Metlágt tal av deyðum í ferðsluni í ES-londunum í 2020
Tað doyðu 17% færri á vegunum í ES londunum í 2020, samanborið við 2019. Tað svarar til á leið 4000 fólk. Hesum boðar ETSC (European Transport Safety Council) frá.
Mett verður at korona hevur ein týðandi leiklut í hesum markanta fallinum í tali av deyðum í ferðsluni. Í 18 ES-londum eru tølini tey lægstu nakrantíð, við upp í 20% færri deyðum í ferðsluni. Men í einstøkum limalondum, er talið tó hægri enn undanfarin ár.
Í heimshøpi er ferðslutrygdin í ES á lutfalsliga høgum støði – og serliga hava norðurlondini leingi gingið á odda í hesum rákinum. Í ES doyðu 4,2 fólk fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í ferðsluvanlukku í 2020. Til samanberingar er talið fyri allan heimin 18 deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.
Í Føroyum doyði ongin í ferðsluni í 2020 og seinnu árini er tíbetur alt longri millum ferðsluvanlukkur, sum kosta mannalív í Føroyum.
Av tí at hagtølini eru so smá og hvør vanlukka hevur stóra ávirkan á hagtølini, rokna vit vanliga eitt 5ára miðal, tá vit samanbera okkum við grannalondini. Fyri 2020 var hetta talið 2,03 fyri hvørjr 100.000 íbúgvar.
Hyggja vit at okkara grannalondum, er tað serliga Noreg, sum kann vísa á serliga góð úrslit á ferðslutrygdarøkinum. Í 2020 doyðu 1,77 fólk fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í Noregi og tað er samstundis fyrstu ferð síðani 1947, at tað doyðu færri enn 100 fólk í norsku ferðsluni í einum álmanakkaári.
Fyri tey londini, sum vit vanliga samanbera okkum við, býttu ferðslutølini fyri 2020 seg soleiðis:
Deyð í ferðsluni fyri hvørjar 100.000 íbúgvar
Noreg: 1,77
Svøríki: 1,8
Føroyar: 2,03
Ísland: 2,2
Danmark: 2,7
Finland: 4
Seinastu 10 árini er talið av deyðum í ferðsluni í ES-londunum fallið 36% og hóast hetta kann tykjast sum eitt sera høgt tal, er tað tó langt frá málinum, sum var 50% færri deyð í ferðsluni.
Fyri komandi tíggjuára-skeiðið hava ES-londini sett sær sum mál, at tað í 2030 skulu vera 50% færri deyð í ferðsluni, við støði í tølunum fyri 2020. Fyri fyrstu ferð er eisini sett sum mál at talið á álvarsliga skaddum skal vera 50% lægri.
Skaðakanning má setast á stovn
Ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar 2019-2027 sigur, at talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða skal vera 30% lægri í 2027, við støði í tølunum frá 2018.
Enn er ikki møguligt at seta sama mál fyri álvarsliga skadd í ferðsluni í Føroyum. Hetta tí at vit mangla hesar skrásetingar.
Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir til at ein Skaðakanningarnevnd verður sett á stovn, soleiðis at skipaðar kanningar verða gjørdar av álvarsligum ferðsluóhappum. Hetta fyri at fáa fulla greiðu á, hvussu hesi kunnu fyribyrgjast.
Tilmælið um skaðakanning er ikki nýtt og øll londini kring okkum, hava langt síðani sett á stovn skipaðar kanningar av álvarsligum ferðsluvanlukkum. Mett verður, at tað er ein tann fremsta orsøkin til, at okkara grannalond kunnu vísa á so góð úrslit á ferðslutrygdarøkinum.