Ein ‘Espressoskeyk’ til sjaførin!
Bjóða sjaførinum ein leskiligan kokkteyl uttan alkohol, so tit kunnu koma heim í øllum góðum
Summar í Føroyum er samvera og hugni – og veitslulag. Tað er púra nátúrligt at vit smakka okkum á við onkrum leskiligum, tá vit koma saman – við og uttan prosentir.
Aftur í ár samstarva Blái Krossur Føroya og Ráðið fyri Ferðslutrygd um eitt superlekkurt alternativ til summarveitsluna – ársins kokkteyl uttan alkohol. Húskokkur okkara, Gutti Winther, hevur enn einaferð bryggjað ein ótrúliga lekkran kokkteyl, sum er púra líkatil og líka til at elska. Ársins kokkteylur eitur “Espressoskeyk” – við kakaomjólk, søtari kondenseraðari mjólk, kaffi og einum dismi av kaneli – og hann skal helst njótast ísakaldur!
Tað kunnu vera so ymiskar orsøkir til ikki drekka alkohol. Til dømis, tí man skal koyra bil. Tá er gott eisini at hava lekrar valmøguleikar til góman, tí kanska hevur man ikki ordiliga hug til at drekka vatn eitt heilt kvøld. Tíbetur er úrvalið av alkoholfríum drekkivørum vorðið nógv størri seinnu fáu árini. Og eisini bjóða fleiri skeinkistøð góð alternativ.
“Espressoskeyk” er triðja samstarvið hjá RFF og Bláa Krossi. Í 2019 bryggjaðu vit “Heilt appilsinfríar”. Í 2020 bjóðaðu vit “Sýrutripp”. Og í 2021 er túrurin komin til “Espressoskeyk” – ein lættur og leskiligur kaffi-kokkteylur. Allar uppskriftirnar eru tøkar, so tú heilt ómakaleyst kanst royna teg heima við hús. Hvønn vilt royna fyrst?