Finnið løtur at venja skúlaleiðina
Nú er summarið farið at halla og skjótt byrja skúlarnir aftur. Fyri umleið 770 børn er hetta teirra fyrsti skúladagur og ivaleyst eru mong børn (og foreldur) sera spent.
Gevið tykkum stundir at venja skúlaleiðina saman við børnunum. Tess meira børn sleppa at venja í ferðsluni saman við foreldrum, ella øðrum góðum fyrimyndum, tess fyrr duga tey sjálvi.
Her finnur tú fleiri góð hugskot til, hvussu tit kunnu venja í ferðsluni.