Ráðið fyri Ferðslutrygd

 

Ráðið fyri Ferðslutrygd er landsfevnandi ráð, sum virkar fyri, at so fá, sum til ber, doyggja ella fáa álvarlsigt mein í føroyska vegakervinum.

 

Menniskansligir feilir liggja aftanfyri næstan allar deyðsvanlukkur á vegunum. Endamál okkara er tí at betra ferðsluvanar við upplýsing og fjølbroyttum fyritaksemi. Vit fremja átøk og gera kunnandi tilfar um ferðslutrygd eins og vit leggja okkum eftir at geva sakliga kunning um øll tey viðurskifti, sum eru til ampa fyri ferðslutrygdina. Vit fylgja neyvt við hagtølum og eru hoyringarpartur í sambandi við lógarbroytingar, sum viðvíkja ferðslutrygd. Gjøgnum viðtøkur okkara hava vit ábyrgd fyri undirvísingartilfari og at stuðla ferðsluundirvísingini.

Støði verður tikið í Nullhugsjónini og Ferðslutrygdarætlanini.

 

 Bygnaður

Ráðið fyri Ferðslutrygd er ráð undir Fíggjarmálaráðnum. Vit hava hesar føstu limir: Akstovan, Kommunufelagið, Føroya Koyrilærarafelag, Føroya Landfúta, Føroya Læknafelag, Føroya Lærarafelag, Kvinnufelagssamskipan Føroya, Landsverk, Kringvarp Føroya, Trygd, Betri Trygging, avvarandi aðalráð fyri undirvísingarmál og samferðslumál.

Umframt nevndu limir kunnu eisini kommunur, aðrir almennir stovnar og ikki vinnurekandi áhugafeløg, sum vilja vera við í ferðslutrygdararbeiðinum gerast limir. Eisini einstaklingar, vinnurekandi feløg og fyritøkur, sum vilja vera við í ferðslutrygdararbeiðinum, kunnu verða limir. Hesir limir verða nevndir ”Ferðslutrygdarvinir”.

Starvsnevnd

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur starvsnevnd, sum vanliga hittist mánaðarliga, tó ikki í juli og august. Í nevndini sita: Kári Thorsteinsson, nevndarformaður, Jónhild Rasmussen (Betri), næstforkvinna, Vivian Johansen (Trygd) nevndarlimur, Mikkel Heide Frandsen (Ráð), nevndarlimur og Andrea á Rípuni (Føroya Lærarafelag), nevndarlimur. Varalimir eru: Marjun Jógvansdóttir (Tórshavnar kommuna) og Brandur Fríðmundsson (Akstovan).

Ráðsfundur

Ráðsfundurin er hægsti myndugleiki uttan í teimum førum, tá ið góðkenning landsstýrismansins er kravd. Til ráðsfundin sendir hvør limur eitt umboð, sum hevur heimild at taka støðu vegna limin.

Viðtøkur

Í viðtøkum okkara er ásett tilverugrundarlag, virksemi og annað, sum vit virka eftir.

viðtøkurnar okkara.

Fígging

Virksemi okkara verður fíggjað av landskassastuðli, limagjaldi frá kommunum og øðrum limum umframt av samstarvsfeløgum okkara.

Stuðlar

Vit samstarva við nakrar fyritøkur í sambandi við átøk. Fastir stuðlar eru Betri Trygging og Trygd.

Hvør stuðlar hvørjum?

  • Ferðsludagar fyri 8. flokkar
    • verða stuðlaðir av Trygd og Betri Trygging.
  • Súkkluhjálmar til landsins 1. flokkar
    • verða stuðlaðir av Betri Trygging og Trygd.
  • Endurskinsvestar til landsins 1. flokkar og barnagarðar
    • verða stuðlaðir av Betri Trygging.
  • Undirvísingartilfar til fólkaskúlan
    • verður stuðlað av Betri Trygging. Harumframt samstarv við Guðrun og Guðrun um serstakar endurskinsvestar.
  • Árlig átøk
    • Betri Trygging og Trygd stuðla harumframt árlig átøk hvør í sínum lagi.