkstri. Eisini tølini fyri rúskoyring og nýtslu av fartelefon eru í vøkstri. Hetta er eitt álvarsligt rák, sum tó ikki er serføroyskt. Hetta er eitt rák, sum má takast í álvara, skulu vit venda skútuni.