Til skúlar
Tá barnið fer í skúla, byrjar ein nýggjur kapittul. Við økta frælsinum fylgja eisini nýggjar avbjóðingar. Børn eru ymisk. Men børn flest eru bráðlynt og smá á vøkstri. Tí er umráðandi, at bæði foreldur og skúli eru saman um at skipa fyri, at barnið lærir um rættan atburð í ferðsluni.
Niðanfyri kanst tú lesa nærri um ymiskt, ið er viðkomandi fyri skúlar.
Undirvísingartilfar
Á sumri 2014 varð nýtt undirvísingartilfar í ferðslulæru lagt fram, og er tað tøkt á undirvísingarportalinum hjá Námi, www.snar.fo/ferdsla. Talan er um talgilt tilfar til øll floksstig.
Undirvísingartilfarið er úrslit av eini verkætlan hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar. Talan er um nýframleitt, føroyskt tilfar umframt týtt og tillagað tilfar frá danska Sikker Trafik og í ávísan mun norska Trygg Trafikk.
Ferðsla er kravt undirvísingarevni í føroyska fólkaskúlanum.
Ferðsla og skúlabyrjan
Tað er stórur dagur, tá ið barnið fer í skúla. Nýggjur heimur letur seg upp, og avbjóðingarnar verða fleiri. Ein avbjóðingin er skúlaleiðin. Skal barnið verða koyrt í skúla, skal tað ganga ella fara við bussi? Sama, hvat ið hóvar tykkum best, hevur tað stóran týdning, at barnið longu á ungum árum lærir at bera seg at í ferðsluni á skilagóðan hátt og kennir seg trygt á veg í skúla og til húsar aftur.
Hvat dugir barnið?
Ymiskt er, hvussu barn um 6-7 ára aldur klárar seg í ferðsluni. Tað veldst um, hvussu búgvið barnið er, og hvussu nógv tað veit um ferðslu. Tó eru fleiri felagsnevnarar:
- Tey duga illa at meta fjarstøðu og ferð
- Tey síggja støður frá sínum sjónarhorni og duga illa at síggja støður úr fleiri sjónarhornum
- Tey hava ilt við at meta um tað, ið fer at henda, og síggja eina vandastøðu, ið kann taka seg upp
- Tey síggja smálutir, men fata ikki altíð heildina
- Tey gera ofta skjótt av og gloyma at hyggja rundan um seg
- Tey vænta, at vaksin altíð halda ferðslureglurnar
Sostatt tørvar børnum hjálp og venjing, so tey kunnu fara í skúla trygg og sjálvbjargin.
Á veg í skúla: