Tíðin er komin til at finna fram endurskinini
Heystið er av álvara komið og tað merkir eisini myrkari dagar.
Brúkið seinastu dagarnar av heystfrítíðini til at finna endurskinini fram. Soleiðis at øll í húskinum eru sjónlig í ferðsluni, tá skúlarnir byrja aftur mánadagin.
Hópin av endurskinum fáast til keyps ella púra ókeypis í bankum, hjá tryggingarfeløgum o.s.fr.
Summi endurskin kunnu smoyggjast um eina buksubrók ella ermu, onnur hanga leyst og aftur onnur kunnu festast á skógvarnar. Hav í huga, at endurskin um beinini eru góð, tí tey síggjast væl úr øllum ættum og eru í lyktahædd. Ansa eftir, at taskur, turriklæði o.a. ikki kemur fyri endurskinini. Eitt gott hugskot er at seta endurskin á taskur, barnavognar og hundin.
Vit hava altíð nøkur endurskin í RFF. Ver vælkomin á gátt.
Tvey ella tíggju sekund
Við at vera í endurskini minkar tú um vandan at verða ákoyrd/ur við umleið 85%. Tí við endurskini gerst tú munandi sjónligari í myrkri, sum økir merkisvert um trygdina, tí bilførarin fær stundir at bremsa, gerst tað neyðugt.
Uttan endurskin ert tú nústani sjónlig/ur á 25-30 metra fjarstøðu, meðan tú við endurskini sæst í myrkri á 140 metra fjarstøðu, tá bilførarin brúkar nærljós. Við fjarljósi sær bilførarin teg á 400 metra fjarstøðu. Í tættbygdum øki hevur bilførari við nærljósum og 50 km/t ferð tvey sekund at varnast teg, um tú ikki ert í endurskini. Við endurskini hevur bilførarin 10 sekund – í hesum høpi kann tað vera munurin millum lív og deyða. (Kelda: www.toi.no)