Vaktarskifti í Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Fráfarandi formaðurin (Kári Thorsteinsson) handar nýggju forkvinnuni (Jónhild Rasmussen) lyklarnar

Fríggjadagin 18. mars varð ársfundurin hjá RFF hildin í Smæruni. Hesaferð høvdu stjórin og starvsnevndin gjørt av at seta sjóneykuna á prutl. Luttøkan var sum altíð góð og tað er at frøast um, at áhugi er fyri virkseminum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Kári Thorsteinsson (Føroya Landfúti), sum hevur verið formaður í starvsnevndini hjá RFF síðani 2007, tók ikki við afturvali og nýggj forkvinna, Jónhild Rasmussen (Betri trygging) varð vald í hansara stað.

Nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, byrjaði dagin við hugleiðing um ferðslu og virksemið hjá RFF. Eisini nam hann við egnar upplivingar og broytingar í ferðslutrygdini seinastu nógvu árini. Í RFF gleðast vit um, at landsstýrismaðurin sannaði, at ein skaðanevnd at kanna álvarsligastu ferðsluvanlukkurnar, stendur ovast á ynskilistanum hjá okkum. Hann metti hetta vera eitt sera skilagott ynski og lovaði hann at seta seg væl inn í málið.

Kári Thorsteinsson, formaður og Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri, løgdu fram ársfrágreiðing fyri 2021. Ein læt lív í ferðsluni í 2021 og tað er ein ov nógv. Sera lágu tølini seinnu árini hava tó við sær, at vit í meðal, tey seinastu 5 árini, hava frægastu tølini í norðurlondum. Men av tí at okkara tøl eru smá, eru tey eisini viðbrekin og einhvør álvarslig vanlukka kann tí hava stóra ávirkan á tølini. Talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða var eitt vet lægri enn undanfarna ár, men av teimum vóru eitt vet fleiri teirra orsaka av rúskoyring.

Jónhild Rasmussen hevði áhugavert upplegg um prutl og hagtøl. Umframt hagtøl um tryggingar og skaðar, góvu eisini hagtøl frá Akstovuni og løgregluni um skrásett prutl, koyrikort og brot á ferðslulógina eina áhugaverda støðumynd. Harumframt varð kanning løgd fram, sum RFF hevur gjørt í samstarvi við Betri trygging millum ung í fólkaskúlanum og teirra royndir og upplivingar við prutlkoyring.

Hjálmar Dam greiddi frá sera áhugaverdari ’hugaroynd’ um tvístøður, tá okkurt álvarsligt hendir. Sum til dømis ein prutlvanlukka. Hjálmar Dam er sjónleikari, og í fleiri ár hevur hann verið partur av Ferðsludøgum, har hann undirvísir við ’hugaroyndini’ og hann greiddi sera livandi frá teimum reaktiónum og meiningum, sum hann upplivir. Ferðsludagar er afturvendandi tiltak hjá RFF, har allir 8. flokkar verða undirvístir í ferðslu og trygd. Í 8. flokki, byrja nógv teirra at umhugsa at taka koyrikort til prutl og fleiri hava eisini upplivað óhapp við prutlum. Ferðsludagar hava verið fyriskipaðir síðani 1998.

Í sambandi við at Kári Thorsteinsson fór úr starvsnevndini hjá RFF, eftir 15 ár sum formaður, serveraði kokkurin Gutti Winther at enda ’Espressoskeyk’ og ’Heilt appilsinfríar’. Leskiligu kokkteylirnir uttan alkohol eru svalandi, summarsligir, og tú kanst koyra heim aftaná!

Sí ársfrásøgn og ársroknskap her:

Ársfrásøgn 2021

Ársroknskapur 2021 

Forrige
Forrige

El-rennihjól, onnur smá motordrivin akfør og ferðslutrygd

Næste
Næste

Tendra ljósini!