Børn í Sørvágs skúla við nýggjum súkkluhjálmum
Øll børn í Føroyum fáa ein ókeypis súkkluhjálm, tá tey byrja í 1. flokki. Tað eru tryggingarfeløgini Trygd og Betri trygging, sum, saman við Ráðnum fyri Ferðslutrygd, lata hjálmin og hevur hetta átakið eftir hondini nógv ár á baki.
Týsdagin, 25. august 2020, vitjaði Ráðið fyri Ferðslutrygd í 1. flokki í Sørvágs skúla og nýggju súkkluhjálmarnir vóru við. Børnini vóru spent, tá eskjurnar vórðu latnar upp. Øll fingu hvør sín flotta hjálm og vit prátaðu um týdningin av at nýta hjálm, tá man súkklar. Fleiri høvdu roynt at detta á súkkluni og tá var hjálmurin góður at hava.
Føroysk børn eru røsk at súkkla og tá er týdningarmikið at brúka hjálm. Hjálmurin fyribyrgir ikki óhappi. Men ert tú óheppin og dettur á súkkluni, verjir hjálmurin fyri skaða á høvdið.
Lovisa Petersen Glerfoss, frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, greiddi frá um týdningin av at nýta súkkluhjálm og vísti hvussu man spennir hjálmin, so hann situr rætt á høvdinum.
Soleiðis spennir tú hjálmin rætt.
Vit ynskja øllum børnunum tillukku við nýggju súkkluhjálmunum. Vónandi verða teir væl brúktir.