Tá klassikarar gerast nútímans

Images_Tíðindi_mynd1.jpg
 

Minnist tú ‘Stýr tær’, ‘Turbo Petur’ og ‘Eitt forelskað par’? Hetta eru heitini á nøkrum av løgunum á tónleikaútgávunum, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd stóð fyri í 80- og 90-árunum.

Nú hava vit latið tónleikaútgávurnar í talgildan ham og gjørt tær atkomuligar hjá einum nýggjum ættarliði. Frá 30. september 2020 verða tónleikaútgávurnar ‘Stýr tær’ og ‘Síðsta skríggj’ sostatt tøkar á øllum talgildum pallum.

Tónleikur sum amboð at tosa við ung um ferðslutrygd

Í 1987 gav Ráðið fyri Ferðslutrygd út kasettubandið ‘Stýr tær’. Á bandinum vóru tíggju løg. Níggju teirra vóru kendir poppsangir, sum vóru væl dámdir millum tey ungu. Meðan nýskrivaði sangurin ‘Stýr tær’ varð gjørdur til høvið. Johannus á Rógvi Joensen og Martin Joensen gjørdu lagið, meðan Joka framførdi. Bandið fekk sera nógva spælitíð í útvarpinum, og heilt víst eisini á mongum biltúrum, har bandspælarin koyrdi við fullari styrki.

Júst tíggju ár seinni, í 1997, útgav RFF aftur tónleik við ferðslutryggum boðskapi. Kasettubandið var skift út við fløguna, sum í 90árunum var síðsta skríggj, og tað bleiv eisini navnið á útgávuni.

Á ‘Síðsta skríggj’ vóru 13 nýskrivaði løg. Uni Arge átti orðini, meðan Johannus á Rógvi Joensen stóð fyri tónleikinum. Karl Martin Samuelsen, Malan Eyðunsdóttir og Rókur Jákupsson Jacobsen eru nakrar av kendu røddunum á útgávuni.

Boðskapurin í sangunum er ferðslumentan í breiðari merking og siga eina søgu um biltúrar, at koyra skjótt, rúskoyring, at ansa sær, og um at missa í ferðsluni.

Ung fólk eru yvirumboðaði í hagtølunum fyri tey, sum doyggja, ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni og tí vildi Ráðið fyri Ferðslutrygd serliga røkka teimum ungu við sínum átøkum. Hetta eru tónleikaútgávurnar dømi um.

Hóast ferðsluhagtølini eru betraði nógv, síðani ’Stýr tær’ kom út í 1987, eru ung enn yvirumboðaði í ferðsluvanlukkunum og ov nógv ferð og rúskoyring eru enn ein avbjóðing fyri ferðslutrygdina. Tí er boðskapurin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og sangirnir á ‘Stýr tær’ og ‘Síðsta skríggj’ enn líka aktuellir.

Kendir tónar - nýggjur miðil

Nú vit skriva 2020 hava flestu okkara skift fløgu- og bandspælaran út við talgildar miðlar. Vit stroyma og keypa tónleikin á telduni og á fartelefonini. Tí hava vit bustað dustið av gomlu útgávunum og latið tær í nýggjan talgildan ham. Á henda hátt gerast sangirnir atkomuligir hjá einum nýggjum ættarliði, sum kanska ikki kennir sangirnar – og hjá okkum, sum eru eitt sindur eldri, at endurhoyra gomlu klassikararnar.

 
Forrige
Forrige

Endurskinsvestar til yngstu skúlanæmingarnar

Næste
Næste

Koyr bil, tá tú koyrir bil