Steðga rúsdrekkakoyring

42314 merktur fyri livid 2019_v2.png

Jólini eru karmur um fleiri siðir. Átøk móti rúsdrekkakoyring er ein teirra. Ráðið fyri Ferðslutrygd, Trygd og Betri minna komandi dagarnar føroyingar á at steðga rúsdrekkakoyring.

Nú jólaborðhaldini standa fyri framman, eru væntandi fleiri, sum smakka sær á. Tá er sera týdningarmikið eisini at hugsa um ferðslutrygdina og at steðga rúsdrekkakoyring. Syrg tí fyri, at øll koma trygt heim aftur úr veitsluni. Til dømis við at avtala áðrenn veitsluna, hvør koyrir heim. Hav leskilig alkoholfrí alternativ til tann, sum skal koyra og ring eftir hýruvogni, tá gestirnir skulu víðari.

Seinnu árini er talið á rúsdrekkavanlukkum í ferðsluni minkað. Men hóast hetta, henda enn ferðsluóhapp orsakað av rúsdrekkakoyring og hesi óhapp eru ofta sera álvarslig. Týdningarmikið er tí at syrgja fyri, at hugburðurin til rúsdrekkakoyring eisini samsvarar við atburðin. Vit hava øll eina týdningarmikla uppgávu við at steðga tí, sum ætlar at koyra bil við rúsdrekka í blóðinum.

Hugburðskanningar vísa, at rúsdrekkakoyring ikki er góðtikin millum føroyingar. Í kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, siga 87% av teimum spurdu, at rúsdrekkakoyring ikki verður góðtikin millum føroyingar. Men tá spurt verður um, hvussu ofta bilførarar koyra ávirkaðir, er talið eitt sindur øðrvísi:

  • 36% meta, at tað hendir ofta, ella av og á

  • 45% meta, at tað sjáldan, ella ongantíð kemur fyri

  • 18% svara ‘veit ikki’

Drekkur tú til markið og roynir at rokna út, hvussu nógvar alkohol-eindir tú brennur, kann tað skjótt gerast eitt trupult roknistykki. Tað kann fáa vanlukkuligar avleiðingar heilsuliga, sálarliga og fíggjarliga, um tú sannførir teg um, at nú manst tú vera koyringarfør/ur og setir teg við promillu við róðrið.

Ivast tú, lat tá bilin standa.

Átakið verður framt í samstarvi við Trygd og Betri. Løgreglan ger rúskanningar ímeðan átakið er.

--

Tak niður plakatir at heingja upp til jólaborðhaldið:

Plakat í A2 stødd

Plakat í A3 stødd

Plakat í A4 stødd

Forrige
Forrige

Ein doyði í ferðsluni í 2019 – tað er ein ov nógv!

Næste
Næste

Tíðin er komin til at finna fram endurskinini