Finnið løtur at venja skúlaleiðina
Um tvær vikur byrja skúlarnir aftur. Fyri umleið 700 børn er hetta teirra fyrsti skúladagur og mong munnu vera sera spent.
Gevið tykkum stundir at venja skúlaleiðina saman við børnunum.
Tess meira børn sleppa at venja í ferðsluni saman við foreldrum ella øðrum góðum fyrimyndum, tess fyrr duga tey sjálvi.
Á heimasíðu okkara eru góð hugskot til, hvussu tit kunnu venja í ferðsluni.