Ferðsludagar síðan 1998 – eitt átak sum ger mun!

  • "Eg lærdi nógv"

  • "Stuttligt"

  • "Fekk meg at hugsa meira"

  • "Rakti hart. Man skilir avleiðingarnar"

  • "Áhugavert og syrgiligt. Øll burdu komið til eitt sovorði tiltak"

  • "Ein sera góður og læruríkur dagur"

 Hetta eru nakrar av afturmeldingunum frá undanfarnum ferðsludøgum. 

Í 2018 doyði ongin av ferðsluvanlukku á føroysku vegunum. Í meiri enn tvey áratíggju hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd, í samstarvi við tryggingarfeløgini, skipað fyri ferðsludøgum fyri landsins ungdómi. Ráðið fyri Ferðslutrygd metir, at Ferðsludagarnir eru ein týðandi partur av orsøkini til hetta søguliga úrslit.

Hesi árini eru tillagingar gjørdar í tiltakinum, men í høvuðsheitum er yvirskipaða málið tað sama - at læra um vandar í ferðsluni, avleiðingar av avgerðum okkara og tvístøðum um hvat kann gerast fyri at fyribyrgja og hvat er ‘rætta’ reaktiónin, tá skaðin er hendur. 

Seinastu nógvu árini hevur málbólkurin verið landsins 8. flokkar og í ár er tiltakið í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Havn. 

Væluppløgd og roynd fólk undirvísa næmingunum. Tað eru góðar søgur, álvarsligar, syrgiligar og ikki minst viðkomandi søgur. Og um upplivingin á ferðsludøgunum bara steðgar eini vanlukku, bjargar einum lívi, ella fær ein persón at siga frá, tá onkur ger nakað skeivt í ferðsluni, so gevur hetta tiltakið meining.

Afturmeldingar frá næmingum og lærarum eru sera jaligar og vanliga leggja allir skúlar í landinum, ár eftir ár, tíð av til ferðsludagin.

Myndirnar eru tiknar á ferðsludøgunum í ár. Ferðsludagarnir halda fram til 10. apríl.

IMG_0241.jpg
IMG_0243.jpg
IMG_0245.jpg
IMG_0300.jpg
IMG_0302.jpg
Forrige
Forrige

Ársfundurin hjá RFF varð hildin í dag, 5. apríl 2019

Næste
Næste

Børn í Sørvágs skúla við nýggjum súkkluhjálmum