Ein doyði í ferðsluni í 2019 – tað er ein ov nógv!

1146257021-huge.jpg

Hesa tíðina, fyri einum ári síðani, fegnaðust vit, tí ongin læt lív í ferðsluvanlukku í 2018. Tað eru fleiri enn 50 ár síðani, at hetta hendi.

2019 varð ikki eitt eins gott ferðsluár.

Ein 51 ára gamal maður læt lív, sum fylgja av skaða, hann fekk í ferðsluóhappi. Hetta var í juni 2019. Nett um somu tíð, sum nýggja ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar varð løgd fram alment.

Hvørt ferðsluóhapp er eitt óhapp ov nógv. Í Ráðnum fyri Ferðslutrygd arbeiða vit fyri at ongin skal doyggja, ella fáa varandi mein í ferðsluni. Tí er tað ein ov høgur prísur fyri føroyska samfelagið og fyri tey avvarandi, at ein er deyður í ferðsluni í 2019.

Síðani 1928 eru 289 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Serliga nógv álvarslig ferðsluóhapp vóru í sjeyti- og áttatiárunum, men seinnu árini hava óhappini verið nógv færri í tali.

Samanborið við grannalond okkara doyggja framvegis alt ov nógv fólk í ferðsluni í Føroyum í mun til fólkatalið.

Noreg er tað landið, sum hevur bestu úrslit í okkara grannalagi. Í 2018 doyðu uml. 2 fólk fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í Noregi. Fyri Føroyar var hetta talið tvífalt so høgt! (4,1 pr. 100.000 íbúgvar – 5 ára miðal)

Deyð í ferðsluóhappum í Norðurlondum pr. 100.000 íbúgvar_ 2018.png

Seinastu 5 árini (2015-2019) eru 7 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Tað eru 7 ov nógv! Men tað gongur spakuliga rætta vegin, tí samanborið við 5 ára miðaltalið fyri einum ári síðani eru vit farin frá 4,1 til 3,6 deyð í ferðsluni pr. 100.000 íbúgvar.

Lat okkum tí halda fram við góðu gongdini og miðvísa ferðslutrygdararbeiðinum.

Við allarbestu ynskjum um eitt gott og framúrskarandi ferðsluár 2020.

RFF, 10. januar 2020

Forrige
Forrige

Ver ein ljósatrendrari

Næste
Næste

Steðga rúsdrekkakoyring