Z-ættarliðið og bilurin

Á ársfundinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, tann 4. apríl 2025, varð spildurnýggja granskingar-verkætlanin ”Z- ættarliðið og bilurin” løgd fram.

Firouz Gaini hevur staðið fyri verkætlanini, sum er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og RFF. Betri Stuðulsgrunnurin hevur stuðlað arbeiðinum. Eftir eina stutta framløgu um verkætlanina, varð skipað fyri kjaki um evnið og nógv áhugaverd sjónarmið komu í ljósmála.

Kanningin byggir á fokusbólkasamrøður við ung, sum hoyra til sonevnda ”Z-ættarliðið” – hetta er felagsheitið fyri tað ættarliðið, sum er frá uml. 1997-2012. Samrøðurnar vóru gjørdar í Klaksvík, Havn og Suðuroy og í alt luttóku 22 fólk úr øllum landinum.

Í kanningini tosa tey um ferðslutrygd, um at koyra kapp og um rúskoyring. Heilt ítøkiligar avbjóðingar við transport – hvat er alternativið, tá tú hevur langan tein heim, og tað er vánaligt buss-samband?  Og um miðlar og miðling. Miðlarnir hava stóra ávirkan á virðir og atferð. Tað er ikki nóg mikið at siga hvat, ið er rætt. Tann rætti persónurin skal siga tað og tosa teirra mál. Júst hetta er týdningarmikið evni hjá RFF, tí hvussu miðla vit ferðsluboðskap til hendan málbólkin.

Høgni í Jákupsstovu stýrdi kjakinum. Í panelinum vóru: Firouz Gaini (granskari), Paul Kjartan Matras (lesandi á Fróðskaparsetrinum, og luttakari í kanningini) og Lovisa P. Glerfoss (stjóri í RFF)

Tey ungu eru sum heild væl upplýst. Tey kenna reglurnar og vita hvat er rætt og skeivt. Tey halda tað ikki vera í lagi at bróta ferðslulógina og t.d. at koyra bil, tá ið man er rúsaður. Men teirra egnu virðir eru ’toyggilig’, tí tey flestu í hesi kanningini hava roynt at koyra í rúsaðum tilstandi.

”Eg skuldi bara heim – bilurin skuldi heim”, er ein frágreiðing, sum gongur aftur. Og tey meta seg megna tað: “Eg havi stýr uppá míni ting, sjálvt um eg eri rúsaður”

Tey flestu í kanningini høvdu ikki hugsað so nógv um rúsevnanýtslu og bilkoyring áðrenn samrøðurnar, men tey siga, at tað er lætt at fáa fatur á, og at tað tykist normalisera at taka rúsevni. Ein sigur at ”nógv vanlig fólk taka rúsevni í dag”. Ein annar sigur ”Ja, sovorðið sum ritalin…altso, eg kenni fleiri, sum slettis ikki fara í býin uttan at taka tað”. Hetta samsvarar við tað rákið, sum vit síggja í samfelagnum, at politiið steðgar alt fleiri fyri rúsevnakoyring.

Vónandi verður tikið væl ímóti kanningini, sum kanska kann byrta í neyðugt kjak. Ítøkiliga fer RFF at brúka vitanina úr kanningini til at betra um ferðslutrygdartiltøk og -átøk til ung. Men eisini onnur kunnu fáa væl burturúr nýggju vitanini. Til dømis er heilt týðuligt, at frástøða og vánalig alternativ til egnan bil er ein stór avbjóðing í stórum pørtum av landinum. Fleiri dømi kring landið eru um privat initiativ til náttarbussar, men tað er heilt víst nógv vunnið, við at kommunur kring alt landið samstarva nógv meiri á hesum økinum.

Frágreiðingin kann lesast her:

Z-ættarliðið og bilurin

Næste
Næste

Ársfundur í Norðurlandahúsinum