Ársfundur við súkkling sum høvuðsevni
Tann 16. apríl varð ársfundurin hjá RFF hildin í Smæruni. Høvuðsevnið var súkkling - súkkluumstøður, súkklumentan og súkkluførleiki.
Eins og undanfarin ár, varð dagurin skipaður í tveimum pørtum. Fyrri parturin var ein almennur partur við fakligum framløgum. Seinni parturin var sjálvur aðalfundurin. Hesaferð høvdu stjórin og starvsnevndin gjørt av at seta sjóneykuna á súkkling í breiðari merking. Og tað merktist á tilmeldingini, at hetta evnið vekir áhuga millum fólk.
- Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, byrjaði dagin við hugleiðing um gongdina við ferðslutrygdini, síðani fyrsti bilurin kom til landið í 1922
- Marjun Jógvansdóttir, málsviðgeri í Tórshavnar kommunu, greiddi frá um royndirnar við súkkluárinum 2020 og framtíðarætlanir fyri at betra um súkkluumstøður í høvuðsstaðnum
- Høgni Joensen, stjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt, segði frá um teirra royndir við súkkluvenjingarbreyt, sum kann nýtast at styrkja um súkkluførleikan
- Óluva Zachariasen var orðstýrari í hugaligum sofakjaki, har brúkarin segði sína hugsan um støðuna hjá súkklarum og ynskjum fyri framtíðarsúkklismu í Føroyum. Kjakið var lívligt – bæði á sofunum og úr salinum. Tey ið myndaðu kjakið vóru Rúni Juul (toymisleiðari í TeamRynkeby Føroyar), Karl Leonsson (ferðslupolitistur) og Gunn Hernes (stjóri í Norðurlandahúsinum).
- Kári Thorsteinsson, formaður í starvsnevndini hjá RFF, og Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í RFF, løgdu fram ársfrágreiðing fyri 2020. Ongin doyði í ferðsluni í 2020 og tað er sera jaligt. Talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða er tó ikki lækkað seinastu nógvu árini. Við støði í Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019-2027 eru týdningarmiklastu fetini at røkka málinum um færri ferðsluóhapp við fólkaskaða at seta á stovn skaðakanning av álvarsligum ferðsluóhappum og skipan av betri hagtølum. Hini norðurlondini hava langt síðani sett í verk skipaðar kanningar av álvarsligum ferðsluvanlukkum. Ráðið fyri Ferðslutrygd fer at gera sítt til, at hesi tilmæli fáa politiska raðfesting og verða gjøgnumførd.
Sí ársfrásøgn og ársroknskap her: