Ferðslan 2018 – vit mistu ongan!
Nú komið er inn í januar 2019, kunnu vit staðfesta, at í farna ári lat ongin lív í ferðsluvanlukku á føroysku vegunum.
Hetta eru so serlig tíðindi, at vit skulu yvir 50 ár aftur í tíðina at finna dømi um eitt kalendaraár, har ongin lat lív í eini ferðsluvanlukku í Føroyum. Eisini má havast í huga, at í sama tíðarskeiði er talið av akførum 10-faldað.
Hetta skulu vit tora at gleðast yvir!
Tað merkir tó ikki, at ongin fekk mein í ferðsluni og ferðsluóhapp hava verið í 2018.
Enn eru tølini frá løgregluni ikki klár, so til ber ikki at siga hvussu nógv ferðsluóhapp við fólkaskaða vóru í 2018. Undanfarnu árini hevur talið tó ligið um 30. Uppgerðin sigur ikki nakað um hvussu nógv fólk eru komin til skaða, ella hvussu álvarsligir skaðarnir eru.
Meðan vit gleðast og fegnast um, at árið 2018 var eitt gott ferðsluár, mugu vit framhaldandi arbeiða miðvíst við at betra um ferðslutrygdina og hugburðin til ferðslu. Tí menniskjaligir feilir eru framhaldandi orsøk til yvir 90% av øllum ferðsluvanlukkum.
Minnist tí til teir stóru vandarnar í ferðsluni: Ferð, rúsdrekka og gáloysni.
Halt hámarksferðina!
Steðga rúsdrekkakoyring!
Koyr bil, tá tú koyrir bil!