Góð ráð um motorsúkklur

Várið er av álvara komið og við várinum koma smálomb, lýggjari veður – og motorsúkklur

Vit hava savnað 6 góð ráð, so vit øll kunnu ferðast trygt saman.

Trý góð ráð til tín á motorsúkklu:

  • Halt hámarksferðina! Tá motorsúkklur eru partur av ferðsluvanlukku, er ov nógv ferð ofta ein orsøk, umframt at bilførarar hava torført at meta um, hvussu skjótt tú koyrir.

  • Hav eyka fyrilit fyri øðrum ferðandi. Minst til, at bilførarar kunnu hava torført við at síggja teg.

  • Ver sjónlig/ur! Brúka endurskinsvest, ella vel ein hjálm í bjørtum liti.

Trý góð ráð til bilførarar:

  • Ver eyka varin. Tað kann vera torført at síggja eina motorsúkklu í ferðsluni.

  • Hygg teg væl um. Brúka síðu- og bakspegl og ansa væl eftir motorsúkklum, sum eru langt burturi. Tær kunnu koyra skjótari, enn tú væntar.

  • Hygg serliga væl, tá tú koyrir tvørtur um ein veg.

Forrige
Forrige

Ein blóma til tey, sum ferðslan tók

Næste
Næste

Koyr. Bara. Alt annað er býtt.