Kemm Poulsen er farin

Nú tað frættist, at Kemm Poulsen er farin, er eisini eitt kent andlit, sum í nógv ár myndaði Ráðið fyri Ferðslutrygd, farið. Kemm kom upp í arbeiðið hjá RFF fyrst í áttatiárunum og kom hann, hóast ikki beinleiðis starvssettur, at vera partur av RFF í góð tríati ár. Íkast  hansara var serliga  at skipa fyri rundan um upplýsingarátøk, framsýningar o.a. Serliga tók hann sær nógv av Hvølvusi og Gølli í arbeiðinum at vísa, hvussu týdningarmikið tað er at nýta trygdarbelti. Harumframt var hann nógv uppi í at vitja skúlar til endurskinsátøk og at fáa børn at nýta súkkluhjálmar, har m.a. súkklurásin var roynd. Kemm framleiddi eisini fleiri lýsingarfilmar fyri RFF.

Í 1996 tók RFF stig til sonevndu F-dagarnar saman við Rúsdrekka & Narkotikaráðnum, Aids Ráðnum, Føroya Brunatrygging og Arbeiðseftirlitinum – við heildaryvirskriftini: Betri fyrivarin enn eftirsnarin. Málið var at fáa beinleiðis samband við hvønn einasta skúlanæming og hetta varð gjørt við at hava stór tiltøk í øllum ítróttarhallunum, sum tá vóru í landinum. Hetta kravdi at útgerð, útbúnaður og hjálparfólk skuldu flytast runt til hvønn krók og her var Kemm álitið. Kemm hevði eisini ábyrgdina av  ungdómunum, sum komu upp í tiltakið í gjøgnum skipanina “Ung í arbeiði”. Og her gjørdust hansara sera góðu evni at fáast við fólk, og serliga ungdóm, sjónlig. Hesi ungu knýttu varandi vinarbond við Kemm. Seinni kom hann eisini upp í tiltakið “Ferðsludagar fyri ungdóm” og var við fram til 2011. 

Spurdi tú Kemm um at gera okkurt, var svarið so at siga altíð ja - um tað á nakran hátt bar til. Og hevði hann játtað, so var hann við, fult og heilt. Har var ikki spurt um tímar, snøklar og smáting.

Tað var altíð stuttligt og hugaligt at arbeiða saman við Kemm. Lætta lyndið og góða lagið gjørdi arbeiðið til eitt spæl.

Friður verið við minninum um Kemm Poulsen.

F-dagarnir 1996: Kemm stýrir Hvølvusi í ítróttarhøllini á Hálsi

Forrige
Forrige

Tendra ljósini!

Næste
Næste

Skaðanevnd og nýtt landsstýrisfólk í samferðslumálum