Rúskoyring er ein vaksandi avbjóðing
Tann 28. apríl varð ársfundurin hjá RFF hildin í Smæruni. Hesaferð høvdu stjórin og starvsnevndin gjørt av at seta sjóneykuna á rúskoyring, hetta tí vit tíverri síggja eitt keðiligt rák. Eisini varð sera áhugaverd framløga um ábæra ferðslu. Luttøkan var sum altíð góð og tað er at frøast um, at áhugi er fyri virkseminum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, byrjaði dagin við hugleiðing um ferðslu og virksemið hjá RFF. Hann gleddist um, at tilgongdin um skaðanevnd er byrjað. Eitt ynski, sum rff seinastu mongu árini hevur heitt á landsins politikarar um at raðfesta. Eftir kunnandi fund millum RFF og aðalráðið í vár er fyrireikingararbeiðið sett í gongd og tað frøðast vit stórliga um. Eisini nevndi landsstýrismaðurin, at revsingin fyri at nýta handhildnað fartelefon í bilinum, verður endurskoðað. Ætlanin er at bótin skal hækka og at brotið skal geva klipp í koyrikortið. Eisini hetta er eitt tilmæli úr Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar og RFF tekur undir við, at henda broytingin er neyðug.
Jónhild Rasmussen, forkvinna og Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri, løgdu fram ársfrágreiðing fyri 2022. Tvey lótu lív í ferðsluni í 2022 og tað eru tvey ov nógv. Sera lágu tølini seinnu árini hava við sær, at vit í meðal, tey seinastu 5 árini, hava frægastu tølini í norðurlondum. Men av tí at okkara tøl eru smá, eru tey eisini viðbrekin og einhvør álvarslig vanlukka kann tí hava stóra ávirkan á tølini.
Brandur Sjúrðarson, Landsverk, greiddi frá um nýtt temahefti um ábæra ferðslu. Ábær ferðsla eru tey á veganetinum, sum eru til gongu, á súkklu, á prutli. Hetta er liður í endurskoðan av Samferðsluætlanini og fyrsta av fleiri temaheftum. Endamálið er at gera ein føroyskan standard fyri vegabygging, sum í størri mun tryggjar ábæra ferðslu. Hetta tí ein triðingur av teimum, sum fáa skaða í ferðsluvanlukkum, er ábær ferðsla.
Jónhild Rasmussen hevði áhugavert upplegg um rúskoyring. Umframt hagtøl frá politinum, varð kanning løgd fram, sum RFF hevur gjørt í samstarvi við Betri trygging um hugburð og atburð í sambandi við rúskoyring.
Firouz Gaini hevði upplegg um ungdómsmentan í Føroyum, hvat eyðkennir ættarlið “Z” og hvussu samskifta vit við hetta ættarliðið.
Eydna Skaale var orðstýrari í stak áhugaverdum sofakjaki, har Jónhild Rasmussen, Fiouz Gaini og Karl Leonsson (ferðslupolitistur) hugleiddu um aktuellu avbjóðingina við rúskoyring í Føroyum. Talið á teimum, sum verða tikin fyri rúskoyring er í vøkstri - serliga millum ung! Hetta er eitt álvarsligt rák og vit mugu taka avbjóðingina í álvara og fáa sett munagóð tiltøk í verk til tess at venda gongdini.
Sí ársfrásøgn og ársroknskap her: