Tendra ljósini!

Sløktar baklyktir, brostnar perur og skeivt stillaðar billyktir. Hetta er veruliga nakað, sum kann ørkymla í ferðsluni og hava við sær vandamiklar støður. Nú fara Ráðið fyri Ferðslutrygd og Akstovan at fremja eitt lyktaátak, sum varpar ljós á júst hetta. 

Við spildurnýggjum útvarpslýsingum, vísa vit á avbjóðingina, sum vit møta í ferðsluni, tá bilar til dømis koyra við sløktum baklyktum. Vit hava helst øll upplivað at koyra aftanfyri ein bil – kanska inni í einum tunli – við sløktum baklyktum. Vit gerast kløkk og hava kanska lyndi til at øsa okkum. Men hví hava vit so trupult við at tendra ljósini? Og nær kannaði tú seinast um allar perurnar lýsa á tínum bili?  

Ongantíð aftur sløktar baklyktir

Kanna at ljósini eru stillaði á nærljós, tá tú startar bilin. Tá lýsa ljósini framman, bakljósini og nummarplátuljósið aftan. Nærljósini skulu vera tendrað, tá sýnið er ringt, eitt nú tá tað kavar, regnar ella í mjørka. Tá tú koyrir í einum tunli, skulu ljósini framman og aftan altíð vera tendrað.

Eru lyktirnar stillaðar á ’auto’, tendra bakljósini ikki altíð. So tendra nærljósini, um tú vilt tryggja tær, at bakljósini altíð eru tendrað. Eisini í mjørka ella upplýstum tunli.

Kenn tínar lyktir

Sum bilførari er tað tín ábyrgd at hava eftirlit við, at lyktirnar eru rætt stillaðar og at tær lýsa, tá tær skulu.

Onkrar av lyktunum á bilinum verða sjáldan brúktar. Kanska ivast tú í hvat tey ymisku teknini merkja? Hvussu virka tokulyktirnar til dømis? Hvar tendrar og sløkkir tú tær? Og ert tú vís/ur í, at ongar perur eru brostnar?

Eini góð ráð eru at seta bilin framman fyri einum vindeyga, har tú kanst royna allar lyktirnar. Ella tú brúkar eitt av ’lyktaskeltunum’ sum eru á nógvum av bensinstøðunum kring landið. Soleiðis sært tú, um perur eru, sum ikki lýsa. Tú kanst eisini ganga rundan um bilin og kanna, um allar lyktir lýsa, sum tær skulu.

Brúka 5 minuttir at fáa skil á hesum meðan bilurin er parkeraður. Best er at gera hetta í myrkri. Parkera framman fyri ’lyktaskeltinum’, so tú sært lyktirnar framman speglast í rútinum. Tendra og sløkk ymsu lyktirnar og blinkjósini á bilinum. So sært tú, nær tær ymisku lyktirnar tendra og sløkna og hvussu tað sær út. Vend bilinum og endurtak royndina við lyktunum aftan. So veist tú hvussu allar lyktir virka, tá tú ein dagin fær tørv á hesum, meðan tú koyrir. Um tú noyðist at læra teg hetta og leita eftir røttu knøttunum meðan tú situr í bilinum í ferðsluni, kann tað verða vandamikið og tú kanst gerast gáloysin.

Fá fleiri góð ráð og royn tína vitan um ljós og lyktir.

Forrige
Forrige

Eg koyri teg, tú koyrir meg

Næste
Næste

Koyr. Bara. Alt annað er býtt.