Eitt sindur um el-rennihjól
Seinastu dagarnar hevur spurningurin verið aktuellur, um hvørt el-rennihjól eiga at verða loyvd í Føroyum. Hetta tí at ein fyritøka hevur innflutt nøkur og sett tey ymsa staðni í Havn til privat fólk at leiga.
Sum er, eru el-rennihjól ikki loyvd at brúka í ferðsluni í Føroyum. Hetta hevur Akstovan avgjørt í 2019.
Í nøkur ár hava el-rennihjólini verið at sæð í okkara parti av heiminum. Og í nógvum evropeiskum býum hava nógvar fyritøkur bjóðað útleiging av el-rennihjólum. Nógv hava verið glað um fleksibla møguleikan at ferðast í einum býi. Onnur hava verið ørkymlað, tí persónskaðar eru nógvir og eisini hava rennihjólini skapt avbjóðingar fyri framkomuleika, tí tey standa og liggja nógva staðni í býnum og eru harvið til ampa fyri t.d. gangandi á gongubreyt.
Uttan mun til, hvat myndugleikarnir gera av í málinum um el-rennihjólini, vilja vit í Ráðnum fyri Ferðslutrygd vísa á fleiri heilt ítøkiligar avbjóðingar fyri ferðslutrygdina, sum londini kring okkum hava havt av el-rennihjólunum.
Aldursmark – mælt verður til aldursmark á í minsta lagi 15 ár.
Trygdarútgerð – Í minsta lagi eigur hjálmur at vera eitt krav. Hetta verður lógarkrav í Danmark frá 1. januar 2022 at rokna.
Ferðslureglur – í summum londum verða el-rennihjólini flokkað sum súkklur, aðrastaðni sum prutl. Tað er avgerandi munur á hvussu akførini kunnu koyra og hvar tey kunnu vera, alt eftir hvussu tey eru flokkaði. Í Føroyum er ikki óvanligt at súkkla á gongubreytini, hóast tað ikki er loyvt, tí tann súkklandi kennir hetta tryggari. Men eitt el-rennihjól koyrir munandi skjótari og er hartil ljóðleyst. Tey kunnu tí vera til vanda og ampa fyri gangandi. Á koyribreytini eru tey hartil smá og kunnu vera torfør at síggja, umframt at tað kann vera trupult at meta um ferðina. Tí eru tey serliga útsett millum bilarnar.
Ferðmark – mest loyvda ferð eigur ikki at vera hægri enn 20 km/t.
Rúskoyring – 0,2 promilla fyri alkohol og null toleransa fyri rúsevni er galdandi í Føroyum. Nógva staðni hevur rúskoyring á el-rennihjólum verið ein stórur trupulleiki og elvt til nógvar skaðar.
Funktiónskrøv – greið krøv eiga at vera til stødd á motori, vekt og stødd, umframt krav til ljós og endurskin.
Trygging – Ymiskt er hvussu el-rennihjól verða flokkaði av tryggingarfeløgum. Tí er altíð neyðugt at spyrja seg fyri hjá egnum tryggingarfelagi. Av tí at el-rennihjól ikki eru loyvd í Føroyum, er tað ikki vist at nøkur trygging tekur við, um tú fært skaða, ella gert skaða á fólk ella lutir á el-rennihjóli í Føroyum.
Leigufyritøkur – greiðar reglur eiga at verða settar útleigufyritøkum at tryggja at omanfyristandandi verður uppfylt. Harumframt at upplæring á tryggum øki kann fara fram, áðrenn brúkarin fer út í ferðsluna at koyra.
’Geofencing’ – Fleiri staðni hevur man roynt seg við ’geofencing’, sum ger leigaðu el-rennihjólini óvirkin í ávísum tíðarskeiðum (t.d. at forða fyri rúskoyring), í ávísum økjum, ella til at avmarka ferðina.