Til ung
Ert tú millum 15 og 24 ár, ert tú í vandamesta tíðarskeiðnum í ferðsluni, tí hesin aldursbólkur er yvirumboðaður í ferðsluvanlukkum í Føroyum eins og í flestøllum øðrum londum.
Kennir tú reglurnar fyri prutl? Visti tú, at tað eru strangari krøv til nýggjar bilførarar?
Niðanfyri hava vit savnað tilfar, sum er serliga viðkomandi fyri ung.
Eg koyri teg, tú koyrir meg
Ráðið fyri Ferðslutrygd skipaði herfyri, saman við Betri Trygging og Trygd, fyri hugskotskapping um, hvussu vit steðga rúskoyring millum ung.